týsdagur 12. november 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
FÓTBÓLTUR
at hann spælir frá byrjan báðar
dystirnar.
Viljormur Davidsen
Landsdystir/mál: 36/0
Felag: Vejle BK (Danmark)
Spældi
allan
dystin
móti
Rumenia og 85 minuttir móti
Malta. Hann fær ikki nógv av
spælitíð í Vejle í løtuni, men
hevur royndirnar at spæla
landsdystir. Fyri kortum spældi
hann fast í Superliguni, men nú
situr hann á bonkinum í næst
bestu deildini. Vónandi vendir
tað skjótt.
Ári M. Jónsson er aftur á
landsliðnum hesa ferð og tí er
kapping um plássið, umframt
at Magnus Egilsson er komin
inn tvær ferðir seinastu dyst
irnar. Viljormur spælir, men
spurningurin er um hann
spælir báðar.
Ári Mohr Jónsson
Landsdystir/mál: 3/0
Felag: Sandnes ULF (Norra)
Vinstri bakkurin er av álvara
komin fyri seg, eftir ein lang
tíðarskaða. Hann spælir fast á
vinsta bakkinum hjá Sandnes
Ulf í næstbestu deildini í Norra,
har liðið liggur miðskeiðis í
deildini.
Okkurt bendir á, at Lars
Olsen ætlar at brúka vinstra
bakkin, men spurningurin er í
hvønn mun. Sum avloysara eina
løtu í onkrum av dystinum, ella
hann og Viljormur fáa hvør sín
dyst? Tað verður helst eisini av
gerandi hvør fær plássið í fyrra
dystinum, og hvussu tað gongur.
Magnus Egilsson
Landsdystir/mál: 2/0
Felag: HB
Fekk sínar fyrstu landsliðs
minuttir í Spania, tá hann kom
á vøllin seinastu minuttirnar í
4-0 ósigrinum. Kom eisini inn
í yvirtíðini í sigrinum móti
Malta. Hann er helst triðjaval á
vinstra bakki, men tað eru aðr
ar samansetingar, sum kunnu
geva pláss fyri Magnusi. Eitt nú
um spælt verður við trimum í
miðverjuni. Tó bendir nógv á,
at Magnus enn má finna seg í
at vera varamaður.
Gilli Rólantsson Sørensen,
Landsdystir/mál: 33/1
Felag: Brann SK (Norra)
Hetta hevur verið ein óheppin
EM-undankapping fyri Gilla.
Hann hevur verið skaddur eitt
landsliðsumfari,
og
seinast
sat hann uttanfyri móti Malta
við
leikbanni.
Hann
fekk
eitt heldur ivasamt gult kort
fyri drál móti Rumenia, sum
Gunnar Nielsen nokk heldur
átti.
Gilli spælir ikki fast hjá
Brann, men er javna á vøllinum.
Hann er týpan, sum gjarna
vil gera tað gott móti Norra,
har hann spælir til dagligt. Er
fyrstaval á høgra bakkinum
og vongbakkinum, men kann
eisini flytast longur fram, um
tað er brúk fyri tí.
Jóannes Kalsø Danielsen
Landsdystir/mál: 1/0
Felag: KÍ
Spældi ein branddyst móti
Malta seinast og bleiv valdur
til
dagsins
spælara.
Fekk
kjansin, tí Gilli Rólantsson
fekk leikbann. Nú er Gilli við
aftur og helst fyrstaval á høgra
bakkinum ella vongbakkinum,
alt ann upp á hvussu føroyska
liðið spælir.
Jóannes bleiv kosin til ársins
verjuspælara á Fótbóltsgalla,
og hevur havt eitt framúr
gott kappingarár. Umframt
at spæla væl í landsdystinum
móti Malta, so var hann eisini
stinnur í FM-finaluni móti B36.
Eitt tekin um, at hann trívist
undir trýsti.
Hevur nokk uppiborið betri,
men verður helst varamaður
hjá Gilla.
Rógvi Baldvinsson
Landsdystir/mál: 42/4
Felag: Bryne BK (Norra)
Tað er pláss fyri Rógva bæði
í miðverjuni og á verjukenda
miðvøllinum, nú Hallur Hans
son ikki er við. Rógvi Baldvins
son hevur verið ein partur av
landsliðnum í fleiri ár, men
leikluturin hevur verið ymisk
ur. Hann bleiv dystaravgerandi
móti Malta við sínum máli,
og tí er hann avgjørt í spæl til
dystirnar hesaferð, sjálvt um
Odmar Færø er eitt gott boð at
koma í miðverjuna.
Landsliðsvenjararnir hava
leingi havt eitt gott eyga á
Rógva, sjálvt um hann spælir í
triðjbestu deildini í Norra. Helst
spælir hann frá byrjan í báðum
dystunum, men hevur havt
trupulleikar við lærkrikanum
og er útskiftur nakrar ferðir í
seinastu landsdystunum.
Sølvi Vatnhamar
Landsdystir/mál: 35/1
Felag: Víkingur
Er ein av álitismonnunum hjá
Lars Olsen og soleiðis verður
helst eisini hesaferð. Spældi
ein branddyst móti Malta, har
hann rann sólina svarta, hóast
hann fáar dagar frammanund
an spældi allan dystin móti
Rumenia.
Hevur saman við liðnum
mist eitt sindur av stjørnu
støvinum í álopsspælinum,
men heldur fram at arbeiða
ótrúliga hart í verjustøðu. Tí
er hann sjálvskrivaður, men
tað er ein spurningur um tað
verður 180 minuttir, og hvar
hann spælir um vit skifta
til 5-4-1. Onkur ábending er
um, at hann møguliga verður
hugsaður sum ein varamaður
á miðvøllinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu
Landsdystir/mál: 24/1
Felag: Valur (Ísland)
Hevur ikki ordiliga sligið til í
Vali í ár, men hevur eyðsýndar
eginleikar í álopsspælinum.
Hóast Lars Olsen ikki hevur
álit á gøtumanninum, so er
hann enn eina ferð úttikin til
landsliðið.
Hann hevur fingið spælitíð
í trimum av dystunum og allir
hava verið útidystir. Spurning
urin er so, um tað merkir at
hann hevur størri møguleikar
at koma á liðið hesaferð.
Um Sølvi Vatnhamar verður
brúktur á miðjuni, so eru teir
tríggir, ið stríðast um tvey
pláss á vengrunum. Tað kann
blíva eydnan hjá Kaj Leo.
Árni Frederiksberg
Landsdystir/mál: 9/0
Felag: B36
Er avgerandi í at kalla hvørjum
dysti fyri B36. Hevur nakrar
framúr dygdir frammi á vølli
num. Bleiv kosin sum næstbesti
spælarin í føroyskum fótbólti
til Fótbóltsgalla 2019.
Fekk bara fimm minutt
ir móti Malta í farna lands
liðsumfarinum, men hevur
annars
verið
ein
spælari,
sum Lars Olsen hevur givið
álit. Tað tykist sum Jóannes
Bjartalíð hevur tikið fyrsta
kjans, men tað sannlíkt at Árni
Frederiksberg spælir onkran
leiklut í hesum landsliðsum
farinum. Spurningurin er bara
um tað verður frá byrjan ella
frá bonkinum.
Brandur Hendriksson Olsen
Landsdystir/mál: 30/3
Felag: FH (Ísland)
Skálvíkingurin
er
ordiliga
komin fyri seg, eftir langtíðar
skaða. Hann hevur spælt eitt
fult kappingarár í Íslandi og
gjørt tað somikið væl, at tað
eru feløg, ið hava sýnt honum
áhuga. Hetta hóast hann hevur
tvey ár eftir av sáttmálanum.
Brandur kemur uttan iva
at spæla báðar dystirnar á
miðvøllinum, nú Hallur Hans
son er burtur. Hann er seinnu
dystirnar fluttur í ein meiri
verjukenda leiklut á miðjuni,
har hann skipar spælið, tá vit
hava bóltin.
Jóannes Bjartalíð
Landsdystir/mál: 4/0
Felag: KÍ
Ársins spælari í føroyskum
fótbólti í ár, og hevur fingið sítt
gjøgnumbrot á landsliðnum
seinastu dystirnar. Klaksvík
ingurin er í stórformi og tykist
hava vunnið sær fast pláss á
landsliðnum. Hann er arbeiðs
samur í verjustøðu og hevur
samstundis eitt avsett, sum ger
at hann kann renna seg í góðar
støður í álopsspælinum.
Nógv bendir á, at hann
kemur at spæla báðar dystir
nar, men tað er eitt sindur
ivasamt um hann fær 180
minuttir. Bjóðar seg eisini
fram til deyðbóltar, eftir at
hann tryggjaði FM til KÍ við
beinleiðis frísparki.
Jóan Símun Edmundsson
Landsdystir/mál: 55/6
Felag: DSC Arminia
Bielefeld (Týskland)
Toftamaðurin er endaður í
kuldanum í Arminia Biele
feld seinastu dystirnar, men
fekk tjúgu minuttir í seinasta
dystinum
undan
landsliðs
samlingini. Hann er væl fyri og
dystarformurin er framvegis
góður.
Tað kann enntá hugsast,
at hann er betri fyri til hesar
landsdystirnar enn seinast, tá
hann sat yvir móti Rumenia við
einum eymum knæi. Heldur
hann til tað, so spælir Jóan
Símun 180 minuttir.
Klæmint Andrasson Olsen
Landsdystir/mál: 25/1
Felag: NSÍ
Ársins áleypari í føroyskum
fótbólti setti í ár met við sínum
26 málum í landskappingini.
Hevur spælt seg upp á føroyska
landsliðnum og hevur ongantíð
verið betri enn júst nú. Spældi
væl móti Norra seinast, men á
útivølli er tað ósannlíkt at tað
verður pláss fyri Jóan Símuni
og Klæminti á vøllinum í senn.
Tí bendir okkurt á, at Klæmint
fær tvey innhopp hesaferð, um
ikki Lars Olsen ætlar at royna
okkurt nýtt.
Patrik Johannesen
Landsdystir/mál: 5/0
Felag: KÍ
Er triðjaval í álopinum, men
hevur nakrar ávísar eginleikar,
sum gera at hann væl kann
gera mun. Hann hevur ikki
verið sannførandi frammanfyri
málinum í ár og tað er ímóti
honum, men spælistílurin við
ágrýtum press-spælið ger, at
hann kan verða góður at tveita
inn móti endanum.