Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 6 ÁRNI GREGERSEN S a m ba n d s f l o k ku r i n hevur í fleiri ár tosað um, at føroyingar skulu hava eina trygd fyri, at eru vit sjúk, so skulu vit fáa viðgerð áðrenn 30 dagar eru farnir. Hetta er ikki nakað, sum flokkurin sjálvur hevur funnið uppá, tí hetta er kent í Danmark, sum eisini er ein partur av ríkis­ felagsskapinum. – Vit løgdu uppskot fram um hetta, meðan vit sótu í andstøðu. Tingið tók væl ímóti tí, men enn er onki hent, sigur nýggi lands­ stýris­maðurin. Hann hevur sjálvur fingið heilsumál at umsita og hevur sett alla tína orku av til at betra okkara heilsuverk, so tað á flestu økjum kann samanberast við heilsu­verkini í hinum Norður­ londum. – Tað er ikki tí, at vit ikki hava eitt gott heilsuverk, men vit eiga at lyfta okkum eitt vet afturat, so okkara støðið er tað sama, sum tað er í londunum rundan um okkum. Gott samstarv Føroyska heilsuverkið hevur sam­starv við onnur heilsuverk – fyrst og fremst tað danska og tað sum hoyrir undir Region Hovedstaden. Tað vil siga, at flestu sjúkjligar, sum verða sendir av landinum, verða sendir til Ríkissjúkrahúsið. – Tað samstarvið riggar væl, men eg kundi hugsað mær, at vit eisini fara at samstarva meira við Ísland, Noreg og Svøríki, sig­ur nýggi landsstýrismaðurin. At tørvur er á slíkum sam­ starvi sæst best á tølunum, um vit hyggja eftir, hvussu nógvar sjúk­lingar vit senda av landinum hvørja viku. Tað vísir seg, at før­ oyska heilsuverkið búkar 100 flúgvarasetur í flogførunum hjá Atlantsflog hvørja viku til at flyta sjúkligar við. Manglandi tøl Kaj Leo Holm Johannesne, lands­stýris­maður, finst at, at vit ikki hava nágreinilig tøl fyri, hvat heilsuverkinum viðvíkur. Millum 1,3 og 1,4 milljardir kostar heilsuverkið á fíggjar­lóg­ ini, men tað er næstan ómøguligt at fáa at vita, hvat ein einstøk stór viðgerð kostar. Størsti parturin av játtanini á fíggjarlógini fer til lønir, men hvat restin kostar eru ikki neyv­ ar útgreiningar av. – Heum arbeiði eg við í løtuni, tí tað er ómøguligt at taka skilagóðar avgerðir, um ein ikki hevur neyva vitan, hvat av­gerðirnar kosta, sigur hann. Tí havi eg sett eitt arbeiðið í gongd, fyri at finna fram til, hvat ymisku viðgerðirnar kosta. Hetta eisini fyri at vita, hvar pengarnir eru best brúktir, sigur hann. Landsstýrismaðurin undrast á, at talgrundarlagið og serliga hag­tals­grundarlagið í heilsu­ verki­num er so veikt, sum tað er. – Tað ger sjálvandi, at tað er torført at hava eina góða fíggjar­stýring. Vit vita, at tað PERSÓNSSØGA: Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, er nýggjur landsstýrismaður við heilsumálum – honum tørvar tøl at fyrihalda seg til MUGU VITA MUGU VITA NEYVT HVAT NEYVT HVAT HVØR HVØR EINSTØK EINSTØK VIÐGERÐ VIÐGERÐ KOSTAR OKKUM KOSTAR OKKUM