Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 7 ÁRNI GERGERSEN T að stendur ovast á listanum hjá lands­ stýris­manninum við heilsumálum at veita føroysku sjúkligum við­ gerðartrygd. – Eg veit væl, at ikki alt ber til at gjøgnumføra upp á fýra ár, men eg eri sannførdur um, at hesi viðurskiftini verða munandi betri, tá ið fýra ár eru farin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, lands­stýris­ maður við heilsumálum. Tað er ein sannroynd, at tað kostar sjúklingum og sam­ felagnum stórar upp­hæddir, at sjúklingar noyðast at bíða eftir viðgerð. Hetta gongur sjálvandi fyrst og fremst út yvir sjúklingin, sum ofta ikki fær loyst sínar trupulleikar, tí neyðugt er at bíða eftir at sleppa framat. Fyri samfelagið kostar hetta í sjúkradagpeengum – um­framt at viðkomandi sjúk­lingur tá ikki er partur av tí skaranum, sum arbeiðir í sam­felagnum. – Tað er so at siga bert posti­ tivar avleiðingar av at seta eina viðgerðartrygd í gildi, held­ur landsstýrismaðurin. Uppraðfestast Heilsuverkið fer komandi ár at kosta millum 1,3 og 1,4 milljard at reka. Bert lønar­ hækk­ingarnar kosta á leið 200 milljónir. Men hendan samgongan hevur sett sær fyri at tilføra meira pengar til heilsuverkið. – Ja, heilsuverkið skal rað­festast hægri, og tí skulu vit hava einar 200 til 300 milljónir afturat at reka tað fyri. Hetta eru pengar, sum skulu koma umframt tær fram­skrivingar, sum annars verða gjørdar á hvørjum ári, sigur landsstýrismaðurin. Heilsuverkið hevur fingið fleiri serlæknar í seinastuni, og í primeru heilsutænastuni eru heilir 28 kommunulæknar nú í førstum starvi. Harafturat eru seks vikarar, sum loysa av hjá kommunulæknunum. Landsstýrismaðurin ger tó vart við, at ein lækni á sjúkra­húsi­num ikki ger nakað einsa­mallur. Aðrar funktiónir skulu eisini mannast, so toymini verða fullfíggjað – fyri at sum mest kann fáast burturúr. – Hetta vita vit, og tí er neyðugt, at alt verður lyft eitt vet upp, sigur hann. Nýggi landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær fyri, at fáa allar dupultfunktiónir burt­ur úr heilsuverkinum. – Tað gevur onga meining, at somu viðgerðir verða givnar á tveimum ella trimum av okkara trimum sjúkrahúsum. Tað er ov dýrt og forðar eisini fyri, at aðrar uppgávur verða loyst­ar, sigur hann. Nýggj leiðsla Kaj Leo Holm Joihannesen er komin til sum lands­stýris­ maður heilt stutt eftir, at nýggj leiðsla hevur tikið við á teimum trimum sjúkra­hús­ unum. Ein forstjóri er. Tað er sjúkra­hússtjórin á lands­ sjúkra­húsinum, men hinir báðir stjór­ar­nir – stjórin á sjúkra­húsinum í Klaksvík og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi - eru eisini partar av samlaðu leiðslu­ni í heilsuverkinum. – Sum eg dugi at meta tað nú, so er hetta ein skipan, sum tykist at virka væl. Leiðslan arbeiðir væl saman, og tað sær út, sum tey draga eina línu og eru sinnað at brúka alla orku, sum vit hava upp á skilagóðan hátt, sigur landsstýrismaðurin. Sjálvur hevur lands­stýris­ maðurin fingið eitt málsøki, sum hann av álvara brennur fyri. – Hetta passar mær ómeta­ liga væl. Her er eitt øki, har eg kann brúka alla mína orku á. Tað er nakað heilt annað enn at vera løgmaður. Her fái eg fylgt við, hvat hendir og fái fylgt upp á tað, sum vit hava tik­ið avgerð um og tryggja, at tað verður gjøgnumført, sigur lands­stýrismaðurin. Stórur fyrimunur fyri sjúklingar og samfelagið, at tey vita, nær tey fáa viðgerð Ein trygd fyri sjúklingar at vita nær tey fáa viðgerð eru sjúk, vit hava við at gera, og tað kann koma óvart og geva eyka útreiðslur, men júst tí er tað avgerandi, at vit vita ná­ greini­liga, hvat pengarnir verða brúktir til, og hvat vit hava til serligar tilburðir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, lands­stýris­ maður.