Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 8 TEMA: Starvs- og listafólkalønir Tema Starvslønir og listafólkalønir Mentanargrunnur Landsins játtar listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið. 6,4 milliónir krónur eru í ár játtaðar til 44 listafólk. Í temanum hesaferð hyggja vit nærri eftir, hvar hesir pengarnir fara, og hvussu teir verða nýttir Í 2001 varð Mentanargrunnur Landsins skipaður, sum hann er í dag. Hann kom ístaðin fyri Mentanargrunn Føroya Løgtings. Starvsløn Løgtingið setti eina upphædd av til starvs­ lønir, har til bar hjá listafólkum og øðrum at søkja at fáa starvsløn. Játtanin er hækkað nakrar ferðir, og í ár var hon 3,1 milliónir krónur. Ein nevnd á fimm persónar metir um um­ sóknirnar og játtar. Lógin sigur, at játt­ast kann ein 3 ára starvsløn, tvær 1 ára starvs­ lønir, og starvsløni, ið eru galdandi í 1-6 mán­ aðir. Flestu av játtanum hava verið ein, tvær ella tríggjar mánaðar starvsløn. Listafólkaløn Í 2018 kom listafólkalønin inn í lógina. Har eru í ár 3,3 millión krónur at býta út. Tey, ið fáa stuðul, eru yrkislistafólk, og krav er, at tey skulu hava listarliga útbúgving. Faknevndir innstilla og Mentanargrunnur Landsins játtar. Tríggir av umsøkjarunum fáa trý ára játtan. Játtanin til starvsløn og listafólkaløn svar­ ar í upphædd til læraraløn á fólka­skúl­ans lønarstigi 21, stig 1, sum í løtuni er 30.558,63 krónur um mánaðin, umframt eftir­løn. Topp-40 Her á síðuni er yvirlit yvir, hvørji samlað hava fingið mest í játtan frá 2001 og fram til 2019. Bæði starvslønir og listafólkalønir eru tiknar við. Tølini siga, hvussu nógvar mánaðir, hvør einstakur hevur fingið játtan. Mðr Listafólkaløn 1 Carl Jóhan Jensen 95 ✔ 2 Katrin Ottarsdóttir 83 ✔ 3 Jóanes Nielsen 78 4 Rakel Helmsdal 66 5 Marjun Syderbø Kjælnæs 61 6 Tróndur Bogason Hansen 55 7 Jens L. Thomsen 53 ✔ 8 Hansina M. Iversen 51 9 Marianne Clausen 47 10 Búi Egason Dam 45 ✔ 11 Eivør Pálsdóttir 41 12 Brandur Patursson 41 ✔ 13 Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 39 ✔ 14 Sunleif Rasmussen 39 15 Rannvá Kunoy 39 16 Alexandur Kristiansen 36 17 Karstin Olgar Lamhauge 36 18 Kristian Blak 36 19 Teitur Árnason 36 20 Bárður Oskarson 34 Mðr Listafólkaløn 21 Hanni Julius Bjartalíð 31 22 Tóroddur Poulsen 30 23 Sissal Kampmann 29 24 Hanus Kamban 27 25 Guðrið Poulsen 26 26 Marianna Mørkøre 25 27 Oddfríður Marni Rasmussen 25 28 Kári Bæk 24 29 Súsanna Tórgarð 24 30 Sigrun Gunnarsdóttir 22 31 Silja Strøm 21 32 Hanus G. Johansen 20 33 Sakaris Fríði Stórá 20 34 Heiðrik á Heygum 19 35 Anker Mortensen 18 36 Dánjal á Neystabø 17 37 Eyð Matras 17 38 Rannvá Káradóttir 17 39 Astri Luihn 17 40 Bjarni Restorf 15 Listafólkalønir og starvslønir 2001-2019