Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 9 torshavn.fo Stjóri fyri teknisku fyrisitingina Hevur tú hug at royna teg sum stjóra fyri tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu? Talan er um eina av teimum størstu teknisku fyrisitingunum í landinum. Fyrisitingin er mannað av nógvum ymiskum fakbólkum á fleiri ymiskum deildum og stovnum. Starvið býður uppá nógvar stórar og spennandi avbjóðingar, stórar verkætlanir og nógvar innanhýsis og uttanhýsis samstarvspartar. Stjórin fyri teknisku fyrisiting mannar stjórnarbólkin hjá Tórshavnar kommunu saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum, fyrisitingarstjóranum og stjóranum fyri Heilsu- og umsorganartænastuni. Víst verður til heimasíðuna hjá kommununi, www.torshavn.fo, har neyv starvslýsing er. Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á telefon 302010 viðvíkjandi starvinum ella førleikakrøvunum. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsókn verður at senda til: Att.: Bjørgfríð Ludvig, Postboks 32, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo Viðmerk á umsóknina: „Stjóri fyri teknisku fyrisitingina“ Umsóknarfreistin er 21. november 2019