hósdagur 14. november 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
10
TEMA: Starvs- og listafólkalønir
Listafólk, ið higartil hava
fingið listafólkaløn
RAGNHILD HJALMARSDÓTTIR HØJGAARD,
Keypmannahavn, tekstillistafólk
Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk og arbeiðir
við ull burturav. Hon hevur millum annað listprýtt
Glasir og matstovuna Noma í Keypmannahavn. Hon
skal eisini listprýða nýggja Hilton Garden í Havn.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Ragnhild
Hjalmarsdóttir Højgaard:
Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í
hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna
kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja
siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at
endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini
hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum
stigi. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí
tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur
stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum
tann góða føroyska ullin er.
CARL JÓHAN JENSEN,
Tórshavn, rithøvundur
Carl Jóhan Jensen telist millum royndastu
rithøvundarnar í Føroyum. Útvið 40 ár hevur Carl
Jóhan Jensen burturav starvast sum rithøvundur, og
hevur hann latið úr hondum hópin av bókum, millum
annað Ó - Søgur um djevulskap, Eg síggi teg betur í
myrkri og Sær - ein fuglabók av gloymsku.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Carl Jóhan Jensen:
Ritverkini eru á høgum listarligum støði, fjølbroytt og
poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt
virði. Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað,
at hann megnar at flyta seg, og stíltilvitað ganga
nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara
samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað
næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið
verður við lívsins stóru grundspurningar.
BRANDUR PATURSSON,
Tórshavn, myndlistamaður
Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi
og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin
hjá honum er slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum, men
eisini í altjóða høpi.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Brand Patursson:
Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at
hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara
listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og
hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann
arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í
heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum,
bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska
listaheimin.
BÚI E. DAM, Nólsoy, leiklistamaður
Búi Egason Dam er sangari, sangskrivari og sjónleik
ari. Hann er millum annað kendur gjøgnum bólkin
Budam. Hann hevur eisini verið sera virkin innan
sjónleikin.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Búa E. Dam:
Verkætlanirnar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar
og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á
dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska
áskoðaran eins væl og leikararnar. Alla tíðina er
dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason
Dam tí krøvini um, at verkætlanirnar røkka væl
og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska
áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.
KATRIN OTTARSDÓTTIR, Hedehusene,
filmslistafólk og bókmentafólk
Katrin Ottarsdóttir hevur drúgvar royndir sum
yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í
føroyskari filmslist. Hon hevur greitt úr hondum fleiri
filmar, millum annað Atlantic Rhapsody, Bye Bye
Bluebird og Ludo. Hevur eisini skrivað yrkingasøvn
og stuttsøgusøvn, millum annað Aftanáðrenn, 43
bagatellir og Eru koparrør í himmiríki.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Katrin Ottarsdóttir:
Hon hevur lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt
ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Tey eru
skrivað á einum løttum og fangandi føroyskum máli.
Ivaleyst ber til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur
hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur
á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst
frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum.
Tekstillist
Bókmentan
Myndlist
Leiklist
Bókmentan/filmslist
JENS L. THOMSEN, Innan Glyvur,
tónlistamaður
Jens L. Thomsen hevur fingist við tónleik og er
kendur frá tónleikaverkætlanini Orka, ið er kend
fyri heimagjørd ljóðføri og eitt serstakt sound. Hann
hevur verið við í fleiri tónleikabólkum og á fleiri
tónleikaútgávum, har hann eisini hevur tikið upp
og ljóðblandað.
Mentanargrunnur Landsins sigur
millum annað um Jens L. Thomsen:
Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera
miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá
Jens L. Thomsen. Ætlanirnar eru væl lýstar, listarliga
stórfingnar, og somuleiðis nærverandi við ansni at
tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlanirnar
ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar
tónleikaligu grundlutirnir. Vitanin um arbeiðið
handan listaverkið fær serstakan týdning, og fremur
at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og
áskoðaran.
Tónlist