hósdagur 14. november 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
11
Skipanin við
listastuðli verður
endurmett
Arbeiðið við at endurmeta skipanirnar
við listastuðli er farið í gongd, men enn
ov tíðliga í tilgongdini til at siga, hvørjar
broytingar ella tillagingar verða gjørdar
STEINAR PATURSSON
T
á nýggja samgongu
skjalið varð undir
skrivað 14. september
í ár, stóð at lesa undir
brotinum um mentan, at skipanin
við mentanar- og listastuðli skal
endurmetast. Jenis av Rana,
landsstýrismaður í uttanríkis-
og mentamálum, sigur, at hann
hevur biðið avvarandi embætis
fólk um eina frágreiðing um
skipanirnar við listastuðli, men
at frágreiðingin er ikki klár enn,
og tí er lítið ítøkiligt at siga um,
hvørjar broytingar og dagføringar
skulu gerast.
- Eg vil fyrst og fremst hava
eina frágreiðing um, hvussu tað
gongur fyri seg, og hvørjar royndir
tey hava av starvslønunum. Hatta
er ein øgiliga stór skipan, og har
her nógv ymiskt í henni. Summi
fáa í trý ár og so aftur í trý ár,
meðan onnur fáa arbeiðsløn í eitt
ár. Eg vil hava alt økið lýst, allar
skipanirnar.
- Har eru so nógvar skipanir,
og eg vil gjarna hava innlit í allar
skipanirnar. At fáa lýst, um tær
virka eftir ætlan og um vit fáa
tað burturúr, sum vit eiga at fáa
burturúr, so at siga, sigur Jenis
av Rana, og leggur aftrat, tá frá
greiðingin fyriliggur verður av
gjørt, um grundarlag er fyri at
gera dagføringar.
Avrikskrav er ein
møguleiki
Jenis av Rana vísir á, at pening
ur til mentanarstuðul er sum
allir aðrir pengar, sum fara úr
landskassanum, og skulu tí
umsitast á rættan hátt. Í løtuni
er ikki nágreiniligt avrikskrav til
starvslønirnar ella listafólkaløn
irnar, hóast móttakararnir skulu
lata inn frágreiðing ella ávegisfrá
greiðing. Men hesum verður hugt
eftir, tá frágreiðingin frá avvar
andi embætisfólkum fyriliggur,
sigur Jenis av Rana.
- Tað er so ein partur av eftir
metingini. Um tað vísir seg, at
vit geva bara pengar út, men ikki
fylgir tí upp, tað er ikki nøktandi.
Hatta er eitt arbeiði sum alt annað.
Tey fáa eina løn, sum svarar til
eina løn hjá einum fakfólki. Tað
merkir, at tað er eitt arbeiði, og vit
mugu krevja eitt produkt.
- Ta skyldina havi eg sum lands
stýrismaður yvir fyri teimum, ið
vit taka pengar frá, sigur Jenis av
Rana.
KUNNGERÐ UM
MENTANARGRUNN
LANDSINS
Brot úr kunngerð Nr. 109,
21. september 2000 um
Mentanargrunn Landsins.
Endamál
§ 1.
1) Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í
løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir,
listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum
og stuðul til ymiskar verkætlanir.
Nevndin
§ 2.
1) Mentanargrunnur Landsins verður stjórnaður av nevnd við 5
limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Landsstýrismaðurin
tilnevnir 5 varalimir. Tveir av nevndarlimunum og
tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá
Listafólkasambandi Føroya.
Stk. 2. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina á
fíggjarløgtingslógini og aðrar inntøkur.
Starvsløn
§ 4. Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og
øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt
ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum
mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. 1) Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni
ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og
eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum
dygdareyðkennum.
Stk. 3. 1) Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis:
1) Ein starvsløn galdandi í 3 ár.
2) Tvær starvslønir galdandi í 1 ár.
3) Starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.
Stk. 4. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn
á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Stk. 5. Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða
latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt
játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu
játtanini til Mentanargrunn Landsins.
Listafólkaløn
1) § 4 a. 1)
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá
yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við
list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi
í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast
tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár.
Stk. 2. Listafólkalønir verða veittar umsøkjara við støði í
verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini
og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum
dygdareyðkennum. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við
støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara.
Stk. 3. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins setir faknevndir,
sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli
til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. Faknevndirnar
skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu
listaøkini.
Stk. 4. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda
yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan
listaliga økið.
Stk. 5. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til
læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.