Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 12 TEMA: Starvs- og listafólkalønir Almennur stuðul fortreyt fyri góðum bókmentum Carl Jóhan Jensen er tann persónurin, ið hevur fingið mest burtur úr stuðuls­grunninum hjá Mentanar­ grunni lands­ins. Starvs­løn­ir­nar og listafólkalønir eru ein fortreyt fyri at skapa bókmentir á sama støði sum aðrastaðni, tí føroyska samfelagið er ov lítið til at framleiða bókmentir til marknaðin aleina. STEINAR PATURSSON T að er eingin ivi um, at starvslønir skulu til, um Føroyar skulu vera førar fyri at framleiða bókmentir og aðra list á støði við onnur, heldur Carl Jóhan Jensen. - Tað ger sjálvandi allan munin. Tann marknaðurin, sum vit hava í Føroyum, er so pinkalítil, at tað er eingin, sum kann liva av at selja bøkur. Tað ger tað, at skulu vit hava bókmentir av týdningi, og skal tað verða møguligt hjá nøkrum at skapa bókmentaverk á hædd við tað útlendska, so má okkurt annað gerast. Skulu føroyskar bókmentir vera kappingarførar, so eru starvslønirnar lívsneyðugar. Talan er ikki um stórar upphæddir Samlaða upphæddin, ið Ment­ an­argrunnurin hevur at luta út millum føroysku listafólkini, er vaksin seinastu árini, og kanska serliga við nýggju skipanini við listafólkalønum. Carl Jóhan Jen­ sen er tað listafólkið, ið hevur notið mest av hesum lønunum, men neyðugt er at seta hesar upp­ hædd­irnar í perspektiv, heldur hann. - Tú skalt minnast til, at tey hag­tølini, sum eru, ganga um 20 ár aftur í tíðina. Yvir eitt 20 ára skeið liggur lønin um eina milli­ ón. Hyggur tú so eftir lægsta út­ gjald­inum eftir galdandi sáttmála til ein arbeiðsmann á sama tíðar­ skeiði, so er hon samanlagt um fýra fimm ferðir meira. Skipanin kann vera øðrvísi Samlaða upphæddin, sum Ment­ anargrunnurin hevur at ráða yvir, liggur um 10 milliónir krónur um árið, og av teimum fara 3,3 milliónir til listafólkalønir. Tá spurdur um hetta er nøktandi upphædd, sigur Carl Jóhan Jensen, at tað ber ikki til at siga, men at møguleiki er at skipa almenna listastuðulin øðrvísi. - Til dømis í Norra hava tey eitt slag av lønjavningarskipan - eina minstulønarskipan. Tú for­vinnur ein part sjálvur, og so fært tú eitt ískoyti, soleiðis at tað røkkur einum lágmarki. Tað hevði kanska kostað tí almenna minni og hóskað betri til okkara við­urskifti. Í Norra er framleiðsluskylda knýtt at almenna listastuðulinum, men støðan er ikki heilt tann sama í Føroyum. Framleiðsluskylda er ikki ítøkiliga nevnd í lógini, men løn­armóttakarin skal lata inn frá­ greiðing ella ávegisfrágreiðing. Kunnu fáa meira fyri pengarnar Gamla skipanin við starvslønum loyvir at geva trý ára starvsløn á gangin, men Carl Jóhan Jen­sen vísir á, at tað hevur ikki verið so vanligt seinastu árini. Sam­bært yvirlitinum hjá Ment­an­ar­grunn­ inum er trý ára starvsløn bert latin eina ferð síðan 2016. Nú er lista­fólkalønin løgd aftrat og hev­ ur verið latin í tveimum um­før­um. Frægast hevði verið við einari lønarjavningarskipan, heldur Carl Jóhan Jensen, men nýggja lista­ fólka­skipanin, ið letur lønir í trý ár á gangin, er eitt stig á rættari leið og hevur ein greiðan fyrimun fram um gomlu skipanina við starvs­lønum. - Tú kanst ætla, at er lættari at leggja arbeiðið til rættis, tá tú fært løn í trý ár.Tú kanst leggja eina ætl­an fyri at fáa ymiskt arbeiði lið­ugt og fáa gongd upp á annað. Van­sin við tíðaravmarkaðum skip­anum er, at har er ein óvissa knýtt at teimum. Hvat hendir eftir tey trý árini? Skalt tú so ikki fáa starvs­løn aftur í 10 ella 15 ár? Tú hevur jú fingið einaferð. Tí hevði hin skipanin kanska verið betri bygd upp. Nøkur ár hevði tú fingið meira, onnur ár hevði tú kanska fingið minni. Spurningurin er, um tú við slíkari skipan ikki hevði fingið meira fyri pengarnar enn við núverandi skipan. Lítið at spara burtur Í samgonguskjalinum stendur, at skipanin við starvslønum og listafólkalønum skal eftir­met­ast, og Jenis av Rana, lands­stýris­mað­ ur, sigur í aðrari grein í blaðn­um í dag, at arbeiðið er júst farið av bakka­stokki. - Tíðin má vísa, hvat kemur burt­ur­úr. Eg dugi ikki heilt at siga, hvat teir vilja. Men sum teir hava tosað, og tá tú hugsar um, hvat teir annars standa fyri, so er kanska ein vandi fyri, at teir hugsa fyrst og fremst um at spara burtur av játtanini. Men har er lítið at spara burtur. Tað er ein andstøða millum fólk ímóti øllum, hevur við list at gera. Tey halda, at tú nassar, ella at tú ert ein snultari. Men tað er ikki til at spáa um yvir hvat borð hatta kann falla. Carl Jóhan Jensen hevur seinastu fimm árini latið úr hondum fimm bøkur. Tvær teirra, Sær frá 2017 og Terningar frá í ár, eru fyrstu tvær bøkurnar í trýpartsrøð, og nú er farið undir arbeiðið at gera triðu og seinastu bókina í røðini. - Eg eri farin í holt við triðu bókina í røðini, umframt at eg havi onkrar aðrar ætlanir. Eg havi trý ára starvsløn, og eg havi eina greiða ætlan fyri tíðina, sigur Carl Jóhan Jensen.