Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 17 Starvs­lønirnar skulu skipast sum B-inntøka STEINAR PATURSSON M átin, sum starvs­ lønir og lista­fólka­ lønir verða út­ goldn­ar í løtuni, tek­ur ikki hædd fyri, at listafólk av ymiskum slag hava ymiskar ar­beiðs­útreiðslur, og tí er fræg­ ast at skipa starvslønirnar sum B-inntøku. Jón Sonni Jensen er lista­ maður, og hevur áður fingið starvs­løn frá Ment­anar­grunn­ in­um. Hann heldur, at skip­anin treing­ir til eina dag­før­ing, so­ leiðis at starvs­løn­ar­mót­tak­ar­ar sleppa undan at hava út­reiðslur av yrki sínum. Í løtuni verða starvs- og lista­ fólka­lønirnar hjá Mentanar­ grunn­inum útgoldnar sum van­ lig A-inntøka, og hetta merkir, at starvslønirnar verða skattaðar, áðrenn tær endar á kontu hjá móttakarunum. Sostatt verður ikki tikið hædd fyri teimum út­ reiðslunum, ið listafólk hava av yrki sínum. - Starvslønirnar vóru upp­ runa­liga ætlaðar til rithøvundar, og rithøvundar hava kanska ikki so nógvar útreiðslur av sín­um arbeiði. Men nú umfata starvs­ løn­irnar eisini onnur listafólk, sig­ur Jón Sonni Jensen. - Tað verður ikki tikið hædd fyri útreiðslunum hjá einum listafólki. Soleiðis, sum lógin er nú, verða rithøvundar og til dømis myndlistafólk javnsett í mun til útreiðslurnar, sum tey hava av yrkinum. Eg skal ikki siga, at rithøvundar ong­ar út­ reiðsl­ur hava, men út­reiðsl­ur­nar hjá mynd­listafólki eru munandi fleiri. Har er tilfar, atelierleiga, flutn­ingur og trygging, sum mynd­listafólk mugu taka atlit til. Fortreytirnar fyri ymsu lista­ greinarnar eru so ymiskar, sigur Jón Sonni Jensen, sum held­ur, at besta loysnin hevði verið, um starvslønirnar vórðu skatt­að­ar sum B-inntøka, soleiðis at lista­ fólk kundu trekkja út­reiðsl­urn­ar frá í skatti. - Um vit samanbera við eitt van­ligt alment starvsfólk, so hava tey øll tey tingini, ið tey hava tørv á til at gera arbeiðið hjá sær. Skrivstova, amboð og tilfar er ikki nakað, ið starvsfólkini gjalda fyri sjálvi. Soleiðis er ikki hjá listafólki. Tey tingini verða gold­in av starvslønini, aftaná at skattur er farin av. Hetta merkir, at listafólk verða lønarliga viðfarin sum starvsfólk hjá tí almenna, men í veruleikanum eru tey sum sjálvstøðug vinnurekandi, ið ikki hava møguleika fyri at draga útreiðslur frá í skatti. Í grundini merkir hetta, at listafólk hava minni eftir at liva fyri enn onnur, sigur Jón Sonni Jensen. Tað ber í grundini til hjá listafólki at søkja um verk­ætl­ an­arstuðul aftrat starvsløn ella listafólkaløn, men tað er ong­an­ tíð vist, at tú fært játtandi svar til báðar umsóknirnar, og haraftrat er tað ein óneyðugani fløkt loysn, sig­ur Jón Sonni Jensen. virkin og gert vart við teg. Tað er for­vitnisligt at lesa topp­skor­ara­ list­an hjá Mentarar­grunn­inum. Og nógv­ar meiningar eru um okkara list­arliga úrvalslið. Men kanska hevði tað verið eins áhugavert at vitað, hvør ið situr á beinkinum, og hvør ongantíð verður úttikin. Ja, hvørji fólk grunnurin tilvitað velur frá. Serliga um hesi somu hava søkt í fleiri ár á rað, uttan at fáa styrk av týdningi. Tað mugu vera evnini og skapanarhugurin, sum ger av hvørji skulu hava ment­ an­arstarvsløn. Ikki bústaðurin hjá um­søkjaranum. Laura Edit Gunnváardóttir hevur í tema í Sosialinum funnist at, at ov nógv nepotisma er í føroyska lista­umhvørvinum. - Við fyrivarni fyri at ljóða eitt sindur bittur, so meini eg, at tað er heilt nógv nepotisma innan føroyska listaheimin. Tað eru tey somu listafólkini, ið fáa fígging til verkætlanir, og tað eru tey somu listafólkini, ið verða boðin at koma til tiltøk. Ofta kann tað eisini tykjast sum, at ein sleppur ikki framat uttan rætta ummælið frá rætta ummælara, segði Laura Edit Gunnváardóttir. Er tað so, at oftari tú fært løn fyri títt mentanarstrev, tess lættari verður tað hjá tær sum list­ ar­manni at avrika og at fáa meiri al­mennan pening frameftir? - Ja, tað sigur seg sjálvt. Og kanska skuldi eitt hámark ella kvota verið fyri, hvussu nógv sami persónur skal fáa í al­menn­um stuðli. Tey, sum fáa 3 ára starvs­ løn­ir og eftirfylgjandi nógvar mán­aðir afturat til skapandi virk­semi, hava ein stóran fyrimun fram um tey, sum knógva eftir ar­beiðstið ella royna at stjala seg til onkrar løtur fyri at realisera sín­ar kreativu ætlanir. Men tað iron­iska av øllum er, at um sami og væl leskaði listamaðurin ella kvinn­an ynskir meiri stuðul, so verð­ur hann ella hon oftast tikin framum tað spírandi talentið ella tann minni viðurkenda persónin. Skipanin bítur seg í halan. Og okkara mest hámentu ummælarar tyktist meiri og meiri nærsýntir. Vit síggja eisini, at tey somu fólk­ ini verða umaftur og umaftur til­ nevnd prísir og heiðurslønir, og har­afturat eisini vald at umboða list­ina úti og heima, uttan at hetta flyt­ir skaldskapin og listina nakað nevnisv­ert. - Í míni verð kann stuðulin í Ment­anargrunni Landsins sam­ an­berast við okkara fiski­vinnu­ ríki­dømi. Vit tosa í báðum førum um ogn Føroya fólks, men summi halda, at tað mest ráðiliga er, at býta í stórar partar og at tey somu, sum frammanundan duga og hava royndirnar, fáa sum frægast burt­ urúr. Men eg loyvi mær at vera ósamd­ur. Hugmóðin og sjálv­ góðsk­an kennir ikki mun á tí skriv­andi og siglandi manninum. Og prinsip­ielt haldi eg, at tað er betri politikk­ur at lata fleiri sleppa at royna seg. Úr eini ríkari mentan sprettur tann vakrasta og mest skelkandi listin. - Spurningurin er kanska meiri, hvat vit tola og vilja góðtaka sum samfelag. Sjálvur havi eg sein­astu árini roynt meg við eini nýggj­ari krimirøð. Men eg sakni fram­vegis afturmeldingar frá bók­menta­ frøðingum og um­mæl­arum. Møguliga hava brots­mannasøgur ikki sama status í Før­oyum sum tann meiri klassiski skald­skap­ ur­in. Men tað verður trupult at bólka rithøvundar og bøkur. Bók­ menta­heimurin hevur ongi mørk. Tær nógvu mein­ing­ar­nar, breidd­ in og rúgvan, gera før­oy­ing­in áhuga­verdan. Og Føroyar verdar at syngja og skriva um. va í halan