hósdagur 14. november 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
16
TEMA: Starvs- og listafólkalønir
Hóast tey flestu munnu fegnast
um, at almenni stuðulin til list
av ymiskum slag er øktur, og
at Mentanargrunnur landsins
hevur fleiri og størri játtanir at
luta út, so eru ikki øll eins fegin
um tann leist og ta framferð, ið
higartil hevur verið lutað út eftir
STEINAR PATURSSON
F
leiri atfinningarsamar
røddir hava seinastu
árini verið á lofti, ið hava
funnist at mátanum, ið
almenni listastuðulin hjá Ment
anargrunninum verður útlutaður.
Vit hava fingið orð á Steintór
Rasmussen, sum í bókini Horvna
Rósan spinnur eina krimisøgu um
føroyskt frændaveldi, har ein hørð
høvuðsstaðarkjarna situr og stýrir
tí nógvu mentanini og listini í
landinum.
Høgni Mohr sipaði fyri kort
um til, at skipanin við listastuðuli
- starvslønirnar og listafólkaløn
irnar - verða í summum førum
stýrdar av vina- og kenningapol
itikki. Í øðrum førum verður yvir
kompenserað, soleiðis onkur slepp
ur ikki upp í part, tí at viðkomandi
kennir tey í nevndini ov væl.
Hann skjeyt upp, kanska skemt
andi, at starvslønirnar skuldu
latast tilvildarliga á tann hátt, at
onkur á kontórinum í Mentamála
ráðnum skuldi draga nøvnini úr
einum posa.
Er hald í kritikkinum? Er hetta
ein vansi við núverandi skipan?
- Tað er ikki uttan orsøk, at
Høgni Mohr fær hug at taka so
speiskliga til orðanna. Hann er
ikki einamallur, sum undrast yvir
ta vanbýtið, ið mangan tykist at
vera, tá ið nøvnini á teimum, sum
hava fingið starvsløn hava verið
kunngjørd. Ikki tí, at játtaðu um
sóknirnar ikki hava uppborið
stuðul ella almennan styrk , men
ofta liggja góðir og upplagdir
kandidatar ár eftir ár í bunkanum
og vóna at sleppa uppí part.
- Sjálvur skrivaði eg fýra krimi
skaldsøgur og gav út mína egnu
barnasangbók, áðrenn eg í ár fekk
játtað arbeiðsnáðir í seks mánaðir.
- Jú, ein skal eisini duga at
siga takk og vera eyðmjúkur
fyri hvørt oyra. Men tað er ringt
fyri sjálvsálitið hjá skrivandi og
skapandi menniskjum, um tú
ferð eftir ferð dumpar í tí ment
anarligu burturlutingini av al
mennum pengum. Men einki er
so ringt, at tað ikki er gott fyri
okkurt. Sjálvur havi eg sum fræg
ast roynt at skriva meg burturúr
frustratiónunum. Horvna Rósan
lýsir eitt samfelag, har mentan
arlig karaktermorð fáa fanan fram
í einum annars hampuligum lista
manni.
Sólfinn Hansen hevur í grein í
Norðlýsinum áður havt á lofti, at
listastuðul endar í ov stóran mun
í miðstaðarøkinum. Norðlýsið
hevði tá gjørt yvirlit yvir tey 20,
ið høvdu fingið mest í starvsløn
frá Mentanargrunni landsins. 11
teirra vóru búsitandi í Havn, fimm
teirra uttanlands, og bert fýra
vóru búsitandi uttan fyri høvuðs
staðin í Føroyum. Síðan tá er Lista
fólkalønin løgd aftrat stuðulinum
frá Mentanargrunninum, og av
teimum seks, ið higartil hava fingið
listafólkaløn, er eingin búsitandi í
Føroyum uttan fyri miðstaðarøkið.
Er almenni listastuðulin ov
miðsavnaður kring høvuðsstaðin?
- Statistiskt er tað tíanverri so,
at í nýggjari tíð hava tónleikarar,
rithøvundar, myndlistafólk og
sjónleikarar uttanfyri Havnina
ikki móttikið nakað av týdningi úr
teimum stóru almennu grunnun
um. Men um útjaðarin umboðar
eina annaðklassamentan loyvi eg
meg kortini at ivast í. Eg skal ikki
gera meg til talsmann fyri serligum
økiskvotum, men eg vildi inniliga
ynskt, at tey sum sita í ráðum og
nevndum, har tey viðgera list og
mentan, royna at skoða alt tað
føroyska landslagið. Og kanska
av og á eisini ganga minni kendar
leiðir. Til vildar øllum, kann
eingi gera. Øll hava sína fatan av
veruleikanum. Upp ígjøgnum tíð
irnar hevur nógv hugtakandi list,
tónleikur og skaldskapur verið í
høvuðsstaðnum. Ongin ivi um tað.
Men tú kanst ikki fornokta alt tað
góða og áhugaverda, sum verður
sungið, skrivað, málað, givið út og
sett á pall kring alt landið.
- Men treytirnar fyri stuðli
mugu sjálvandi verða, at tú ert
Skipanin bítur seg sjálv