Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 15 rúm­ljóm ella at skerma fyri, sigur hon. Listprýðing og verkætlanir Hon hevur verið við at gjørt fleiri verkætlanir. Millum annað list­ prýð­ingina til fyrilestrasalirnar á Glasi, har veggjateppir vórðu gjørd úr føroyskari ull at heingja fyri glasveggjununum í teimum tveimum fyrilestrasalunum. Veggja­teppini taka hvølla aftur­ ljóðið frá hørðu og sløttu flatunum úr glasi, stáli og betongi. Hon hevur eis­ini gjørt listarligu aukustikk element­ini til matstovuna Noma í Keypmannahavn, um­framt toy og pútur. Hon hevur eis­ini gjørt gólv­ teppir til Løg­mans­skriv­stovuna, nakr­ar prestagarðar og til ymisk privat­heim í Føroyum. Listakvinnan hevur eisini sýnt fram í Føroyum, Danmark og Lond­on. Ein av hennara nýggjastu upp­ gávum er at listprýða nýggja Hilt­ on Garden í Havn, sum letur upp kom­andi ár. Gevur tryggleika – Við hvørja verkætlan, eg havi gjørt, spretta nýggj hugskot, sum eg royni at menna. Starvslønin veitir mær karmar fyri at eksperi­ ment­era í enn størri mun, og gev­ ur mær ávísan tryggleika. Tað er sera gott, tí at hetta gevur mær møguleika at kannað ym­iskt nærri, ið eg annars ikki hevði havt møgu­leika fyri, sigur tekstil­lista­ kvinn­an. Arbeiðir við føroyskari ull burturav Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard arbeiðir við ull bæði sum tilfar, men eisini søgan handan ullina. – Eg leggi dent á føroyska seyðin, hvaðani ullin kemur, hvussu hon er knýtt at árligu rút­ mun­um, árstíðunum, týdn­ing­in av ullini og teir føroysku siðirnir knýtt­ir at ullini. Tað vil siga bæði søgu og framtíð. Hvar menniskjan er í samband við náttúruni í dag í mun til fyri hundrað árum síðani. Hvussu var samfelagið tá í mun til í dag? Eg royni við verkætlanini at svara nógvum av hesum spurn­ing­ un­um. Tað er eitt slag av gransking inn­an hetta økið, sigur hon. Hennara listarliga arbeiði er rættiliga fjølbroytt og hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Síðani 2014 hevur hon valt at nýtt føroysku ullina sum tilfar burturav í hennara arbeiði. – Tað er ikki bara tí at tað er før­oysk ull, men eg arbeiði eisini við øllum tí, sum er rundan um ull­ ina. Bæði tað søguliga, tað ment­ an­arliga og alt, sum knýtir seg at ull­ini. Hetta er tað, sum eg haldi er áhuga­vert, sigur hon. Veving og tufting Hon hevur fingið sær kunnleika til og nýtir ymsa tøkni, tá ið hon ar­beiðir við ullini. – Tann berandi tøknin hevur verið veving, men eg havi eisini arbeitt við tufting. Tað er kanska ikki ein tøkni, ið nógv kenna, men tað kann sammetast við ryateppir, sum vóru nógv frammi í 60-unum og 70-unum. Tað eru teppir, ið ikki eru vovin, men tað eru træðrir, ið fara upp. Tey minna eitt sindur um eina máttu, sigur hon. Burðardygt – nýtir teir fimm náttúrulitirnar Hon hevur eisini arbeitt nógv við liting, og nú arbeiðir hon við náttúrulitunum. – Eg setti mær sjálvari spurn­ ing­in, hví tað skuldi litast, tá ið vit hava teir fimm føroysku náttúru­ litirnar, sum eru so vakrir í sjálvum sær. Um tú arbeiðir við tilfari, ið er so óviðgjørt sum gjørligt, sleppur tú undan littilgongdini, tí at hon er tað tyngri fyri umhvørvið. Tí er burðardygd eitt av lyklaorðinum í mínum arbeiði. Hon hevur eisini havt fram­sýn­ ingar, har hvørt verk hevur hvør sín høvuðslit av føroyska náttúru­ litunum. Hon hevur eisini havt fyri­lestrar um nevndu litirnar, hvítt, ljósgrátt, myrkagrátt, ljósa­ mor­reytt og myrkamorreytt. – Mítt arbeiði knýtir seg at teim­um rávørunum, ið vit síggja í dag. Tað er longu ein djúpd í tí, eg geri í dag, og eg royni alla­tíð­ina at koma djypri í hesum. Eg gravi djúpari og djúpari. Eg ar­beiði konseptuelt. Har er tað ekspiri­ menterandi arbeiði millum til­ far og tøkni ein týðandi partur. Sam­spælið millum tilfar og tøkni verð­ur ofta til nakað, sum eg ikki dugi at ímynda mær áðrenn. Hetta er serliga galdandi fyri vevin, har tað ikki ber til at síggja áðrenn, hvussu tað verður. Tað er, hvat verð­ur sett í vevin, og hvussu træðr­irnir møtast, sum geva úrs­ litið, sigur hon. Frá frumkendari til háteknologiska tøkni Hon nýtir eisini aðra tøkni, til døm­is myndir fyri at síggja, hvussu hon kann lata tað gamla í nýggj­an ham. Listprýðingin á Glasi er eitt dømi um hetta, har hon hevur samstarvað við onn­ur listafólk í menningini av verk­un­ um, millum onnur fólk úr Hol­ landi, Litava og Marokko. – Hetta hevur givið mær eitt um­fatandi innlit í tøkni, mentan og handverk, sum fevnir um alt frá frum­kendari til háteknologiska tøkni. Eg arbeiði tí rættiliga breitt og nýti ymsa tøkni. Eg havi roynt nakað av hesum, men tað ber óivað til at nýta eitt heilt lív til dømis bara at veva og koma djypri niður í tilfarið og tøknina, sig­ur hon. Ov dýrt at flyta til Føroyar Ragnhild hevur í fleiri ár búð í Danmark, og hon ferðast til Før­ oya av og á í arbeiðsørindum. Men dreymurin er tó at búsetast í Før­ oy­um. – Sum nú er, tikist tað rættuliga vón­leyst at koma heim til Føroyar. Eg kenni fólk, ið ætla at flyta heim, men tað hongur ikki saman hjá teimum fíggjarliga, og tí eru tey enn í Danmark. Tað er serliga tað at fáa ein bústað, ið er vorið so dýrt í Føroyum. Eg skilji ikki, hvussu tað hongur saman, tí løn­ arstøðið er munandi lægri í Før­ oy­um, meðan livikostnaðurin er lutfalsliga høgur. Um eg skal koma heima at arbeiða sum stak­ ur uppihaldari, so fái eg tað ikki at hanga saman. Eg havi eina íbúð í Danmark, sum eg hevði kunna býtt hana um við bústað í Før­oy­ um, men sum tíðirnar eru nú, tori eg ikki reiðuliga at gera tað, sigur hon. Arbeiðsnáðir men ikki arbeiðskarmar Men eitt av endamálunum við listafólkalønini frá Ment­anar­ grunni Landsins er at geva lista­ fólkum tryggar arbeiðs­umstøður í longri tíð, so at neyðugt ikki er at stúra fyri tí fíggjarliga, so at ein kann liva av tí. Er listafólkalønin ikki nóg mikið? – Eg eri takksom fyri at fáa stuðul. Tað gevur mær ar­beiðs­ náð­ir, men tó ikki arbeiðskarmar. Í Føroyum mangla verkstovur og at eitt stað at arbeiða. Eg veit eisini um onnur listafólk, sum standa í sama trupulleika, og tí flyta tey ikki heim aftur til Føroya, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Hon vísir eisini á, at tað at ar­ beiða sum listafólk er hart. – Eg haldi at tað er eydnast at virka sum listafólk burturav. Tað er tó ikki soleiðis, at alt hevur gingið lætt og væl allatíðina. Eg havi fingið nógv nei á vegnum. Men eg eri harðfør og havi verið noydd at arbeiða hart. Um ein vil skapa sítt egna, so krevst áhaldandi ágrýtni, sigur listakvinnan. Samstarvar við onnur Ullin er hennara tilfar. Fyrr hevur hon fingið tógvið og arbeitt við tí, men nú fer hon afturum, og vil fara aftur til upprunan – heilt til grundina. – Eg havi familju, ið hevur seyð, til dømis í Fugloy og á Velbastað, men eg havi ikki verið so nógv við, tá ið royting og fletting hevur verið á skránni. Men nú ætli eg vera meira við í tí partinum eisini, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Hon ynskir eisini at hava sam­ band við tær fyritøkur og ein­stak­ lingar, ið royna at fáa meir burt­ur­ úr ullini í Føroyum. – Tað nyttar so lítið, um øll bara berj­ast í hvør sínum lagi. Føroyar eru so lítlar, og tað ræður um at fáa samstarv og synergi, skal tað eydn­ast, sigur tekstillistakvinnan. averk Samspælið millum tilfar og tøkni verður ofta til nakað, sum eg ikki dugi at ímynda mær áðrenn Eg eri takksom fyri at fáa stuðul. Tað gevur mær arbeiðsnáðir, men tó ikki arbeiðskarmar