hósdagur 14. november 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
14
TEMA: Starvs- og listafólkalønir
Ragnhild Hjalmarsdóttir
Højgaard er vorðin kend av at
gera listaverk á Glasi og á Noma
av føroyskari ull. Í skjáttuni
liggur ein listprýðing til nýggja
Hilton Garden í Havn. Føroyska
tekstillistakvinnan hevur valt
ullina til sína sergrein, og hevur
eisini fingið trý ára listafólkaløn
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Eg hevði ikki væntað at fingið
listafólkalønina. Als ikki. Tó valdi
eg at spyrja meg sjálva, at um
eg hevði fingið listafólkalønina,
hvussu hevði eg so skipa tað?
Hvussu hevði eg snikkað mína
dreymavekætlan saman? Eg valdi
at søkja. Á tann hátt fekk eg eisini
høvi at gera vart við mítt arbeiði
yvirfyri nevndini. Eg eri tikin av
bóli, at eg fekk lønina. Eri eisini
sera takksom fyri, at eg verði
viðurkend fyri tað arbeiði, ið eg
havi gjørt, sigur Ragnhild Hjalm
arsdóttir Højgaard.
Hon hevði heldur ikki væntað,
at sleppa at listprýða Glasir.
– Eg hugsaði, at eg var heldur
óroynd og helt tískil ikki, at eg fór
at vinna skitsuuppkastið. Men tað
gjørdi eg, og listanevndin valdi at
lata mær hesa ábyrgd, sigur hon.
Ull er Føroya gull
“Ull er Føroya gull” hava føroying
ar sagt í øldir. Síðstu tíðina hava
vit tó upplivað nakað heilt annað,
tá ið seyðaull og skinn í tonsavís
eru brend og farin upp í royk. Men
tað er tó onkur, ið sær virði og
møguleikarnar í ullini. Ragnhild
Hjalmarsdóttir Højgaard er ein
av teimum.
– Eg arbeiði við burðardygd, og
eg ynski millum annað at finna út
av, um vit kunnu koma aftur til
at gagnnýta ullina í størri mun.
Eg royni at hjúkla um hesa søg
una, sum liggur í føroyska seyð
inum og tann rávøran, ið kemur
av honum. Eg royni at endurhugsa
gagnnýtingina av hesum tilfari og
at lyfta virði, við at seta tilfarið í
samanhangir, ið stuðla upp undir
hesum. Eg ynski at bjóða menn
ingarmegini av og kanna, um
meira kann gerast við hana, enn
tað, ið verður gjørt í dag, sigur
Ragnhild Hjalmarsdóttir Høj
gaard.
37 ára gamla havnarkvinnan í
Keypmannahavn leggur dent á, at
neyðugt er við hugburðsbroyting,
og at neyðugt er at síggja tilfarið á
ein annan hátt, enn vit gera í dag.
Ein hugburðsbroyting, ið sæst
aftur í tíðarrákinum í dag.
– Eg royni at tvinna tað sið
bundna saman við nútíðar- og
framtíðarsamfelagnum. Eg veit
ikki svarini, men eg vil fegin
kanna tað nærri. Tað er ikki bara
endaliga úrslitið, ið hevur áhuga,
men vegurin hagar er eins áhuga
verdur, sigur hon.
Tríggir varðar í trý
ára verkætlan
Hon hevur býtt verkætlanina
uppí í tríggjar partar. Hon kallar
tað tríggir varðar, og hvør varði er
eitt ár. Fyrsti varðin verður nýttur
til rannsókn og nám. Annar varðin
verður nýttur til nýhugsan og
samanbundið við tað siðbundna,
og triði varðin er eitt slag av lop
fjøl.
– Eg vóni, at hetta kann bera
við sær, at eg kann koma út um
landoddarnar, út í Evropa at sýna
fram. Eg vóni at fáa loyvi at um
boða Føroyar á einum høgum list
arligum støði, har miðað verður
eftir at siga okkurt um okkara
samleika og samtíð. Føroyska ull
in er í serflokki, bæði tá ið talan er
um dygd og lit. Í føroysku søguni
eru nógvar ósagdar søgur, ið eiga
at hava stóran áhuga bæði fyri
útlendingar og føroyingar, sigur
hon.
Skraddari og
tekstillistafólk
Áhugin hjá Ragnhild Hjalmars
dóttir Højgaard fyri føroyskari
ull byrjaði, tá ið hon var í starvs
venjing hjá Sirri í 2005, ið tá hevði
ullavirki og klædnahandil í Vági.
Fyrst lærdi hon til skraddara, og
fór síðan víðari undir útbúgving
á Det Kongelige Kunstakademis
skole for Design.
– Eg vildi víðka um mínar før
leikar frá at gera klæðir til fólk, til
burturav at arbeiða við tekstili.
Nú arbeiði eg við føroyskari ull
í arkitekturi, og at skapa hugløg
inni í rúmum. Her miði eg móti at
økja um trivnaðin á einum staði,
til dømis gjøgnum at betra um
Ger ull til lista
Starvslønin
veitir mær
karmar fyri at
eksperimentera
í enn størri
mun, og gevur
mær ávísan
tryggleika
– Eg arbeiði við øllum tí, sum er knýtt at ullini. Bæði tað søguliga, tað mentanarliga. Hetta er
tað, sum eg haldi er áhugavert, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, tekstillistakvinna
Mynd: Ólavur Fredriksen