hósdagur 14. november 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
27
Komandi partur
Í komandi Siðsøgu kemur 5. partur av frásøgnini hjá Onnu Christiansen. Hon
greiður frá realskúlanum og arbeiðinum á posthúsinum. Eisini er frásøgn um, tá ið
Sambandsflokkurin var við at missa fótafestið á Strondum.
samband við. Hitti sjálvur ein teirra, Kim,
í fjør heyst. Hann er ógvuliga takksamur
fyri tað, sum Erna og Njál hava gjørt fyri
mammuna og beiggjarnar.
Tað hava eisini verið onnur tiltøk at
geva hesum fólkum møguleika at menna
teirra evni sum t.d. við tónleiki.
Arbeiði og heilsa
Onnur tiltøk er at skaffa fólki okkurt ar
beiði. Her hevur Frelsunarherurin tað sum
kallast Jobben. Hetta er starvsvenjing, sum
fyri kortum fekk vitjan og viðurkenning av
Sonju drotning.
Annað er heilsustøðan hjá hesum fólki
meira avbjóðandi enn hjá øðrum. Her
hevur Frelsunarherurin skipað fyri ”gate
hospital”, sum er júst fyri hesi fólk, sum
ikki trívast á vanligum sjúkrahúsum.
Sum tað sæst í bókini fær Njál viður
kenning fyri sítt virksemi. Var eina viku
i Oslo í oktober í fjør. Her søgdu fleiri, at
Frelsunarherurin og Njál saman við Ernu
áttu lívið í teimum.
Gott við góðum talugávum
Njál er signaður við góðum talugávum.
Tær verða m.a. nýttar til at eggja teimum,
sum ikki eru so væl fyri, og sum ikki hava
stóra sjálvvirðing.
Men Njál heldur, at øll hava síni virði.
Verður hann uppringdur av manni í trupul
leikum byrjar hann samrøðuna við at siga:
”Du skal vite, at du er en kæmpekar”, og so
verður hildið fram við ørindunum.
Njál hevur eisini evni at eggja øðrum
til at vera við í arbeiðinum. Eitt dømi er
advokaturin, sum var blivin fráskildur,
og sum sat einsamallur á jólum, og ikki
visti hvat hann skuldi gera. So fær hann
hugskotið at ringja til Frelsunarherin og
bjóðaði sær at hjálpa til, um tørvur var á
tí á jólum. Hann fekk samband við Njál,
og hesin maður hevur síðan tá verið av
fremstu stuðlum hjá honum. Hann hevur
nýtt hvørji jól saman við Njáli at hjálpa
teimum illa støddu, sum ongan góðan
høvdu á jólum. Og hvønn sunnudag ger
hann døgurða til tey, sum koma á Fyrlyset.
Hansara søga er eisini við í bókini saman
við øðrum líknandi.
Ein er um løgregluovastan Jørn Kr.
Jørgensen, ein annar góður vinur hjá Njál.
Hann hevur verið ógvuliga spentur upp á
hesa bók, og hann eigur ta frálíku permu
myndina.
Sjálvt í deyðanum er Njál har
Tað kann sigast, at Njál saman við Frels
unarherinum umboðar ein rúmligan krist
indóm, og hetta skapar virðing hjá øllum.
Hann skipar fyri jarðarferðum hjá sínum
viðskiftafólki. Hesar kunnu vera kristiligar
bæði við og uttan jørðákasting. Men tær
kunnu eisini vera ”gudleysar” eftir ynski
frá familjuni. Tó kann hann tá sníkja ”Gud”
inn í taluna. Tað verður eisini tolt.
Men Njál kann eisini seta mørk. Ein dag
in kom ein rúsevnisbrotsmaður til hansara
og segði, at hann var blivin umvendur. Ein
gudsmaður hevði sagt honum, at nú hevði
Gud fyrigivið honum alt, og at tað var slætt
borð. ”Nei,” segði Njál, ”slætt borð er ikki,
fyrr enn tú hevur játtað tíni brotsverk fyri
myndugleikunum og tekur tína revsing.
Hetta gjørdi hann so og var dømdur at sita.
Njál vitjaði hann í fongslinum, og nú ganga
teir á møti saman.
Heiðursmerki
Hóast Njál ikki hevur leitað eftir almenn
um heiðri, so slepst ikki undan tí. Sum
dømi kann nevnast, at Erna og Njál eru
fyrstu hjún, sum hava fingið kongsins gull
í Noregi. Hetta er nakað, sum svarar til at
gerast Dannebrog riddari.
Eitt annað dømi um heiður er, at Njál í
2000 fekk ta sokallaðu St. Halvard Heið
urslønina frá Oslo kommunu. Tann sitandi
borgmeistarin í Oslo, Marianne Borgen,
sigur um Ernu og Njál:
Blandt byens belastede rusmisbrukere
er Erna og Njál Djurhuus vel kjent og høyt
værdsatt. Sentret stengte om ettermid
dagen, og da startet Njál sitt arbejde ute i
byen, blandt andet med utdeling af mat ved
suppebussen og opsøkende virksomhet.
I sitt arbejd har Njál Djurhuus nedlagt
en stor indsats. Han har ogsaa i kontakt
med media, kommunale politikere og ad
ministartion bidratt til å sætte fokus på den
sosialpolitiske utfordring, som rusmisbruk
repræsenterer. Njål Djurhuus har været
med på å give byen et menneskeligt ansigt
og lindre noen av de sår, mennesker har,
når de lever under vanskelige livsforhold.
Fyrlyset er fortsat et vigtigt tilbud i Oslo.
Stoltenberg við og ímóti
Millum tey, sum Njál hevði samskifti við,
var kendi norski politikarin Thorvald
Stoltenberg, sum vitjaði fleiri ferðir í Før
oyum. Hann átti eina dóttir, Nina, sum var
rúsevnisbrúkari, og sum doyði av tí. Men
Stoltenberg var opin um hetta, og hetta
var ein stuðul til sakina hjá hesum fólkum.
Fyri hetta fekk Stoltenberg William
Booth heiðurslønina frá Frelsunarherinum.
Í samkomu í hesum sambandi kom Njál at
sita undir liðini á soni Thorvalds, Jens, sum
tá var forsætisráðharri. Tá avdúkaði Jens,
at hann í ungum døgum hevði verið við í
mótmælistiltaki móti Frelsunarherinum
vegna eina byggiætlan hjá teimum. Hetta
kundu teir báðir flenna at nú. Jens Stolt
enberg er nú aðalskrivari hjá NATO við øll
um teimum avbjóðingum, stovnurin hevur
ikki minst í hesum døgum.
Ótrúligt virksemi
Tað var ein serlig uppliving at vitja Njál
í oktober í fjør og fáa innlit í tí ótrúliga
arbeiði, sum Frelsunarherurin ger í Noregi.
Tað hevur verið ein fragd at arbeiða
við hesi bók. Hetta hevur givið innlit í,
hvussu nógv fólk kunnu fáa frá hondini,
um hjartað er á røttum stað.
Bókin hevur nógvar forkunnugar
myndir, sum siga meira enn mong orð.
Aftur eitt gott dømi um føroyingar, ið
gera ein mun , eisini uttanfyri Føroyar
Undirheitið á bókini er ”Ljós í Skugga”.
Boðskapurin er eisini, at vit øll kunnu
vera ljós í skugga við á ein ella annan hátt,
at hjálpa teimum, har tørvur er á tí.
Erna og Njál skipaðu eisini fyri jarðarferðum hjá “sínum” fólki
Njál í mál
Erna og Njál saman við Haraldi, kongi
James, pápi Njál