hósdagur 14. november 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
B
ókin um Njál Djurhuus er ein
serlig søga um eina serstaka
ætt, og ein serligan mann við
eini serligari konu, Erna. Fyri
20 árum síðani kom ein bók um Njál og
Ernu í Noregi. Hóast okkurt gongur aftur,
so er hetta ein heilt onnur bók, serliga
ætlað føroyskum lesarum. Her eru eisini
fleiri onnur øki komin við, eisini um tann
horvna pápan, sum Njál fann aftur.
Omman avgjørdi, hvar
skápið skuldi standa
Bókin byrjar við eini lýsing av ættunum hjá
teimum báðum. Abbi Njál, Olivar, var úr
Kollafirði og omman, Anna Sofía, var ættað
úr Miðvági. Sum nógvar konur tá í tíðini var
hon ”maðurin” í húsinum. Tá ið hon helt,
at tað ikki var nóg liviligt í Kollafirði, flutti
hon til Havnar við børnunum. Hetta hendi,
meðan maðurin var til skips. Tá ið hann
kom heim aftur, lá ein seðil á borðinum,
sum segði nakað soleiðis: ”Góði Olivar. Vit
eru flutt til Havnar. Tú kann koma aftaná
um tú hevur hug.” Tað gjørdi hann so. Tey
búðu í Portugalinum í Tinganesi, har tey
høvdu eina hædd, so her hevur ikki verið
nógv pláss til hesa stóru familju.
Hvør var pápin?
Longu tá ið Njál var føddur, skapti hann
søgu. Hann man hava verið eitt av teimum
fyrstu eingilskmannabørnunum, sum vóru
úrslit av bretsku hersetingin í apríl 1940,
føddur í apríl 1941. Mamma hansara, Sofía,
var bara 16 ára gomul, tá ið hon fekk hann.
Tað er lætt at rokna út, at her hevur onkur
gjørt skjótt av.
Eingin visti nakað, so hetta hevur verið
ein øgiligur hvøkkur, tá ið Njál kom til
verðina .
Eftir at vera komin fyri seg eftir hvøkk
in, avgjørdu omman og abbin, at ”hendan
drongin eiga vit”, og hann vaks upp í hesi
stóru familju, sum taldi tilsamans 10 systk
in.
Njál fekk ein góðan barndóm, og hann
minnist einki til, at hann varð happaður,
sum ikki var heilt óvanligt hjá børnum í
hesi støðu. Hansara familja vardi hann,
men hinvegin fekk mamman, Sofía, at
hoyra fyri sítt ”brotsverk.” Hetta skapti hjá
henni ein hug at hjálpa teimum veiku, ein
kensla sum seinni eisini gjørdist drívmegin
hjá Njáli.
Sum Njál vaks upp fekk hann hug at
vita, hvør pápin var. Onnur børn høvdu
ein pápa men ikki hann. Men her fekk bara
at vita, at hann var funnin í bilinum hjá
Doktor Poulsen.
Men longsulin eftir at kenna pápan
hvarv ikki.
Bókin er eisini søgan um, hvussu hann
seint í lívinum fann pápa sín. T.v.s. hann var
deyður tá, men hann fann sína ætt, og fekk
at vita um pápan. Tað vísti seg, at hann
var ein ordans maður. Hann var góður
við Sofíu og vildi fegin hava samband
við sín lítla son. Hann hevði eisini goldið
alt hann skuldi og kanska meira afturat.
Men omman og abbin vildu ikki, at pápin,
James, fekk samband tey bæði. Soleiðis
vóru tíðirnar tá, og hetta var uttan iva
gjørt í góðari meining. Tað var kanska líka
frægt. Annars kundi Njál havt endað sum
ein ókendur skoti!
Henda søgan er eisini endurgivin á
enskum seinast í bókini sum eitt íkast til
søguna um føroyska hermannabørnini,
sum nú verður atkomilig hjá enskttalandi
áhugaðum.
Petur Háberg kemur inn í myndina
Njál vaks upp fyrstu árini úti á Reyni, og
hann roknar seg sum ein rættan reyna
drong. Tí eigur Reynið við Tinganesi og
fólkini har eisini umrøðu í bókini. Seinni
fluttu tey yvir í Lon, revagarðarnar.
Familjan hjá Njál bleiv skjótt ein partur
av Frelsunarherinum í Havn. Her kom
Erna eisini, og tey blivu góð. Tað sá gott
út hjá teimum. Njál hevði fingið arbeiði
á Gjaldstovuni, og hetta skuldi verið eitt
trygt framtíðarstarv.
Men tá er tað, at Petur Háberg, kendur
maður í Brøðrasamkonuni í Havn, kemur
inn í myndini. Hann sá fyri sær, at Njál var
ein maður, sum hevði evni á tí andaliga
økinum, og hann eggjaði Njál til at fara
hesa leiðina. Tað vísti seg, at Erna hevði
gingið við sama kalli, men hon tordi ikki
at siga tað við Njál av ótta fyri at missa
hann. Nú tað vísti seg, at tey vóru samsint,
var avgerðin løtt at taka, og í 1961 fóru tey
á offiserskúla hjá Frelsunarherinum í
Noregi.
Út á gøtuna at hjálpa illa støddum
Eftir at tey høvdu virkað ymsastaðni í
Noregi, og eisini í Íslandi, byrjar í 1985 eitt
serligt tíðarskeið í teirra lívi, nevniliga í
Fyrlyset í Urtegata í Oslo.
Her er tað, at tey sum eru ringast
fyri í samfelagnum koma, og tað verður
nógv tikið til tann innsatsin, sum Erna
og Nájl gjørdu fyri hesi fólk. Hetta var
bæði tímiliga, sum t.d. við mati, reinføri
og klædnavask, og so tað andaliga. Erna
hevði annars ein avgerandi leiklut í hesum
verki, og bókin er eisini ognað minninum
um hana. Tey vóru nógv sum roknaðu
hana sum ein mamma, sum tey altíð kundu
koma til. Hon andaðist í 2016.
Fótbóltur ger undurverk
Erna og Njál staðfestu, at tað er týdning
armikið at geva hesum fólkum nakað,
sum tey kunnu ganga uppí við lív og sál
fyri at koma burtur úr teirra støðu. Eitt
av hesum er fótbóltur. Og sjálvt um hann,
sum skrivar bókins stórt ikki hevur verið
til ein fótbóltsdyst í lívinum, so eitur ein
partur í bókini ”Fótbóltur ger undurverk”.
Tískil byrjaði Njál í 1995 eitt fótbóltslið
av “gøtufólki”. Hetta gav so góð úrslit, at nú
eru enntá HM kappingar í gøtufótbólti, har
tað andaliga eisini eigur sítt pláss.
Hetta hevur eisini fingið nógvar menn
upp á rætt kjøl aftur. Sjálvur er Njál áhug
aður í fótbólti, og so merkiligt er tað, at
tann ókendi pápin gjørdi tað sama við
dreingir heima í Skotlandi fyri at fáa teir
á rættkjøl.
Filmur kann eisini nýtast í hesum verki.
Eisini hevur Njál verið við til at skapa film
in »Gatas Gynt«, har sjónleikararnir vóru
»gøtufólk«. Tað vísti seg, at fleiri av teim
um vóru framúr sjónleikarar. Sjálvur hevði
Njál leiklutin sum prestur. Hesin filmur
var eisini við til at fólk góvu hesum fólk
um ans.
Ein av hesum sjónleikarum var Synn
øve, sum stutt eftir doyði orsakað av yvir
gangi hjá rúsevnisseljarum. Hon átti fýra
synir, og nú tekur Njál hond teir av henn
ara synum., sum tað er eydnast at koma í
Bókin »Njál - ljós í skugga« er søgan um ein sermerktan
føroying, sum hevur gjørt mun at hjálpa teimum
veiku. Her kann fótbóltur eisini nýtast
SIÐSØGA
Njál:
ØLL KUNNU VERA LJÓS Í SKUGGA
Ein felagi er deyður á gøtuni, og Njál er boðsendur
Njál á vitjan hjá teimum heimleysu í Urtegata