hósdagur 14. november 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
25
IN SKAL DAGFØRAST
lúka hesar ásetingarnar í øllum
viðurskiftum. Serliga nýtslan av
varðhaldsfongsling og avbyrging
er viðkomandi at hava í huga.
Í sambandi við uppskotið um
at dagføra rættargangslógina
hevur Amnesty International
Føroyar sent landsstýrinum eitt
hoyringarskriv við yvirskipað
um viðmerkingum. Í hoyrings
skrivinum setur felagsskapurin
spurnatekin við, um dagføringin
av rættargangslógini fer at hava
nøktandi broytingar við sær, um
eingi krøv um alment atkomandi
tøl fyri varðhaldsfongslingar og
avbyrgingar í varðhaldinum fylgja
við. Amnesty vísir somuleiðis á,
at fongsulsviðurskiftini elva til
óneyðuga nógvar avbyrgingar, og
at avbyrgingarnar høvdu verið
færri, um vit høvdu meira enn
bara eitt varðhald í Føroyum.
VARÐHALDSFONGSLING
Amnesty fegnast m.a. um, at
krøvini fyri at varðhaldsfongsla
á summum økjum verða herd,
soleiðis at tey samsvara við
donsku lógina. Men sammmet
við onnur Norðurlond er Dan
mark eingin fyrimynd, tá ið
um varðhaldsfongsling ræður.
Danmark liggur nevniliga á odda
við flestum varðhaldsfongsling
um. Í 2012 vóru 33 % av øllum inn
settum varðhaldsfongslað móti 25
% í Noregi og Svøríki. Í Finnlandi
vóru tey 19 % og í Íslandi 12 %.
Í hesum sambandi er viðkom
andi at meta um fyrimunir og
vansar við at víðka um reglurnar
fyri rættarverjuvarðhaldsfongsl
ing, sum uppskotið annars leggur
upp til í samband við ávíst brots
verk.
AVBYRGING
Hyggja vit nærri at tølunum
fyri avbyrging í varðhaldi í Dan
mark, síggja vit greitt, at tølini
eru heilt nógv minkað síðan 2001,
tá ið broytingar vórðu gjørd
ar í donsku lógini. Havast má í
huga, at talan ikki bara var um
eina lógarbroyting, tí lunnar
vórðu samstundis lagdir undir
eina grundleggjandi hugburðs
broyting. Serliga áhugavert er tað,
at ríkisákærin í eini árligari frá
greiðing almannakunnger tølini
fyri langar varðhaldsfongslingar
og avbyrgingar í Danmark. Tøl
ini benda á eitt sokallað paradig
muskifti eftir lutfalsliga stutt
ari tíð. Talið fyri avbyrgingar í
varðhaldinum er minkað úr 553
avbyrgingum í 2001 niður í 17 av
byrgingar í 2017. Tað er ein minking
upp á meira enn 90 %.
Sambært útsøgnum hjá av
varðandi myndugleikum í Føroy
um fylgja føroyskir myndugleikar
í stóran mun donsku lógini, og tí er
áhugavert at spyrja, um gongdin
hevur verið tann sama í Føroyum
tey seinastu árini. Tað er ikki so
einfalt at svara hesum spurning
inum, tí tølini eru ikki alment at
komandi. Ákæruvaldið hevur tó
útflýggjað Amnesty tølini fyri tey
seinastu fimm árini, og tey síggja
soleiðis út:
TØL TALA
"Hava vit fólkatalið í Føroyum í
huga, eru tølini lutfalsliga nógv
hægri í Føroyum enn í Danmark.
Hyggja vit t.d. at 2017, vóru til
samans 17 avbyrgingar í donsk
um fongslum móti heilum 13 í
føroyska varðhaldinum.
Tá vit bert síggja tøl fyri 5 ár
skulu fyrivarni takast fyri hesum,
men tølini benda á, at tað er ógvu
liga ivasamt, um broytingarnar og
hugburðsbroytingin, sum hendar
eru í Danmark síðan 2001, og sum
hava havt eina minking upp á
meira enn 90 % við sær, í sama
mun eru hendar í Føroyum.
Amnesty vónar, at ríkisákærin
ella onkur annar myndugleiki fer
at almannakunngera føroysku tøl
ini í framtíðini. Amnesty vónar, at
myndugleikarnir fara at síggja til,
at so verður, nú rættargangslógin
verður dagførd.
UMSTØÐURNAR VIÐ EINUM
VARÐHALDI ERU ORSØK
TIL FLEIRI AVBYRGINGAR
Amnesty hevur í samrøðu við bæði
ákæruvald, verja, kriminalforsorg
og dómara fingið ábendingar um,
at umstøðurnar við bara einum
varðhaldi hava við sær, at av
byrging verður brúkt meira, enn
neyðugt hevði verið, um vit bæði
høvdu eitt varðhald og eitt fongsul
í Føroyum.
Hóast varðhaldið í Mjørkadali
er eitt varðhald, virkar tað eisini
sum opið og afturlatið fongsul.
Fólk, sum arbeiða í skipanini, siga,
at av tí at varðhaldsfongslað sita
saman við fangum, sum kunnu
fáa vitjan, fara út o.s.fr., mugu
tey oftari lata sær avbyrging og
bræva- og vitjanareftirlit lynda.
Umstøðurnar hava eisini av
leiðingar fyri tey, sum sita dóm, tí
hesi noyðast at laga seg eftir varð
haldsumstøðum, hóast tey hava
rætt til fongsulsumstøður. Hetta
hevur stóra ávirkan á gerandis
dagin, tí umstøðurnar í einum
varðhaldi krevja meira eftirlit og
fleiri avmarkingar.
Undir nøktandi umstøðum eig
ur tilveran hjá einum varðhalds
fongslaðum at verða ‘normal
iserað’, um viðkomandi fær dóm.
Viðkomandi eigur at fáa atgongd
at nógv fleiri møguleikum sum
til dømis vitjanum undir minni
eftirliti, fleiri tilboðum um
virkismøguleikar og sosialum
sambondum við onnur, sum inni
sita. Men megna vit hetta undir
núverandi umstøðum? Og ein
annar stórur spurningur er, um
tað kann góðtakast, at fangar
verða sendir til Danmarkar at sita
drúgvari dómar?
"Øll hesi viðurskiftini eiga at
verða lýst gjølla, og okkurt ítøkiligt
eigur at verða gjørt við hesar
samfelagsligu avbjóðingarnar.
Í mars 2020 fer Amnesty Inter
national Føroyar at skipa fyri
almennum fundi um fongsuls
viðurskiftini í Føroyum.