hósdagur 14. november 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
24
Í vikuni verður uppskot um dagføringar í
rættargangslógini lagt fram í løgtinginum.
hesum hevur amnesty sóknast eftir í nógv
ár, og tí fegnast vit um, at arbeiðið nú er
so mikið áliðið. Felagsskapurin vil tó nýta
høvi at seta spurnatekin við, um dagfør
ingarnar í samband við varðhaldsfongsling
og avbyrging føra til nøktandi broytingar,
um einki krøv um alment atkomandi tøl
fylgja við. amnesty vónar, at myndug
leikarnir fara at síggja til, at so verður,
nú rættarganslógin verður dagførd.
"Tað er gott og neyðugt, at rætt
argangslógin nú verður dagførd.
Talan er um nógvar broytingar.
Amnesty hevur serliga hugt at
broytingunum, sum hava við
drúgva varðhaldsfongsling og
avbyrging í varðhaldinum at
gera. Umstøðurnar hjá varðhalds
fongslaðum eru als ikki nøktandi
og eiga at verða munandi bøttar.
Varðhaldsfongslað eru undir
stórum trýsti, og nógv teirra
stríðast við sálarligar trupulleikar.
Tey hava avmarkaða atgongd at
sosialari samveru og fáar virkis
møguleikar við innihaldi at velja
í. Tey liva tí undir ógvuliga trupl
um umstøðum, hóast tey ikki
eru dømd fyri nakað. Eisini eru
tølini fyri avbyrgingar í varðhald
inum alarmerandi, hóast vit vita,
at summi eftir bara heilt fáum
døgum kunnu fáa varandi sálar
ligt mein av at sita avbyrgd.
ALTJÓÐA MANNARÆTTINDI
Í ST-heimsyvirlýsingini frá 1948
verður staðfest, at “eingin skal
verða píndur ella harðliga, ómenn
iskjansliga ella vanæruliga við
farin ella revsaður”. Nógvar aðrar
altjóða samtyktir staðfesta hetta
sama, eitt nú tann evropeiski
mannarættindasáttmálin, ST-
sáttmálin um borgarlig og polit
isk rættindi og sáttmálin móti
píning og aðrar grimari, ómenn
iskjansligari ella niðrandi viðferð
ella revsing. Hetta eru ásetingar,
sum Føroyar hava bundið seg til
at fylgja. Tað er tó ivasamt, um vit
Viðmerkingar
RÆTTARGANGSLÓGI
AMNESTY MEINAR:
- Men átrokandi tørvur er eisini á almennum
tølum og betri umstøðum í varðhaldinum