hósdagur 14. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
23
GREINARØÐ: Dagstovnaøkið
hjálparfólk á stovnunum, ið
eru støðug, og sum gera eitt gott
arbeiði.
- Námsfrøðingar hava eina
útbúgving og eina vitan, sum
eigur at avspegla, at tað eru
útbúgvin fólk til arbeiðis. tað
eigur eisini at merkjast í, hvussu
børnini verða møtt og hvussu
tey verða rúmaði. Hevur tú ikki
útbúgvingina, so møtir tú børn
unum við tí, sum tú hevur og
ikki við eini fakligari bakgrund.
Tað er ikki skeivt í sjálvum sær,
men hitt eigur at tryggja, at øll
børn verða møtt við teimum
avbjóðingum, sum tey hava, og
at tey verða sædd og vird við
teimum meiningunum, sum tey
hava, sigur hon.
Mátin børnini verða møtt
uppá myndar teirra sjálvsfatan.
Og verður tú ikki møttur við tí
tilfeingi tú hevur, og at tú kanst
geva til felagsskapin, so kann tað
ávirka sjálvsvirði hjá barninum,
sigur hon.
Granskingin sigur, at børn
eru ikki fødd við at duga at liva
seg inn í støðuna hjá øðrum.
Hetta er nakað, sum tey læra
frá øðrum frá tí løtuni, tey eru
borðin í heim. Tí er umráðandi,
at tey eru saman við vaksnum,
so tey kunnu læra at vera saman
við øðrum og at knýta vinabond
við onnur.
Tað eru faktorar, ið eru um
ráðandi fyri menningina, og sum
tú skalt brúka alt títt lív, sigur
Jórun Niclasen.
Trýstið ávirkar børnini
Krøvini og trýstið á námsfrøð
ingarnar í dagstøvnunum kring
landið er økt nógv seinastu árini,
og nú gera námsfrøðingar aðrar
skrivligar uppgávur og arbeiða
við meir torgreiddum av
bjóðingum, enn teir gjørdu fyrr.
- Dagsstovnurin eigur ikki at
vera statiskur. Hann er broyti
ligur, tí tað er lív í, og børnini
mynda gerandisdagin, og tað
sum stovnurin stendur fyri,
sigur Jórun Niclasen.
Vit hava í longri tíð hoyrt
um trýstið, sum liggur á dag
stovnaøkinum. Námsfrøðingar
gera vart við ótolandi arbeiðs
umstøður, starvsfólk og leiðarar
verða strongd og fleiri uppsagnir
hava verið. Jórun Niclasen
heldur eisini, at trýst og stongd
ávirkar arbeiðsorkuna hjá
starvsfólkunum á stovnunum,
og er arbeiðsorkan ikki til staðar,
so ávirkar tað sjálvsagt eisini
børnini.
- Tað sama hendir eisini, tá
starvsfólk eru nógv sjúk, og
nógvir vikarar koma inn. Tá
kann man ikki halda tað støði,
sum man hevði ynskt, sigur hon.
Sjálvsagt er tað ringt at siga,
hvørja ávirkan vánalig normer
ing kann hava á menningina hjá
børnunum. Foreldur og onnur
hava eisini ein týðandi leiklut
í lívinum hjá børnunum, og í
dag ferðast børn á so ymiskum
pallum, men læra børnini ikki
grundreglurnar um, hvussu tey
eru millum onnur, so kann hetta
ávirka tey seinni í lívinum
- Tí er tað týdningarmikið, at
tey vaksnu eru sjónlig og veg
leiða børnini, tá ein negativur
atburður ger seg galdandi. Tey
eiga at hjálpa børnunum at seta
orð á negativa atburðin, so barn
ið sær, at tað er atburðurin og
ikki einstaklingurin, ið er trupul
leikin, sigur hon til endans.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað snýr seg heldur ikki bert um at
fylla fólk inn á stovnarnar, tí vita
tey ikki, hvat tey skulu gera, so er
spurningurn, hvussu nógv tað gagnar
Karmurin rundanum
dagstovnarnar er
dagsstovnalógin,
kunngerðin um virksemi á
dagstovnum og dagrøktum
og námsfrøðiligu
stevnumiðini. Hesi áseta,
hvat dagstovnarnir skulu og
hvat endamálið er.
FAKTA
Endamálið hjá
dagsstovnunum er, at
børnini mennast, læra og
luttaka í felagsskapinum.
FAKTA
Tað er einki minsta mark
fyri, hvussu normering á
stovnunum eigur at vera.
Kommunurnar hava ein
býtislykil at ganga eftir,
men hann er ymiskur frá
kommunu til kommunu.
FAKTA
Vil man hava námsfrøðiliga dygd á stovnarnar, so má tíð setast av til námsfrøðiliga arbeiði, sigur Jórun Niclasen