Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 22 GREINARØÐ: Dagstovnaøkið ANNIKA KUNOY IM F erð eftir ferð verður ljós varp­að á dagstovnaøkið, ið er niðurraðfest. Tor­ ført er at fáa náms­frøð­ ingar inn á økið at starv­ast og at støðast. Viðmælt verður, at tveir triðingar av starvs­ fólkunum á stovnunum eru námsfrøðingar, men hetta megna verri enn so allir stovn­ ar­nir. Námsfrøðingarnir á stovn­unum sakna eisini, at tíð verður sett av til fyrireiking og eftir­meting av námsfrøðiliga arbeiði­num. Tvær fyritreytir fyri góðsku á stovnunum, spyrt tú Jóruna Niclasen, leiðara í náms­frøðiligu ráðgevingini í Klaks­víkar kommunu. - Í høvuðsheitum vil eg siga, at hevur man vælútbúgvið fólk, og er arbeiði skipað, so er tað trygd­in fyri, at námsfrøðiliga arbeiði er í ordan, sigur hon. Námsfrøði er millum annað mátin, fólk eru saman uppá – bæði vaksin og børn. Tí mugu tey, sum arbeiða við námsfrøðini bæði vera tíðilig og fleksibul í sín­um atburði, tí eingin er líka. - Vil man hava námsfrøðiliga dygd á stovnarnar, so má tíð set­ast av til námsfrøðiliga ar­ beiði. Børn eru ymisk, og tí snýr námsfrøðiligt arbeiði seg millum annað um at geva børn­um nógvar og ymiskar av­bjóð­ingar, so øll børn fáa røttu av­bjóð­ ingarnar, sigur Jórun Niclasen. Tørva fyrireikingartíð Tað er umráðandi, at náms­frøð­ ing­ar fara tilvitaðir til verka, og børnini á stovnunum vita, hvat liggur fyri dagin. Tað tek­ ur tíð hjá námsfrøðingum at seta í verk tað, sum karmarnir um dagstovnarnir áseta. Tó er ikki ásett í sáttmálanum hjá námsfrøðingunum, at teir fáa tíð til fyrireiking. Tí mugu námsfrøðingar fyrireika seg í frítíðini ella saman við børn­ unum. - Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til at gera bæði í senn, sigur Jórun Niclasen. Í nærri greinig av, hvat náms­frøðiliga arbeiði inniber, sigur hon, at tað í stóran mun er relatiónsarbeiði, tí tað snýr seg um at menna eitt tilknýti til børnini, sum koma á stovnin, og at børnini, ið eru á stovninum menna eitt tilknýti til staðið og bólkin, sum tey eru í. - Hvør dagur er nýggjur og hvør løta er nýggj, og tí má man alla tíðina vera tilvitaður um, at hetta tilknýtið hjá børnunum er í lagi, sigur hon. Stórur tørvur á námsfrøðingum Tað mangla námsfrøðingar á dagsstovnaøkinum í øllum landi­num. Hetta er ikki ein nýggj­ur trupulleiki, greiðir Jórun Niclasen frá, men hann tykist trupul at loysa. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at tað mangla so nógvir námsfrøðingar á dagstovnunum. Í dag starvast náms­frøðingar ikki bert á dagstovnum, men teir eru eisini á eldraøkinum, serøkinum, heilsu­verkinum, skúlunum og aðra staðni. Tilboðini eru fleiri til útbúnar námsfrøðingar í dag, enn tey vóru fyrr. Normeringin skal snúgva seg um børnini Tá normering verður ásett til stovnarnar, so er ikki bert talan um tíð, sum starvsfólkini hava saman við børnunum. Ofta er leiðslu­uppgávur, køksuppgávur, praktiskar uppgávur, fyrireiking og annað íroknað. Hetta heldur Jórun Niclasen ikki vera í lagi. - Tíðin, ið verður brúkt til ann­að enn børnini átti at verið uttan­fyri normeringina, heldur hon. Manglandi normeringar kann hava tá ávirkanina, at man ikki sær einstaka barnið, og tey, ið hava avbjóðingar og serligan tørv ikki verða sædd ella fáa ta hjálpina, ið tey áttu at fingið. Umráðandi við námsfrøðiligari vitan Gransking hjá danska sálar­frøð­ ingi­num Kirsten Elisu Petersen vísir, at tað umframt góða normer­ing á stovnunum eisini er um­ráðandi, at starvsfólk er út­búgvið, tí tað er samanhangur mill­um útbúgvið starvsfólk og dygd á stovnunum. Eisini er um­ ráðandi fyri dygdina av arbeiði­ num á stovnunum, at starvs­ fólk støðast, so børnini koma at kenna tey væl. Skipað arbeiði á stovnunum gevur eisni børnum høvi til at for­djúpa og hugsavna seg um tær uppgávur, ið tey hava. Hetta er umráðandi, tí stovnurin skal vera ein mynd av børnunum, ið eru har. - Tað eru teirra áhugamál, ið seta dagsskránna, sigur Jórun Nicla­sen. Granskingin hjá Kirsten Elisu Petersen vísir eisini, at eru børnini ov nógv einsamøll, so er vandi fyri, at tey finna sam­an í óhóskandi felagsskapir. Hetta sæst millum annað, tá tey sterk­ astu børnini taka valdið í felags­ skapinum. - Tí tað eru tey vaksnu, ið eiga at vegleiða børnini í empati og inklu­sjón, sigur Jórun Niclasen. Námsfrøðiliga arbeiðið skal tryggja, at øll børn fáa lut í felags­skapinum, og hetta krevur tíð og umhugsni. Tað eru tey vaksnu, ið hjálpa børnunum í at fáa lut, um tað er so, at summi eru uttanfyri. Tað er ymiskt, hvussu hetta verður gjørt, og tað er treytað av, hvørji børn talan er um, og hvørjar orsøkirnar eru til, at tey ikki luttaka. Lógin sigur, at tveir triðingar av starvsfólkunum á stovnunum eiga at vera námsfrøðingar, men tað er ymiskt, hvussu tað er á stovn­unum, og tað broytist alla tíðina. - Tað snýr seg heldur ikki bert um at fylla fólk inn á stovnarnar, tí vita tey ikki, hvat tey skulu gera, so er spurningurn, hvussu nógv tað gagnar, sigur hon. Hon leggur tó eisini dent á, at tað eru fleiri ómetaliga góð MANGLARNDI MANGLARNDI NORMERING KANN NORMERING KANN ÁVIRKA BARNIÐ ÁVIRKA BARNIÐ SEINNI Í LÍVINUM SEINNI Í LÍVINUM Læra børnini ikki grundreglurnar fyri, hvussu tey eru millum onnur, so kann hetta ávirka tey seinni í lívinum. Hava stovnarnir vælútbúgvið fólk, og er arbeiði skipað, so er tað trygdin fyri, at námsfrøðiliga arbeiði er í ordan, sigur Jórun Niclasen, leiðari í námsfrøðiligu ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu Hevur tú ikki útbúgv­ ingina, so møtir tú børn­unum við tí, sum tú hevur og ikki við eini fakligari bakgrund. Tað er ikki skeivt í sjálvum sær, men hitt eigur at tryggja, at øll børn verða møtt við teimum avbjóðingum, sum tey hava, og at tey verða sædd og vird við teimum meiningunum, sum tey hava Dagsstovnurin eigur ikki at vera statiskur. Hann er broytiligur, tí tað er lív í, og børnini mynda gerandisdagin, og tað sum stovnurin stendur fyri