hósdagur 14. november 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
21
ANNIKA KUNOY IM
S
tovnsleiðarar og náms
frøðingar leggja ferð
eftir ferð áherðslu á,
hvussu torført tað er,
at fáa námsfrøðingar inn á
dagstovnarnar at arbeiða og at
støðast. Stovnar kring landið
søkja áhandandi eftir námsfrøð
ingum, men tað tykist vera eitt
putlispæl, sum ongantíð gongur
upp. Útbúgvin fólk vilja treyðugt
ikki á dagstovnarnar, og tey
støðast illa, tá tey eru har. Hetta
eru tað fleiri orsøkir til, sigur for
maðurin í Pedagogfelagnum,
Jógvan Philbrow.
Ein av orsøkunum er, at
arbeiðsbyrðan hjá námsfrøð
ingum er vorðin alt ov stór, og
námsfrøðingar mangla umstøð
ur til at útinna sítt yrkisføri.
Hetta ger, at teir ikki fáa av
greitt tað, sum teir vita, at teir
áttu at avgreitt. Samfelagið er
í støðugari broyting og verður
alla tíðina meir fjøltáttað. Hetta
hevur við sær, at uppgávan hjá
námsfrøðingunum á stovnunum
vaksur, tí teir skulu fyrihalda
seg til bæði ser- og sosialan tørv,
greiðir Jógvan Philbrow frá. Í
tráð við, at arbeiðsbyrðan gerts
tyngri og einsamallari, so verður
tímatalið eisini strammari, tí
vikartímar eisini verða spardir
burtur.
Jógvan Philbrow heldur eina
aðra orsøk til mistrivnaðin vera,
at tað ikki er avsett tíð til fyri
reikingar. Námsfrøðingar eiga at
fáa ein tíma um vikuna til fyri
reiking, men hann ivast í, um teir
í roynd og veru fáa tað.
- Tann tíðin verður ikki løgd
til rættis ella skipað. Í nógvum
førum siga námsfrøðingar, at
tey fáa ikki tíð at fyrireika og
eftirmeta sítt arbeiði, tí tað
merkir, at tey mugu taka tíðina
frá tímunum á stovuni saman
við børnunum, og arbeiðsbyrðan
hjá starvsfelagunum inni á
stovuni verður økt, sigur hann.
Tá yrkisføri ikki verður rað
fest, er tað sum námsfrøðingar
flyta seg í myrkri og fáa hvørki
fyrireikað ella eftirmett. Sum
fakpersónur eigur tú at kunna
seta vitan og ástøði í gerandis
ligt sjónarmið, greiðir hann frá.
Formaðurin í Pedagogfelag
num heldur, at skal góðskan á
økinum gerast betur, er tað er
bráðfeingis tørvur á betri fyri
reikingartíð.
- Har skulu fleiri tímar inn,
so fakfólkini fáa arbeitt ordiligt,
sigur hann.
Rýma av økinum
Námsfrøðingar rýma av dag
stovnaøkinum á sosialpedagog
iska øki og í fólkaskúlarnar, og
summi velja sær heilt aðra yrkis
leið. Umframt at fleiri rýma, so
verða tað ikki útbúnir nokk
námsfrøðingar á Setrinum til
at nøkta tørvin í samfelagnum.
Tørvurin á námsfrøðingum á
dagstovnaøkinum var nøktaður
í 1990unum, tá tað ikki vóru so
nógvir dagstovnar í landinum.
Økið vaks ómetaliga skjótt, tá tað
varð lagt út til kommunurnar
at umsita, og fleiri stovnspláss
vórðu upprættaði.
- Frá 2000 til 2007 varð talið
av limum í Føroya Pedagogfelag
tvífaldað. Í dag eru fleiri enn
2000 limir í felagnum. Tað sigur
eitt sindur um, hvussu skjótt
økið er vaksið, sigur hann.
Námsfrøði er eitt ungt yrki í
føroyskum høpi, og tað eru eins
nógv, ið gevast vegna aldur sum
tað eru, ið verða útbúgvin.
- Vit eru í status quo í mun
til talið av námsfrøðingum, alt
ímeðan fólkatalið vaksur. Tað
ger, at tað í prosentum mangla
fleiri námsfrøðingar í dag enn
fyri fimm árum síðani, sigur
hann og greiðir frá, at av tí
at tað eisini er longri millum
námsfrøðingarnar á stovnun
um, verður meir ábyrgd løgd
á einstaka námsfrøðingin og
royndu hjálparfólkini.
Ynskiligt hevði verið, um fleiri
námsfrøðingar vórðu útbúnir,
umframt at útbúgvingin varð
endusrskoðað, soleiðis at
møguleiki varð fyri fleiri ser
greinum og linjum, heldur hann.
- Tað hevði kanska gjørt tað
áhugaverdari hjá summum at
lisið námsfrøði, hóast náms
frøðingarnir, ið verða útbúnir á
Setrinum í dag eru sera væl fyri
ástøðiliga, sigur Jógvan Phil
brow.
Stovnarnir hava í longri tíð
næstan skulað kappast um út
búnu og tøku námsfrøðingarnar
á arbeiðsmarknaðinum.
- Tað hevur altíð verið trot
á námsfrøðingum, og teir
hava altíð kunnað valt, hvar
teir ynskja at starvast. Í dag
er trot á bæði námfrøðingum,
hjálparfólki og vikarum. Tað
er ein stór avbjóðing inn
an dagstovnaøkið, sigur for
maðurin í Pedagogfelagnum.
Hvar fara náms
frøðingarnir?
Á dagstovnunum kring landið
eru á leið 45 prosent av starvs
fólkunum námsfrøðingar, tá
leiðslan er uppíroknað. Hetta
talið átti at verið 66 prosent,
vórðu treytirnar í dagstovna
lógini loknar.
Á dagsstovnaøkinum arbeiða
tey flestu niðursetta tíð, tí tað er
ov strævið við fullari tíð, sigur
hann.
Jógvan Phildrow heldur, at
tað eisini er ein spurningur um
at brúka tilfeingið, sum er á
økinum. Hetta merkir millum
annað at betra um umstøðurnar,
so tey ið ynskja og orka tað fáa
arbeitt fulla tíð.
OV FÁIR NÁMS
OV FÁIR NÁMS
FRØÐINGAR
FRØÐINGAR Á Á
DAGSTOVNUNUM
DAGSTOVNUNUM
- Stovnar kring landið søkja
áhandandi eftir námsfrøðingum,
men tað tykist vera eitt putlispæl,
sum ongantíð gongur upp.
Útbúgvin fólk vilja treyðugt
ikki á dagstovnarnar, og tey
støðast illa, tá tey eru har.
Hetta eru tað fleiri orsøkir
ti, sigur formaðurin í Føroya
Pedagogfelag, Jógvan Philbrow
GREINARØÐ: Dagstovnaøkið
Fleiri fakfólk skulu inn á stovnarnar, so fakfólkið fær arbeitt ordiligt, heldur Jógvan Philbrow