hósdagur 14. november 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
30
VILMUND JACOBSEN
Í
summar og í heyst hevur
nógv verið frammi um, at
útróðrarfiskur og tá serliga
toskur og hýsa hava verið
rak og meira rak enn vanligt.
Tað er serliga toskurin, sum
hevur verið óvanliga rak, men
teir, sum fiska hýsu, hava eisini
lagt til merkis, at hýsan hevur
verið meira rak enn vanligt í
mun til árstíðina.
Serlig fyribrigdi hava eisini
verið, har bátar hava fingið
nógvan tosk inni á firðum, og
at síggja til hevur toskurin ligið
eftir tí, sum kemur frá virkjum.
Hetta ófrættakenda fyribrigdi
hevur eitt nú verið at sæð inni á
Vestmanna, Fuglafirði og Kolla
firði, har bátar hava ligið og fisk
að heilt inni móti bryggjuni og
hava fingið nógvan tosk.
Tó hevur ikki allur hesin fisk
ur verið líka rak, men tað kemst
neyvan uttan um, at fiskurin - og
tá serliga toskurin - leitar eftir
føði.
Sindur frægari
Høgni Hansen, stjóri á Fiska
marknaði Føroya, sigur, at tosk
urin, sum útróðrarbátar og línu
bátar fáa, framvegis er rak í mun
til árstíðina.
- Nú hugsi eg mest um toskin,
men teir, ið fiska hýsu, hava
eisini hildið, at hon átti at verið
feitari, nú vit eru komin so langt
út á heystið.
Hann sigur, at útróðrarmenn
lata heldur frægari at nú, enn tá
fiskurin fyrr í heyst at síggja til
var ringast fyri.
- Hetta átti at verið besta tíð
hjá fiskinum til dygdar, og tað er
kanska serliga hetta, sum órógv
ar, heldur Høgni Hansen.
Stjórin á Fiskamarknaði
Føroya sigur hinvegin, at einki
hevur verið at hoyrt um, at eitt
nú longa, brosma ella svartkalvi
hava verið rak.
- Nú síggja vit ikki so nógvan
upsa, so her dugi eg ikki at siga,
hvussu tann fiskurin er fyri,
men í øllum førum hava par
trolararnir frægari fiskiskap nú,
enn teir hava havt.
Høgni Hansen sigur, at fiski
skapurin eftir upsa annars fyri
tað mesta hevur verið slakur í
mun til fiskiskapin eftir eitt nú
toski og hýsu.
- Men, eg skilji, at partrolarar,
sum vanliga landa til Faroe Ori
gin í Runavík, í løtuni sigla fullir
undir lúkurnar aftur til lands,
leggur hann aftrat.
Góður á ytri leið
Høgni Hansen vísir á, at fleiri
av línuskipunum plaga at royna
vestan fyri, og tað hevur altíð
verið sagt, at fiskurin – og tá
serliga toskurin – er meira rak
vestan fyri enn eystanfyri. Hin
vegin eru línuleiðirnar vestan
fyri góðar, og har er gjarna væl
meira fiskur at fáa.
- Men, tá skipini fara longur
vestur, eitt nú vestur á Íslands
ryggin, er toskurin har ordiliga
væl fyri í mun til inni á grunni
num.
Stjórin á Fiskamarknaði
Føroya sigur, at toskurin, sum
skipini fáa á Íslandsrygginum,
í løtuni gevur eini átta prosent
størri úrtøku enn toskurin inni
á landgrunninum.
- Á Íslandsrygginum fæst
næstan bara toskur og eitt sløð
av svartkalva og blálongu, men
næstan eingin hýsa.
Høgni Hansen sigur, at
smærru trolbátarnir í seinastuni
hava verið á Skeivabanka, har
teir hava roynt eftir havtasku,
men har hevur fiskiskapurin
verið smáligur.
Trolfiskurin feitari
Høgni Hansen vísir á, at uttan
at taka dagar ímillum, hvat fer
betur við fiskinum, húkur ella
trol, er tað ein sannroynd, at
í øllum førum toskurin, sum
trolararnir fáa, sum heild er
feitari enn toskurin, sum útróðr
ar-og línubátarnir fáa.
Spurdur, hvussu fiskaprísurin
hevur verið í seinastuni, sigur
stjórin á Fiskamarknaði Føroya,
at toskaprísurin hevur verið
rímiliga góður og støðugur – í
øllum førum prísurin á toski
num, sum hevur verið at fingið
við troli.
- Tað er greitt, at tá fiskurin
er rak, kann tað ganga út yvir
prísin, tí úrtøkan úr fiskinum
verður sjálvsagt minni, men eg
haldi, at prísurin á toski sum
heild hevur verið rímiliga góður
í heyst.
Høgni Hansen leggur aftrat,
at prísirnir á hýsu eru nógv
tengdir at marknaðarprísinum
uttanlands, men tað eru eisini
virkir í Føroyum, sum liggja
fram við at keypa hýsu, tá hon
er á marknaðinum.
FISKURIN ER FRAMVEGIS
FISKURIN ER FRAMVEGIS
RAK
RAK Í MUN TIL ÁRSTÍÐINA
Í MUN TIL ÁRSTÍÐINA
- Menn lata heldur frægari at
toskinum á landgrunninum nú,
men eg haldi, at toskurin í mun
til árstíðina átti at verið feitari,
enn hann er, sigur Høgni Hansen,
stjóri á Fiskamarknaði Føroya
Váðasteinur hevur gjørt roktúr
Línuskipið Váðasteinur hevur henda túrin verið á Íslandsrygginum.
At kalla øll veiðan er góður toskur, og hetta er ein roktúrur
VILMUND JACOBSEN
T
að hevur nógv at fingið
við línu í longri tíð, og
soleiðis hevur heyst
ið higartil ikki verið
nakað undantak. Bæði útróðrar
bátar og línuskip hava fingið
nógvan fisk, og einki bendir á, at
góði fiskiskapurin fer at helma
í fyribils.
Høgni Hansen á Fiskamark
naði Føroya veit at siga, at línu
báturin, Váðasteinur, sum er
heimahoyrandi á Toftum, var á
søluni í gjár, hósdagin.
- Teir hava gjørt ein roktúr og
hava einar 1300 kassar, sum svar
ar til eini 150.000 pund á 12 setum.
Høgni Hansen veit eisini
at siga, at Váðasteinur byrjaði
fiskiskap hin 3. november, og
skipið landar á Toftum í dag, 15.
november.
- Váðasteinur hevur henda
túrin verið á Íslandsrygginum.
At kalla øll veiðan er góður
toskur,
leggur
stjórin
á
Fiskamarknaði Føroya aftrat.
Í dag kemur Váðasteinur aftur av roktúri á Íslandsrygginum