hósdagur 14. november 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
31
VILMUND JACOBSEN
A
ftur í ár verður jóla
søla í Verkhúsinum
Virkni í Berjarbrekku
2 í Havn, har ting og
lutir, sum eitt nú hoyra jólunum
til, kunnu keypast.
Umframt nógv ymiskt jóla
prýði, bæði úr toyi, træi og posta
líni, eru eisini ymiskir hond
gjørdir brúkslutir, eitt nú skálir,
urtapottar, pútur og annað, sum
borgarar í Verkhúsinum Virkni
og Dagtilhaldinum Ternulág
hava gjørt.
42 borgarar
Tað eru 32 borgarar knýttir at
Verkhúsinum Virkni, og her eru
14 starvsfólk saman við dagliga
leiðaranum, Súsonnu Hovgaard
Clementsen.
Umleið 10 fólk eru knýtt at
Dagtilhaldinum Ternulág, og
hetta eru eldri borgarar við
menningartarni.
Jólasølan í Verkhúsinum
Virkni byrjaði í gjár, hósdagin
14. november klokkan 14 og helt
fram til klokkan 18.
Í dag, fríggjadagin 15. novem
ber, verður sølan eisini opin frá
klokkan 14 til 18, og leygardagin
hin 16. november, sum er í
morgin, verður opið heilt frá
klokkan 12 til 18.
Stóran týdning
Súsanna Clementsen, dagligur
leiðari í Verkhúsinum Virkni,
sigur, at tey í fyrsta lagi vilja
vísa á týdningin av øllum tí ar
beiði, sum borgararnir, sum eru
knýttir at stovninum, gera.
- Tað hevur stóran týdning,
at borgararnir føla seg sum ein
part av samfelagnum – og at tey
eisini føla, at tey hava ein týð
andi leiklut í samfelagnum, sigur
Súsanna Hovgaard Clementsen.
Hugnalig kafe
Leiðarin í Verkhúsinum Virkni
sigur, at tey eisini fara at hava
eina sera hugnaliga kafé hesar
dagarnar, jólasølan verður.
- Her fara vit at selja heimsins
bestu vaflur og rabarbusúltutoy,
sum er úr rabarbum, sum vit
hava á stovninum.
Súsanna Hovgaard Clement
sen sigur, at borgarar bæði í
Verkhúsinum Virkni og Dagtil
haldinum Ternulág gleða seg til
at síggja nógv fólk á jólasøluni.
JÓLASØLAN
HEVUR STÓRAN
TÝDNING FYRI
BORGARARNAR
VILMUND JACOBSEN
K
omandi týskvøld –
týskvøldið hin 19.
november klokk
an 19.30 – verð
ur hugnaligt tiltak á Báta
savninum í Leirvík, har tveir
kendir leirvíkingar, Jógvan
Elias Joensen og Martin
Fjallstein, fara at siga frá.
Eisini verður felagssangur
við ymiskum bygdasangum,
har Jóannes Eliassen situr
við klaverið.
Á hugnakvøldinum fer
Martin Fjallstein, sum hevur
skrivað drúgvar bøkur um
Leirvík og leirvíkingar, at
greiða frá um bátasmíð,
bátasmiðir og bátar í Leirvík.
Ein annar kendur leirvík
ingur, Jógvan Elias Joensen,
sum hevur verið partur av
vinnulívinum í Leirvík gjøg
num mong ár, fer at hugleiða
um ymiskt, hann minnist
afturá, og hann fer eisini at
greiða frá sínum fyrsta túri
til skips.
- Tað hevur stóran týdning, at borgararnir
føla seg sum ein part av samfelagnum – og at
tey eisini føla, at tey hava ein týðandi leiklut
í samfelagnum, sigur Súsanna Hovgaard
Clementsen, dagligur leiðari í Verkhúsinum Virkni
Dagligur leiðari í Verkhúsinum
Virkni er Súsanna
Hovgaard Clementsen
Á jólasøluni í
Verkhúsinum Virkni
fæst nógv ymiskt,
bæði jólaligt og ymiskt
annað til brúks
Eitt forvitnis
ligt tiltak
í Leirvík
Jógvan Elias Joensen og
Martin Fjallstein fara
at greiða frá ymiskum
gomlum og søguligum
Jógvan Elias Joensen fer at hugleiða um
ymiskt, hann minnist afturá