Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 33 TRÓNDUR ARGE – KEYPMANNAHAVN, DANMARK – Trúgv mær ella ei, eg ætlaði at gevast í øllum stillum, sigur Atli Greger­sen og smílist. Hann hevur sett seg við eitt borð í hugnaligu barrini á gistingar­húsi í Keypmannahavn. Før­oyska landsliðið heldur til í Park Inn gistingarhúsinum tætt við Kastrup. Atli Gregersen er í frítíðarbúnanum hjá lands­lið­ num og skiftist millum at seta seg framav og afturav. Hann takk­ar nei til kaffi, tí landsliðið hevur júst etið felags nátturða. Onkra løtu tykist hann eitt sind­ur kensluborin, meðan hann aðrar løtur tykist meiri spent­ur at fortelja. Fortelja um teir 57 landsdystirnar og tann stóra týdningin, sum føroyska lands­liðið hevur havt fyri mann­ in, sum bleiv liðskipari á lands­ lið­num í 2016. Ein maður, sum hevði ein dreingjadreym um at ganga í fótasporunum hjá nú­ver­andi hjálparvenjaranum, Jóan­nesi Jakobsen. Meldar út av óvart Hann er blivin 37 ár og hevur boðað frá, at hann gevst á lands­liðnum eftir EM 2020 undan­kapp­inga. Tað gjørdi hann partvís eftir dystin móti Rumenia á Tórsvølli í oktober, men tað var ikki meiningin. – Eg var frustreraður. Vit spældu væl móti Rumenia, og eg føldi eftir 70 minuttir, at hetta verður eitt ella trý stig. So tapa vit 3-0 og fjølmiðlarnir standa har. Tað kom bara úr mær. Tá eg hevði sagt tað, so hugsaði eg, at eg hevði fyri eina ferð skyld eina plan, men eg kláraði heldur ikki at halda hana. Eg minnist eisini at konan ringdi og spurdi, ”ná, so tú gevst?”, fortelur Atli Greger­ sen. Hann iðrar seg um, at hann segði ov nógv í samrøðuni við FM1. – Tað iðrar meg eitt sindur, at eg gjørdi tað upp á handan mát­an, tí trúgv mær ella ei, so dám­ar mær ikki at tað bleiv so nógv fokus á mær, tí hetta er ein liðítróttur. Nú var nógv fokus á mær, og at eg skuldi standa og lippa. Tað hevði eg kunn­að hugsað mær at sloppið undan. Hinvegin, so hugsaði eg eisini, at tað var gott bara at sleppa av við tað. So kanska eg fekk frið tríggjar teir seinastu dyst­ir­nar, og øll ikki tosa meg av lands­lið­ Bersøgin, litríkur og skjótt fyrrverandi landsliðsspælari. Tað skuldi tó henda í øllum stillum, men Atli Gregersen klárar ikki altíð at stýra kenslunum, tá hann tosar við miðlarnar. Hann vil illa sleppa barnadreyminum, men tíðin er komin. Hann heldur ikki at landsliðsspælarar skulu brúka Facebook, og staðfestir, at ein stuðlandi familja er alt avgerandi fyri at kunna liva fótbóltsdreymin. Mánakvøldið 18. november spælir Atli Gregersen sín seinasta landsdyst. Ein liðskipari við einum stórum hjarta fyri landsliðnum takkar fyri seg – EG ÆTLAÐI – EG ÆTLAÐI AT AT GEVAST Í STILLUM GEVAST Í STILLUM Atli Gregersen: ÍTRÓTTUR: Atli Gregersen -Mítt ráð til kom­andi lands­liðs­ spælar­ ar er, at tit skulu halda tykkum frá Facebook. Tí tú kann gott lesa tíggju góðar við­merk­ingar, men tað er tann eina nega­tiva, sum stendur eftir *Hendan greinin inniheldur eisini sitat úr grein í Sosialinum frá 2012 við Atla Gregersen Atli Gregersen syngur tjóðsangin fyri seinastu ferð á Tórsvølli sum landsliðsspælari, tá Føroyar vinna 1-0 á Malta