Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 34 num. Eg kom at tosa yvir meg – sum ikki einaferð, staðfestir Atli við sínum eyðkenda skálkabrosi. Hann er vanliga ikki smæðin fyri at standa mitt á pallinum, men hann fór bæði at lippa og tára. Kenslurnar tóku yvir, tá hann skuldi syngja tjóðsangin undan seinasta landsdystinum á Tórs­vølli, sum var móti Malta. – Tað er so stórt at ganga inn á Tórs­vøll og vita, at vit øll syngja tjóð­sangin saman. Eg plagi at gera mær ómak at syngja hart, men tað var ongin kjansur hesa­ ferð. Gunnar Nielsen hugdi upp á meg og segði, ”Nú, alt ókey?”, for­telur liðskiparin. Atli hevur tað við at fortelja søgur við einum smíli og brosi, men tá tað kemur til sjálva av­ gerð­ina um at gevast, blívur hann meiri álvarsamur. Vil illa sleppa dreyminum – Hetta hevur verið bæði mín barna­dreymur og vaksna­ manna­dreymur. Tí má eg liva hann, so leingi sum eg kann. Eg sleppi ikki undan at gevast, og tað er aldurin, sum hevur inn­heintað meg. Eg havi verið svang­ur eftir landsliðnum leingi. Eg kom seint við, og kanska er tað tí eg blívi við at hanga í, sigur 37 ára gamli miðverjin, sum hevur ringt við at sleppa lands­liðs­fót­bóltinum. – Eg hugsi allatíð um fótbólt. Nú ein dagin spurdi konan, hvussu nógv kjøt vit skulu hava til kon­firmatiónina hjá soninum, men akkurát tá hugsaði eg bara ”Ná, Martin Ødegaard ikki við hjá Norra, hvør fer so at spæla?”. Tað er ein trupul avgerð at taka, men nú verður tað so, sigur Atli Gregersen og avdúkar, at hann hevur vitað í alt ár, at hetta verður hansara seinasta á lands­ lið­num. – Tá eg byrjaði í ár visti eg, at hetta fór at verða tað seinasta árið á landsliðnum. Tað hevur verið upplagt, tí eg eri blivin so gamal nú. Eg havi havt eitt fantast­iskt samstarv við Lars Olsen og Jóannes Jakobsen. Tá teir boðaðu frá, at teir góvust, so er upplagt at eg eisini gevst, sigur Atli Gregersen, sum hevur hugsað tankan fyrr. – Tað er nøkur ár síðani. Eg tosaði við Jákup Mikkelsen. Hann var júst blivin mál­mans­ venj­ari, og eg spyrji, um eg ikki skal gevast, áðrenn tað blívur pín­ligt. Nei, svarar hann! ”Tú skalt spæla so leingi, sum tað eru boð eftir tær, og so leingi sum tú hevur hug, tí tá tú gevst, kanst tú ongantíð fáa tað aftur”, sigur Atli og leggur afturat: – Eg vónaði at enda við manér. Vit hava ikki fingið so nógv stig, men vit hava havt nøkur góð avrik. Nú er tíðin komin at traðka til síðis, sjálvt um eg kundi hugsað mær at verið her í tíggju ár afturat. Kroppurin klárar ikki at hvíla millum dystirnar, og tað eru nógvir góðir spælarar á veg, heldur liðskiparin á landsliðnum fyri. – Ofta havi eg hildið, at eg burdi blivið úttikin. Tá eg bleiv úttikin, lovaði eg mær sjálvum, at eg skuldi altíð geva alt. Tað haldi eg, at eg havi gjørt. Tað hevur ikki altíð gingið sovæl, men eg havi altíð verið errin av at umboða Føroyar, sigur Atli Gregersen. Haldið tykkum frá Facebook Tað eru boðini frá Atla Gregersen til komandi spælararnar á lands­ lið­num. Tað er javnan kritikkur av lands­liðnum, og tað verður ikki spart upp á krútið á eitt nú Face­book. – Mítt ráð til komandi lands­ liðs­spælarar er, at tit skulu halda tykkum frá Facebook. Tí tú kann gott lesa tíggju góðar við­merkingar, men tað er tann eina negativa, sum stendur eftir, sigur Atli Gregersen, sum ikki hevur Facebook sjálvur, men javnan fær dagføringar frá øðrum um stemningin millum knappa­borðskríggjarnar. – Tað er nógvur kritikkur, men eg haldi, at tey flestu stuðla okkum. Vit kunnu ikki grenja um, at vit hava fingið kritikk, men onkuntíð haldi eg, at kritikk­urin er ósamanhangandi. Tú hyggur ikki ordiliga eftir, hvat tað er, men tú skal bara skifta út, um tað ikki riggar, sigur Atli Gregersen, sum javnan er mót­takari av kritikkinum, – Tað skulu verða krøv til før­ oyska A-landsliðið. Tolir tú ikki kritikk, verður tað torført at virka á landsliðnum. Onkuntíð mást tú venda tí á høvdið og brúka tað sum brennievni. Tú skal bara royna at halda teg frá tí persónliga. Fylgið ráðunum frá venjarnum og liðfeløgunum, og roynið tykkara besta. Tað virða áskoðararnir eisini, sigur mið­verjin við 57 landsdystum. – Samanumtikið hava vit fing­ið góðan stuðul seinnu ár­ ini, tí eg havi eisini spælt dyst­ ir fyrstu árini framman fyri túsund áskoðarum. Tá er hetta nógv stuttligari, sigur 37 ára gamli landsliðsspælarin. Familjan hevur stóran týdning Fótbóltur hevur fylt ótrúliga nógv í familjuni hjá Alta. Tá hann var yngri búðu tey í Havn, men koyrdu til Gøtu at hyggja eftir fótbólti hvønn sunnudag. – Eg møtti Jenny í 2004, og vit byrjaðu at fjasast. Eina ferð spyr hon meg, um eg havi stór­an áhuga fyri fótbólti. Mítt skori­ triks var at siga, at eg spæli fót­ bólt, men at eg hvørki hyggi ella havi áhuga fyri fótbólti. Soleiðis fekk eg bluffað hana at verða saman við einum stórum fót­ bólts­idioti, fortelur Atli við ein­ um stórum brosi. Tey eru í dag gift og eiga børn­ini Árna og Evu. Sonurin er upp­kallaður eftir pápa Atla, Árna Gregersen. Hann er best kendur sum tíðindamaður og segði eisini frá fótbólti í sjón­varpi­num, tá føroyska landsliðið framdi brøgdini í Landskrona og Bel­ fast. – Babba hevur altíð stuðlað mær, og hann er kanska tann, sum er mest keddur av at eg gevist. Hinvegin, so er tað kanska eisini ein lætti, tí tað stend­ur so nógv á. Síðani havi eg havt eina systur og eina mammu, sum altíð hava verið stuðlandi. Familjan hjá mær er ein stór fótbóltsfamilja – bæði á Skála og í Gøtu, sigur Atli og for­telur víðari. – Vit plagdu at grína eftir hvat familjan Janskor plagdi at tosa um við døgurðaborðið, tí tað kann ikki hava verið annað enn fótbóltur. Eg haldi tað er líka galið inni hjá okkum. Fót­ bólt­ur er tað fyrsta eg og babba tosa um. Fyrstu tíðina hjá mær á lands­liðnum segði hann ikki so nógv, men nú er hann farin at rósa mær, sjálvt um eg havi spælt illa. So tað hevur ikki verið nógvur kritikkur á heima­fronti­num, sigur Atli. – Eg havi eisini tað fyri, at eg má tosa við babba árðenn dyst. Ella kanska er tað hann, sum má tosa við meg. Vit tosa bara heilt stutt. Eg haldi tað kemur heilt frá tá eg fór á eftirskúla sum 15 ára gamal, og ringdi heim við mynt-telefon hvønn dag. Vit siga oftani ikki so nógv. Babba sigur bara, at vit mugu koyra á og vinna. Hann ÍTRÓTTUR: Atli Gregersen Her er 82 og 83 árgangurin, har Atli Gregersen vann fleiri FM við í 90’unum. Á myndini eru aftast frá vinstru: Poul Næs Joensen, Mortan Joensen, Levi Nybo, Atli Gregersen, Niels Joensen, Rúni Mouritsen, Bárður Johannesen, Helgi Justinussen og venjarin Annfinn Danielsen. Fremst frá vinstru: Fróði Baldvinsson, Torkil Johnsson, Ragnar Isaksen, Gudmundur Joensen, Rógvi Arge, Heini í Skorini, Sámal Black, Ragnar Poulsen og Tróndur Arge