hósdagur 14. november 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
35
er føddur optimistur, leggur Atli
afturat.
Tað er sama søgan við ver
móðrini. Hon skal eisini heilsa
uppá.
Ongan kjans uttan
eitt gott bakland
Tað ber ikki til at vera fótbólts
spælarin Atli Gregersen, um ikki
baklandið var so stuðlandi. Tað
sigur miðverjin, ið tó heldur, at
Jenny hevði ynskt, at hann var
givin, tá børnini vóru lítil.
– Eg havi havt ótrúliga góðan
stuðul. Annars hevur tú ongan
kjans. Í dag brúkar tú skjótt 20
tímar upp á fótbóltin, og tá tú
kemur heim er klokkan farin av
átta. Í løtuni eri eg við landslið
num og Jenny er á skeið. Tá eru
børnini hjá mammu og teimum.
Onkra aðru tíð hjá øðrum, for
telur Atli og sendir eina heilsan
tey, ið ætla sær ein maka, sum
spælir fótbólt.
–– Tit skulu bara vita, at tað
eru nógvir tímar í einsemi, men
eg haldi tú fær tað aftur í upp
livingum. Latið tey bara liva
hendan dreymin, tí tað endar
einaferð, heldur Atli fyri.
”Atli kiks”
Atli er uppvaksin í
Stoffalág í Havn.
Sum hjá teimum
flestu fótbólts
s p æ l a r u n u m
fyllir fótbólt
urin nógv í
barnaárunum.
Atli spælir fyri
tað mesta við
d r e i n g j u m ,
s u m
e r u
nakað
eldri.
Fótbóltsvøllurin
er grúsvøllurin
aftan fyri Eystur
skúlan. Tað verður
skipað fyri býar
kappingum,
og
steyp verða vunnin.
– Jógvan Højgaard
plagdi at keypa eitt steyp,
sum vit so spældu um,
fortelur Atli Gregersen.
Pápin, Árni, arbeiðir
um hetta mundið í
sjónvarpinum,
og
Atli er altíð við, tá ið
ítróttarinnsløg skulu
gerast. Hetta gevur
honum møguleika at
koma at kenna fleiri av
spælarunum.
Tað er bara íblástur til
ein longu góðan hug til
at sparka. Í B36 er Atli
partur av einum gyltum
árgangi, sum vinnur alt.
Eina árið missa teir bara
stig eina ferð. Tað er
móti HB.
– Vit vunnu alt. Tað
eina árið var tað bara
eitt skeivt skot frá Jón
Róa Jacobsen, sum rakti
Vagn Mohr Mortensen og
snýtti málmannin, sum
gjørdi, at vit ikki vunnu
allar dystirnar, sigur Atli við
eyðkendu argandi røddini.
Gregersen-maðurin er tó ikki
nøkur bjørt stjørna á ungum
árum. Hann fekk enntá eyk
nevnið ”Atli kiks”, sum hann fekk
fyri at kiksa ein málmøguleika.
– Ragnar Poulsen var tann
heilt stóri spælarin. Hann skor
aði 137 mál í smápiltum, meðan
eg bara skoraði 37, tí eg kiksaði so
nógv. Eina venjing kallaði onkur
meg ”Atli kiks”, og tað hekk bara
við, sigur Atli og grínur.
Millum spælararnar í 82
árganginum eru menn sum Niels
Joensen, Bárður Johannesen,
Ragnar Poulsen, Helgi Justinus
sen, Fróði Baldvinsson og Levi
Nybo. Millum venjararnar hjá
Atla eru Ólavur Waag Høgnesen
og Annfinn Danielsen.
B36 er einaráðandi í árgangi
num til 1996, tá Atli flytur til
Danmarkar. Um tað skal leggjast
meir í tað, skal verða ósagt.
Atli kemur á landsliðið
Um summarið 2009 eru lands
liðsboð eftir Atla Gregersen.
Nýggjur landsliðsvenjari er írin
Brian Kerr. Atli verður úttikin til
dystin móti Serbia á Tórsvølli.
– Brian Kerr lesur liðið upp
og sigur, at ”Atli” skal spæla í
miðverjuni. Eg helt tað verða
løgið, at seta Atla Danielsen í
miðverjuna, men brádliga sigur
hann; ”Big man, you take kon
trol”.
Tá skilti eg, at hann meinti
við meg, og at eg skuldi stýra
verjuni, greiðir Atli frá. Ongin
tekur íran í skiftirúminum, tá
spælarar skulu eggjast undan
dystarbyrjan.
– Hann er tann besti til at
motivera spælarar við talum.
Hann fekk okkum til at trúgva
uppá, at vit kundu vinna á
einum og hvørjum, greiður Atli
frá. Hann hevur bara spælt tveir
minuttir av landsliðsfótbólti, tá
miðverjin fær eina heilsan frá tí
tveir metrar høga Nicola Zigic.
– Eg fór upp at stúta ein bólt,
og hann sendi meg runt í luftini.
Vælkomin á landsliðið hugsaði
eg, sigur Atli, meðan hann við
rørslum greiðir frá, hvussu
tað hendi. Seinni fær serbiska
stjørnan, Dejan Stankovic, av at
vita – ella tað var ætlanin.
– Eg bað hann skrubba av
aftur á bonkin hjá Inter Milan.
Í tí eg segði tað, so hugsaði eg,
hvussu býtt tað ljóðaði. Men
hann svaraði bara aftur, at hann
ikki sat á bonkinum. Tá kundi
hann gott havt sagt okkurt
meiri niðrandi, sigur Atli við
einum smíli.
Pakkaði Anelka inn
Í tíðini undir Brian Kerr er besta
kenslan, tá Frakland er á vitjan
á Tórsvølli í 2009. Atli spælir ein
branddyst, og kendi áleyparin úr
Premier League, Nicolas Anelka,
er lítið sjónligur á vøllinum.
– Minnist eg segði við konuna,
at eg hevði pakkað Anelka inn,
sigur Atli stoltur á málinum.
Men løtan, tá hann veruliga
kendi á sær, at hann var vorðin
landsliðsspælari, er tá ein før
oyingur liggur skaddur á vølli
num. Fraklendingar drála við at
sparka bóltin út. ”Put the fuck
ing ball out!”, rópar Atli.
– Tá William Gallas so sparkaði
bóltin út, kendi eg á mær, at eg
nú var ein landsliðsspælari,
sum ikki var bangin fyri hinum
heimsstjørnunum, fortelur
Atli Gregersen í samrøðu við
Sosialin í 2012.
Føroyar tapa dystin 1-0, men
tað kundi verið øðrvísi.
– Hevði Jákup á Borg bara
dugað at skalla, so høvdu vit
kanska eisini fingið stig, sigur
miðverjin flennandi.
Ein annar landsdystur, sum
Atli minnist væl, er dysturin
móti Italia á Tórsvølli. Undan
dystinum tryggjar Brian Kerr, at
allir trúgva upp á sigurin, hóast
mótstøðan er sterk. Føroyar
tapa 1-0, men raka stengurnar
tvær ferðir.
– Súni Olsen hevur oftani
skotið hasar í stongina og inn.
Bara óheppið, at akkurát hasin
skuldi fara í stongina og út, sigur
Atli um dundurskotið hjá Súna í
fyrra hálvleiki í dystinum.
Kerr tvingar Atla at spæla
Atli vinnur sær fast pláss á lands
liðnum, og hann er eisini millum
teir útvaldu til landsdystin móti
Litava á Svangaskarði. Men eftir
seinastu venjingina fyri dystin
koma keðilig boð.
– Eg sá, at Jenny hevði ringt
fleiri ferðir, so eg visti, at klokk
an hevði sligið. Verpápin er
deyður og eg skundi mær til
Havnar, greiður Atli frá.
Ein maður skilur tó einki.
Brian Kerr ringir í øðini til Atla
og spyr, hvar hann er.
– Eg greiði honum so frá, hvat
er hent, og at eg nokk ikki spæli
dagin eftir, sigur Atli.
Aftursvarið er hart og
kontant. Hann er deyður, og tú
kanst ikki gera nakað, er svarið
í hinum endanum. Brian Kerr
vil ikki hoyra talan um, at Atli
ikki spælir. Nakað seinni roynir
Atli at ringja til hjálparvenjaran,
Jens Martin Kundsen, fyri at
geva honum boð um, at hann
ikki kann spæla.
– Tá eg ringi, tekur Brian Kerr
telefonina og spyr, hví eg ringi
til Jens Martin. At enda sigi eg,
at eg í minsta lagi sovi heima,
men aftur er svarið nei, greiður
Atli frá.
Tað endar tó við, at Atli
sleppur at sova heima og møtir
til morgunmat dagin eftir. Før
oyska liðið spælir ein góðan
dyst og vinnur 2-1. Eftir dystin
er veitsluhýrur, og allir fara til
havnar við bussi uttan Atli, sum
ætlar sær heim. Aftur er Brian
Kerr ósamdur og vil hava Atla
við til Havnar.
– Tað spældi alt væl av, men tá
sá Brian Kerr bara fótbólt, sigur
Atli og leggur afturat, at tað var
gott, at hann spældi handan
dystin, tí Føroyar flugu upp eftir
FIFA styrkilistanum, og allir
spælararnir fingu áleið 200.000
krónur í bonus. Nakað seinni
er venjingardystur í Skotlandi,
og Føroyar tapa 3-0. Brian Kerr
er bara við til sjálvan dystin, tí
beiggin liggur fyri deyðanum.
– Tá segði hann við meg, at
hann var farin skeivur í sam
band við dystin móti Litava,
greiðir Atli frá.
Vinnur á Lars og
Grikkalandi
Lars Olsen verður nýggjur lands
liðsvenjari í 2011. Hann hevur
ikki pláss fyri Atla Gregersen.
Tað er ein málrættaður miðverji,
sum ger samrøðu við Sosialin í
desember mánaði í 2012. Til sein
ast í greinini stendur skrivað:
”Atli Gregersen er ikki bangin
fyri at siga, hvørji mál hann
hevur. Hann vil á landsliðið
aftur, og hann vil hava eitt FM
gullheiðursmerki um hálsin. Tað
fjalir hann ongantíð í samrøðuni.
Hann hevur sterkar meiningar,
og tær torir hann at deila við
fólkið. – Eg spæli best, tá eg
havi nakað at prógva, sigur Atli
at enda. So er spurningurin, um
tað er nokk til eitt landsliðspláss
og eitt gullheiðursmerki?”
Í 2013 eru boð aftur eftir
miðverjanum. Hann vinnur
sær pláss á liðnum, sum tapur
-Nú ein dagin
spurdi konan
hvussu nógv kjøt
vit skulu hava til
konfirmatiónina
hjá soninum,
men akkurát tá
hugsaði eg bara
”Ná, Martin
Ødegaard ikki við
hjá Norra, hvør fer
so at spæla?
Her er Atli avmyndaður á Argjum í 2016 saman Jenny, Árna
og Evu, eftir at Víkingur vann sítt fyrsta FM-heitið
Atli Gregersen og Klæmint A. Olsen hálvsfevnast
eftir 1-0 sigurin móti Malta