hósdagur 14. november 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 132
36
rímiliga tepurt móti Írlandi og
Svøríki á útivølli. Han verður út
vistur í 3-0 ósigrinum móti Týsk
landi, men tað er ikki reitt spæl
frá týsku stjørnuni, Thomas
Müller. Hann setur ferðina niður
og tveitur seg, tá Atli nærkast
honum.
Føroyski landsliðsmiðverjin
hevur tó sannført Lars Olsen og
fyrimyndina, Jóannes Jakobsen,
um at hann eigur eitt pláss á
landsliðnum.
Tað er eisini við Atla Greger
sen í miðverjuni, at føroyska
landsliðið vinnur tvær ferðir á
Grikkalandi. Eftir ein 2-0 ósigur
í Belfast í Norðurírlandi, spælir
landsliðið ein framúr dyst móti
Ungarn á heimavølli. Brandur
Hendriksson og Sølvi Vatn
hamar byrja á fyrsta sinni.
– Tað var dysturin, sum
broytti alt. Vit taptu 1-0, men
vit spældu væl. Sigurin í Grikka
landi er tann størsti fyri meg.
Vit høvdu bíðað so leingi eftir
einum sigri. Vit spældu væl og
høvdu møguleikar til fleiri mál,
sigur miðverjin, sum ikki orkaði
at feira sigurin.
– Vit komu heim við flog
farinum, og har var ein móttøka.
Kappingarárið var liðugt, og vit
kundu farið út at feira tað, men
eg haldi, eg sovnaði klokkan
níggju, fortelur Atli.
Summarið eftir, í 2015, er
Grikkaland gestur á Tórsvølli.
Tað er summarveður, og grikkar
eru ávaraðir, men tað hjálpir
einki. Føroyar vinna 2-1 eftir at
hava verið á odda 2-0.
– Tað er tann dysturin, har
áskoðararnir hava borið okkum
mest fram. Tað var einki eftir
seinasta korterið, og tíbetur
skoraðu teir ikki, fyrr enn tað
var ov seint. Eg gloymi ongantíð
myndina av Gunnari Nielsen,
sum rennur runt á vøllinum og
fegnast við einum føroyskum
flaggi á rygginum, sigur Atli
Gregersen.
Liðskiparabandið og metið
Í 2016 verður Atli Gregersen lið
skipari á landsliðnum, tí Fróði
Benjaminsen gevst. Tofta
maðurin kemur tó aftur á lands
liðið, men liðskiparabandið eig
ur Atli. Landsliðið setur nýtt
met við níggju stigum í eini
undankapping. Øll avrikini
eru ikki sannførandi, og onkur
heldur, at vit kundu havt fingið
fleiri stig. Metið stendur tó við.
– Eg eri ótrúliga stoltur av
at vera liðskipari. Tað er nakað
serligt fyri okkum, sum kanska
eru av gamla skúlanum. Sjálvur
hevði eg fyrimyndir sum Jóan
nes Jakobsen, Steve Bruce og
Roy Keane, sum allir vóru lið
skiparar. Ongin kann taka frá
mær, at eg var liðskipari, tá vit
settu met. Hartil hildu vit málið
reint í fimm dystum. Tað haldi
eg er flott, sigur Atli Gregersen.
Hann er um hetta mundið
eisini liðskipari hjá Víkingi. Tá
eru uppgávnur millum annað
at taka í hondina á Klæminti A.
Olsen og øðrum, meðan hann
á landsliðnum skal heilsa upp
á heimsstjørnur sum Cristiano
Ronaldo úr Portugal og Sergio
Ramos úr Spania.
– Einasti munurin er, at ein
maður sum Ronaldo luktar av
bera væl, meðan Klæmint helst
hevur sveittað ígjøgnum til upp
hitingina. Sjálvur eri eg kanska
fegnast um at hava heilsað upp
á Sergio Ramos. Hann er eisini
miðverji og ein ímynd av Real
Madrid, sigur føroyski liðskipari.
Hann leggur afturat, at við
tíðini eru mótstøðuspælararnir
farnir at vísa størri og størri virð
ing fyri føroyska landsliðnum.
Stóra virðing fyri Lars
Tá Atli Gregersen fær
liðskiparabandið, er tað
somuleiðis ein staðfesting av,
at hann hevur vunnið ”dystin”
móti Lars Olsen. Men tak ikki
feil, Atli hevur stóra virðing
fyri Lars Olsen.
– Eg havi ótrúliga
stóra virðing fyri Lars
Olsen. Hann hevur flutt
føroyskan fótbólt nógv
fram. Í dag taka vit fyri
givið, at vit skulu spæla
bóltin. Tað hava
hann og Jóannes
Jakobsen stóra
æru av. Lars
Olsen er ein,
sum be
stemmar,
og eg havi
virðing fyri,
at hann er
maðurin
á
brúnni, sigur
Atli Gregersen.
Teir
hava
ikki altíð verið samdir um alt,
men tað kemur ikki at skilja teir.
– Sum oftast hevur Lars
Olsen havt rætt. Hann hevur
livað eitt langt lív í fótbólti,
har hann eisini
var
liðskipari
hjá
danska
EM-
landsliðnum. Nú vóni
eg, at hann klárar seg
væl í Esbjerg. Eg eri bara
bilsin av, at hann ikki hevur
tikið Jóannes Jakobsen við sær,
leggur Atli brosandi afturat.
Hvat so nú?
Eftir tíggju ár á landsliðnum
eru nýggjar tíðir fyri framman.
Hann heldur fram at spæla
í Víkingi, men eisini tað fær
ein enda einaferð. Atli hevur
B-venjaraprógv og ætlar sær
at taka A-venjaraprógv. Hann
hevur eitt ymski um at blíva
venjari, men enn er hann ikki
komin so langt við tí ætlanini.
– Eg haldi ikki tað er gingið
upp fyri mær enn, at eg gevist.
Tað ger tað nokk ikki, fyrr enn
eg siti sum áskoðari á Tórsvølli.
ÍTRÓTTUR: Atli Gregersen
-Hetta hevur
verið bæði mín
barnadreymur og
vaksnamanna
dreymur. Tí má eg
liva hann so leingi
sum eg kann
Atli Gregersen heilsar upp á Crristiano Ronaldo, tá Portugal kom á vitjan í 2016. Portugal vann 6-0