Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 37 Helst millum tey í Skansanum, sum so pent heilsaðu mær far­ væl og gjørdu meg til heiðurs­ lim. Atli er væl skorin fyri tungu­ bandið, og tað er hendan sam­ røðan eisini eitt prógv um. Í næstan ein tíma hevur hann for­talt um tíðina á landsliðnum, men tað kennist nógv styttri. Hann roynir at taka alt til sín, sum seinastu landsdystirnir hava at geva. Fleiri ferðir er sein­asti dropin kroystur úr til ein lands­dyst, men so hvørt tað nærk­ast endanum, sita upp­liv­ ingar­nar eisini sterkari. – Onkuntíð fangar tú teg í at standa við síðuna av Sergio Ramos ella David De Gea og hugsa, at hetta er nokkso feitt, sigur litríki liðskiparin. Tað er nógv skrivað og sagt um Atla Gregersen, síðani hann for­talaði seg undan dystinum móti Malta. –– Nú skal eg til at hugsavna meg um dystirnar móti Norra og Svøríki, sigur Atli Gregersen at enda. Málið er at fáa í minsta lagi eitt stig afturat teimum, sum hann hevur verið við til at vinna Før­oy­um. Við 57 landsdystum og einum lið­skiparabandi kann Atli Greger­sen skjótt kalla seg eina lands­liðs­legendu, men fyrst skal hann spæla tveir teir seinastu lands­dystirnar. TRONDUR@SOSIALURIN.FO FØROYAR – LITAVA 2-1 (2009) FØROYAR – LUKSEMBORG 0-0 (2010) FØROYAR – NORÐURÍRLAND 1-1 (2010) FØROYAR – ESTLAND 2-1 (2011) GRIKKALAND – FØROYAR 0-1 (2014) FØROYAR – GRIKKALAND 2-1 (2015) LIKTENSTEIN – FØROYAR 2-3 (2016) FØROYAR – UNGARN 0-0 (2016) LETTLAND – FØROYAR 0-2 (2016) ANDORRA – FØROYAR 0-0 (2017) FØROYAR – ANDORRA 1-0 (2017) FØROYAR – LETTLAND 0-0 (2017) FØROYAR – LETTLAND 1-1 (2018) FØROYAR – LIKTENSTEIN 3-0 (2018) FØROYAR – MALTA 3-1 (2018) FØROYAR – KOSOVO 1-1 (2018) MALTA – FØROYAR 1-1 (2018) FØROYAR – MALTA 1-0 (2019) Kelda: Faroesoccer.com Stigini hjá Alta Gregersen á landsliðnum: 2000 – 2003 Randers Ferja 2003 Lyngby 2004 – 2005 GÍ 2005 Skjold 2006 Frem BK 2007 GÍ 2008 – 2010 Víkingur 2010 Ross County 2011 – Víkingur LANDSDYSTIR: 57 MÁL: 1 (Móti Liktenstein í venjingardysti í 2018) VUNNIN STIG Í HM OG EM: 25 VUNNIN STIG VIÐ ØLLUM: 38 GUL KORT: 11 REYÐ KORT: 2 Yrkisleið: Fakta: NAVN: Atli Gregersen FØDDUR: 15. juni 1982 FORELDUR: Árni og Maria Gregersen KONA: Jenny Gregersen BØRN: Árni Nóa og Eva STARV: Virkisráðgevi í ALS -Mítt skoritriks var at siga, at eg spæli fótbólt, men at eg hvørki hyggi ella havi áhuga fyri fótbólti. Soleiðis fekk eg bluffað hana at verða saman við einum stórum fótbóltsidioti Atli dansar rundan um avgerðina: (Kappingarbyjan 2019) Miðverjin á landsliðnum er spurd­ur nakrar ferðir, um hann nú gevst á landsliðnum. Tað er næstan eitt ár til komandi Nations League kappingin byrj­ar og liðskiparin er blivin 37 ár. Hann segði við Fót­bólts­ blaðið hjá Fótbólts­sam­bandi­ num, at hann ikki kundi gevast, eftir at Vík­ingur endaði á fimta plás­si í 2018. - Tann veturin eg ikki venji, er mítt seinasta kappingarár, segði Atli Gregersen í blaðnum undan kapp­ingarárinum í ár. Hann hevur ongantíð váttað tað, men onkrar ábendingar hava verið í seinastuni. Tá so Lars Olsen boðar frá at hann gevst, er tað eisini eitt høvi at takka fyri seg, tí ein nýggj tíð stend­ur fyri framman á lands­ lið­num. Atli staðfestur at hann gevst (Leygardagin 12. oktober á Tórsvølli) Eftir tapið móti Rumenia leygar­dagin er lagið minni gott í føroyska hópinum. Millum teir seinastu at koma til mikrofonina hjá FM1 er liðskiparin. Seint í sam­røðurin kemur hann sjálvur inn á støðuna hjá sær. -Eg eri 37 ár og eri ófatiliga stoltur av at hava spælt á lands­liðnum og tað eri eg framvegis, men nú fer Lars Olsen og kanska skal eg bara fara við honum. Vón­andi klára teir at spæla til null so, sigur Atli Gregersen, sum altíð er góður fyri eina øðrvísi við­ merking. - Tað finst nógvur ítróttur, og um eg uppfinni eina fiski­kapp­ ing í Gøtu og bara eg eri við, og tað er eitt landslið, so hetta ikki seinastu ferð eg eri á einum landsliði, men hetta er mín seinasti landsdystur fyri før­oyska fótbóltslandsliðið á heima­vølli. Tað er einki at ivast í tí, sigur liðskiparin á føroyska lands­lið­num, sum eisini iðrar seg um gongdina í løtuni. -Vit byrjaðu á 4.800 áskoðar­um og eru nú á 2.400. Nú mugu vit vinna týskvøldið, um vit ikki skulu enda niðri á túsund áskoðarum, sigur Atli, sum er til reiðar at takast við Malta. - Tú skal ongantíð vindast í gongd til at spæla ein landsdyst, tí tað er ein heiður. Hjá mær verður tað liðugt øgiliga skjótt, men tað er týdningarmikið at kom­andi landsliðsspælararnir skilja hvussu stórur heiður tað er at spæla á landsliðnum. Tað er tað størsta tú kanst uppnáða sum føroyskur fótbóltsspælari, so vit mugu og skulu reisa okkum. Vit her í Føroyum eru von við mótgang, so tað er nú vit skulu vísa okkum og vísa sterkt saman­hald, sigur Atli Gregersen. Altjóða fráboðan á tíðindafundinum (Mánadagin 14. oktober á Tórsvølli) Liðskiparin á landsliðnum er ikki so sinnaður at gera nógv burt­urúr støðuni, men á al­ menna tíðindafundinum verð­ ur hann spurdur um støðuna hjá sær. - Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú hetta verður tað. Eg haldi ikki vit kunnu vinna okkum til EM, so um vit ikki spæla ein venjingardyst, so er hetta mín seinasti dystur á heima­vølli, segði Atli Gregersen á tíðinda­fundinum. Hesa ferð vóru orðini nakað færri enn vanligt og lið­skiparin vil helst hava fokus á upp­ gávuna, sum er móti Malta. - Hetta ein keðilig kensla, tí mær dámar so væl, men eg haldi eisini at fólkið vil sleppa at hoyra onkran annað tosa enn meg. Hetta hevur verið ein stór­ur partur av mær og eg havi droymt um tað síðani eg var lítil, sigur Atli Gregersen og leggur afturat: - Tá eg havi verið i brús nú, so pakka vit hetta saman, tí nú snýr tað seg um torføra dystin móti Malta. Áskoðararnir hava stuðlað okkum nógv og tað vilja vit rinda teimum aftur, sigur 37 ára gamli miðverjin. Soleiðis gevst Atli Brandur Hendriksson hevur skorað til 2-0 móti Grikkalandi á Tórsvølli, og Atli Gregersen fegnast saman við spælarum og áskoðarum