Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 38 TRÓNDUR ARGE – ULLEVAAL LEIKVØLLURIN, OLSO E rling Braut Håland og Joshua King hava fyri kortum skorað mál móti feløgum sum Liverpool og Manchester United. Í morgin eru teir í álopinum hjá norska landsliðnum, sum hevur tveitt handklæðið í ringin, sjálvt um teir hava eina lítlan møguleika at vinna seg beinleiðis víðari til EM 2020 endaspælið. Tað krevur millum annað, at Føroyar vinnur á Svøríki í seinasta dystinum. Norra hevur tó møguleikan at vinna seg víðari gjøgnum Nations League, har teir skulu spæla móti Serbia. - Hetta verður ein venjing til dystin móti Serbia í Nations League, sum er tann stóri dysturin fyri okkum, men vit mugu taka hendan dystin í álvara, sigur Joshua King á tíðindafundinum á Ullevaal. Håland í stórformi Serliga Erling Braut Håland hevur vunnið seg fram á altjóða pallinum í hesum kappingarárinum. Hann hevur skotið 21 mál í 16 dystum fyri eysturríska Red Bull Salzburg. Eitt er, at hann hevur skorað í eysturrísku deildini, har Red Bull Salzburg er stóra felagið. Meiri imponerandi er, at hann hevur eisini skorað mál í Champions League bólkaspælinum, har liðið er í einum krútbólki við Liverpool, Napoli og Genk. Her hevur tað eydnast honum at skorað móti øllum. Har í millum eitt hattrik móti belgiska Genk. Hann hevur longu tikið fimm bóltar heima við, eftir athava skorað hattrik fimm ferðir. -Eg sovi saman við teimum bóltunum. Teir eru damurnar hjá mær, er Erling Braut Håland siteraður fyri at siga – helst eitt sindur í skemti. 19 ára gamli áleyparin er sonur Alf-Inge Håland, sum spældi við eitt nú Leeds og Manchester City. Hann endaði eina ferð í hornatøkum við onkum minni enn Roy Keane. Í eini grannauppgerð í Manchester fekk Alf-Inge av at vita, tá Roy Keane stemplaði hann í knæið. Ein sjónbandabrot, sum javnan finnur vegin fram á netinum. Erling B. Håland er fullur av sjálvsáliti, men enn hevur hann ikki skorað á norska landsliðnum. Norskir miðlar eru á tremur við søgum um unga áleyparan, sum er settur í samband við eitt nú Manchester United. -Nú skulu vit ansa eftir, at vit ikki bara tosa um hann, segði norski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck, á tíðindafundinum. Norskir spælarar á føroyska liðnum F ø r o y s k a landsliðið hevur síðani mánadgin fyrireikað seg í Keypmannahavn, har liðið hevur vant á vøllunum hjá Fremad Amager, sum hevur Heina Vatnsdal í hópinum. Landsliðsvenjingar hava givið greiðar ábendingar um, at tríggjar broytingar verða á liðnum í mun til liðið, sum vann 1-0 á Malta á Tórsvølli í oktober. Tríggir spælarar, sum til dagligt spæla í Norra koma inn.Ári Mohr Olsen, Gili Rólantsson og Odmar Færø, meðan Hallur Hansson, Jóannes Kalso Danielsen og Viljormur Davidsen detta út frá dystinum móti Malta. Hallur Hansson hevur brotið hondina og er ikki tøkur, meðan Viljormur Davidsen er endaður á bonkinum hjá Vejle. Gilli Rólantsson hevði leikbann móti Malta, men er tøkur aftur. - Eg kann siga so mikið sum, at vit spæla við trimum í miðverjuni. Vit bíðaðu fyri at vita um Odmar Færø bleiv tøkur og tað er hann. Ári Mohr Jónsson spælir hvørja ferð fyri Sandnes, meðan Viljormur tíverri er endaður í skugganum hjá Vejle, sigur Lars Olsen. Hann vil ikki avdúka liðið, men nógv bendir á at tað verður við hasum báðum broytingunum at føroyska liðið skal spæla móti Norra. Lars gevur ongar gávur Lars Olsen hevur ikki verið partur av vetrarvenjingunum í Føroyum, tí hann nú er høvðusvenjari hjá Esbjerg í donsku Superliguni. Fyrispurningurin frá Esbjerg kom millum landsdystirnar móti Rumenia og Malta, sum vóru á Tórsvølli í farna mánaði. -Eg fekk ein fyrispurning frá teimum og so gekk tað skjótt, sigur Lars Olsen í kuldanum á Sundby Idrætspark. Hann fekk loyvi frá Fótbóltssambandinum at taka við starvinum, sjálvt um hann manglaði at standa á odda fyri tveimum dystum hjá Føroyum. -Eg kenni væl spælararnir og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hevur staðið fyri venjingunum í Føroyum. Har vóru bara 15 til venjing og onkur hevur givið avboð, tí hevur talan ikki verið um tað stóru úttøkuna, sigur landsliðsvenjarin. Millum annað er Eli F. Nielsen 27 ÁR SÍÐANI SEINASTA DYST Á ULLEVAAL Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar og Norra eru í bólki saman til eina HM ella EM-undankapping. Vit skulu heilt aftur til 1992 og 93 fyri at finna tveir venjingardystir millum grannalondini bæði. Í 1992 taptu vit 2-0 á Ullevaal leikvøllinum og árið eftir taptu vit heili 7-0 á Svangaskarði. Tá hevði norska liðið spælarar sum Henning Berg, Lars Bohinen og Kjetil Rekdal. Føroyska landsliðið fær úr at gera á Ullevaal leikvøllinum fríggjadagin. Í álopinum hjá Norra verður eitt tað heitasta álopsnavnið í Evropa í løtuni, og ein maður, sum fyri kortum søkti Manchester United í Premier League Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Norra-Føroyar: SKULU STEÐGA SKULU STEÐGA NORSKU MÁL­ NORSKU MÁL­ MASKINUNI MASKINUNI