Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. november · Nr. 133 TÍÐINDI Sonurin hjá Mortani Kronborg Jacobsen, Levi, hevur fingið staðfest orðblindni, men boðini frá skúlanum eru, at hann fær onga orðblindaundirvísing fyrr enn næsta ár, tá hann er komin í fjórða flokk. Morten er sjálvur orðblindur og óttast, at Levi fer at hava somu avmarkingar, sum Morten hevði, fær hann ikki neyðugu hjálpina Steinar Patursson - Levi má hava hóskandi und­ irvísing, soleiðis at hann kann hava somu møguleikar sum øll onn­ur. Soleiðis sigur Morten Kron­ borg Jacobsen um sonin Levi, sum hevur fingið staðfest orð­ blindni, men sum ikki fær at­ gongd til hóskandi orð­blinda­ undirvísing. Levi gongur á Santa Frants skúla, men einki til­boð verður til hansara um orð­blindaundirvísing fyrr enn næsta skúlaár, tá Levi kemur í 4. flokk. Hetta er ikki nóg gott, held­ ur Morten K. Jacobsen, sum sjálv­ur er orðblindur, og sum ótt­ast, at somu avmarkingar fara at gera seg galdandi fyri Levi, sum Morten K. Jacobsen hevði, tá hann var yngri. Morten K. Jacobsen ilskast inn á, at hóast Levi ikki fær orð­blindaundirvísing, so skal hann fylgja við í vanligu tím­ un­um, sum Morten metir vera spill av tíð. - Hví skal sonurin hjá mær hava átta tímar í føroyskum og fýra tímar í donskum og so fram­vegis, drongurin dugir ikki at lesa! Hví verður hann tik­in upp í har? Hví verður tann tíðin ikki sett av til at und­irvísa hann í at læra at lesa? Tí at tað er tað, sum hann ikki dugir. Hann fær at vita, at hann skal lesa hesa bókina, men hann dugir ikki at lesa. Hann fær at vita, at hann skal skriva hetta, men hann dugir ikki at skriva, sigur Morten Kronborg Jacobsen. Óttast at søgan endurtekur seg Morten K. Jacobsen fekk sjálv­ ur sum vaksin staðfest orð­ blindni, og orðblindnið hevur uttan iva sett avmarkingar í lívinum hjá honum, tí at hann ikki fekk neyðugu hjálpina sum smádrongur, heldur hann. Eftir loknan fólkaskúla lá hug­ urin til at lesa jura ella psyki­ atri, men við lesiførleikunum, sum hann hevði tá, kom tað ikki upp á tal. Ístaðin fór hann á sjómansskúla, har hann las til skipara. Undirvísingin á sjómans­ skúl­anum gekk í heila tikið út upp á at rokna, og at rokna hevði Morten K. Jacobsen ong­ ar trupulleikar við. Nú er Morten K. Jacobsen farin undir at lesa framleiðslu­ tøkni á Glasi, tí hann orkaði ikki lívið á sjónum meira. Men fyri at kunna fylgja við í und­ irvísingini mátti hann betra um lesiførleikarnar, og tað hev­ur hann sjálvur gjørt við hjálp av einum forriti, ið eitur Set í orð. Set í orð er eitt lesiforrit til teldu, ið lesur orð upp av skíggj­anum. Forritið er eisini eitt tilboð, ið Santa Frants skúli kann bjóða næming­un­ um, men hetta er ikki nøktandi, heldur Morten K. Jacobsen, sum krevur ordiliga orð­blinda­ und­irvísing til Levi. Eftir fólkaskúlan royndi Mort­en seg á handilsskúla, men hann fekk ein skelk, tá hann fann útav, hvussu hann varð viðfarin, tá hann ikki kundi fylgja við í lesingini. - Í handilsskúlanum fekst tú at vita, at tú skuldi lesa hes­ ar og hasar síðurnar til dagin eftir, og at tað fór at taka ein hálvan tíma. Eg sat í sjey tímar og kom ongan veg. So kom eg aftur í skúlan dagin eftir og fekk at vita, at eg hevði ikki gjørt nakað burturúr; hetta hó­ast eg hevði sitið allan dagin fyri og lisið. Skúlagongdin í fólkaskúl­an­ um var ikki nógv betri, tí har hildu hini - bæði næmingar og lær­arar - at Morten K. Jacob­ sen var bara býttur. - Men eg eri jú ikki býttur, og tað var eg heldur ikki tá. Eg havi altíð verið rímiliga væl fyri, eg dugi at hugsa, og eg dugi væl at rokna. Tað er bara tað, at eg dugdi ikki at lesa. Og Mortan sær fyri sær, at um Levi fær eins ringar sømdir í fólkaskúlanum, sum hann gjørdi, so fer tað at hava við sær somu avmarkingar, tá far­ ast skal víðari í lívinum. - Sonurin hjá mær fer at enda sama stað, har hann sum 15 ella 16 ára gamal simpulthen hevur mist mótið. Hann missir møguleikan at fáa sær eina út­ búgv­ing. Tá tú fert undir hægri útbúgving, so mást tú fylgja við. Dumpar tú, so fært tú ikki hasa útbúgvingina, sum tú hev­ur sett tær fyri. Bókstavirnir flyta seg Tað er torført at greiða frá, júst hvussu tað er at vera orð­ blind­ur, sigur Morten Kron­ borg Jacobsen. - Í Gummi Tarzan fara bók­ stav­irnir upp at dansa í bókini, og hjá summum er tað kanska so. Tað er ein góður máti at lýsa orðblindni uppá, hóast tað kanska ikki er so ógvilsligt í veruleikanum. Hjá mær er tað so, at bókstavirnir broyt­ ast, sigur Morten og peikar á vegg­in húsaveggin í Vágsbotni, har tað stendur Poul Hansen. - Eg veit, at har stendur Poul Han­sen á hasum vegginum, men um eg ikki visti av tí og stóð og hugdi, so hevði eg kunnað sæð tað sum P-O-U-L-L, H'ið hevði kanska verðið til tvey L, og onkur annar stavur hevði kanska verið burtur. Hevði onkur so fortalt mær, at har stóð Poul Hansen, so hevði tað komið fram. Játtanin tikin burtur Tað er rætt, at har er ikki stór­ vegis tilboð til Levi ella onnur orðblind á Santa Frants skúla, váttar Johan Marni Stenberg, - SONUR MÍN ER SLEPTUR UPP Á FJALL Eingin orðblindaundirvísing: - Sonurin hjá mær fer at enda sama stað, har hann sum 15 ella 16 ára gamal simpulthen hevur mist mótið