mánadagur 18. november 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. november · Nr. 133
TÍÐINDI
varaskúlastjóri á skúlanum, og
orsøkin er rættiliga einføld:
játtanin til orðblindaflokk er
spard burtur av Mentamála
ráðnum.
- Vit hava havt ein orðblinda
flokk, har tey hava fingið und
irvísing sum orðblindanæm
ingar tveir dagar um vikuna.
Men tað er spart burtur av
mentamálaráðnum. Vit fingu
tað sum eina eykajáttan, men
nú er hon spard burtur.
Talan var um eitt tilboð til
allar skúlarnar í Tórshavnar
kommunu, har næmingar við
orðblindni kundu fara út á
Santa Frants skúla at fáa und
irvísing tvær ferðir um vikuna.
Tilboðið hevur verið í nøkur
ár, men í summar varð tað so
tikið burtur.
Johan Marni Stenberg ger
greitt, talan var um eina roynd
arverkætlan, men at játtanin
varð tikin burtur, uttan at
skúlin
varð
kunnaður
um
hetta frammanundan ella boð
in á fund.
- Vanliga plagar tú at verða
kallaður inn til fundar fyri at
vita, hvussu royndarverkætl
anin gongur, men tað vórðu
vit so ikki. Vit vistu ikki fyrr
enn í juni mánaði, hvør játtan
in var til tímar, og tá og var
hetta spart burtur, uttan at tey
høvdu sagt okkum frá.
Á Santa Frants skúla ar
beiða tey í løtuni við at seta í
verk aftur orðblindaundirvís
ing, men tað verður bert eitt
tilboð til næmingarnar á skúl
anum.
- Tilboðið er ikki líka stórt, tí
tað hava vit ikki tímar til. Men
tað verða eini átta ella níggju
tímar um vikuna.
- Vit síggja væl, at vit hava
ein trupulleika, men frá al
mennari síðu mugu vit siga, at
tey ignorera, at har er ein
trupulleiki. Tað er ikki nokk, at
vit í løtuni bara hava ein orð
blindalærara, sum í einari viku
hevur fýra og ein hálvan tíma
at vera orðblindalærari. Í teirri
tíðini skal hann gera kanning
ar av næmingum, ráðgeva lær
arum og so eisini undirvísa,
sigur Johan Marni Stenberg.
Á Santa Frants skúla eru
um 360 næmingar, og um 10
teirra stríðast við orðblindni.
Við játtanini sum er, ber ikki til
at lofta teimum næmingunum
á nøktandi hátt, sigur Johan
Marni Stenberg, og tí er skúlin
noyddur at leggja tímar um,
soleiðis at fleiri orðblindatím
ar koma á skrá.
Tá spurdur um forritið Set í
orð sigur Johan Marni Sten
berg, at tað er nakað, ið skúlin
kann bjóða næmingum, men
at tað er tað, sum skúlin er í
ferð við at leggja um.
- Set í orð er eitt forrit, ið
skal hjálpa tær at lesa og
skriva. Tað fáa næmingarnir
bjóðað á skúlanum, men tú
mást fáa undirvísing í at nýta
forritið. Næmingarnir mugu
læra at brúka tað, tað er ikki
nokk bara at senda næmingar
nar til hús við telduni og so
einki meira.
-Vit síggja væl,
at vit hava ein
trupulleika, men
frá almennari
síðu mugu vit
siga, at tey
ignorera, at har
er ein trupulleiki