Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. november · Nr. 133 TÍÐINDI -Nýhugsan skal til í øllum samfelagnum Tingbólkaformaðurin hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreassen, heldur at stórar umleggingar mugu gerast Árni Gregersen Nývaldi tingmaðurin hjá Fólka­flokkinumn, Christian Andreassen, hevði orðið á fundinum, sum var á Hafnia um vikuskiftið. Christian Andreassen er, hóast nýggjur á tingi, valdur til formann fyri tingbólkinum hjá flokkinum. - Tað er rættuliga eyðsýnt, at vit mugu gera nakrar broyt­ingar í samfelagnum. Eg hugsi um grundleggjandi broyt­ingar, so vit fáa tingini at hanga saman, segði hann. Hann tosaði fyrst og fremst um at reka samfelagið uppá ein heilt annan máta. - Tað nyttar onki at brúka plenu­klippara mátan. Tað flytir onki nakran veg, segði Christian Andreassen. Hann fegnaðist eisini um, at vinnan hevur ment seg stóra og sterka og gleddi seg til, at tað fer at bera til at broyta ávís ting í lógini um fyri­siting av sjófeingi. Í heila tikið var semja um, at tað var gott klárað av Jacob Vestergaard og fiskimála­ráðn­um at megna at koma við uppskotum um broyt­ing­ar, so skjótt sum gjørt var. Á landdsfundinum hjá Fólka­flokkinum høvdu øll í ting­manningini orðið um­ framt tey trý lands­stýris­ fólk­ini. Eini hundrað fólk tóku lut í landsfundinum hjá fólkaflokkinum, sum var hildin á Hotel Hafnia. Mynd: Paula Eliasen Christian Andreassen er tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum. Mynd: Paula Eliasen Valsigurin fekk fólkafloksfólk at savnast á landsfundinum Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum fegnaðust fólk framvegis um størsta valsigurin hjá flokkinum síðani 1950 Árni Gregersen Tað er ikki altíð, at flokkar kunnu fegnast á fyrsta lands­ fundinum eftir eitt val, men tað er støðan hjá Fólka­flokk­ inum. Tá ið flokkurin helt lands­ fund leygardagin var tað gjøgn­ umgangandi, at bæði tey fólka­ valdu og gundarfólki ann­ars vóru sera væl nøgd við úrs­litið av valinum og at flokk­ur­in er í samgongu. At flokkurin so eisini hevur fingið avgerandi málsøki, sum fiskivinnuna, fíggjarmál og almannamál at umsita tyktist at hóska fundarfólkinum, sera væl. Í røðu síni segði Jørgen Niclasen, floksformaður, at Fólka­flokkurin hevur ikki altíð hevur verið so raskur at