Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. november · Nr. 133 TÍÐINDI Tað gongur væl hjá fiski­vinnuni Hóast tað, so er neyðugt at gera broytingar og fyrireika seg til nýggjar tíðir, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Árni Gregersen Hann hevur roynt tað fyrr – at umsita fiskivinnumál. Jacob Vestergaard er ímynd­in av Fólkaflokk­in­ um, tá ið tað kemur til fiski­ vinnu­mál. Eftir seinasta løgtings­val, fekk hann aftur sæti í sama málaráð og umsitur aftur fiskivinnuna. Og hann legðist heldur ikki á boðini. Áðrenn freist­ in var farin at leggja upp­ skot fyri tingið, sum skulu virka frá 1. januar, hev­ur hann saman við um­sit­ingini gjørt broyt­ing­ar­upp­skot til lógina um fyri­siting av sjó­ feingi, sum nú er til viðgerar í Løg­ting­in­um. - Tíðin hevur sjálvandi verið knøpp, men vit náddu tað vit skuldu og vit hava gjørt uppskotini í tráð við tað, sum er avtalað í sam­ gonguskjalinum, sig­ur lands­ stýrismaðurin. Gongur væl Á landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum staðfesti lands­ stýrismaðurin, at tað gong­ ur rímiliga væl hjá før­oysku fiskivinnuni. Hann sigur seg eisini vita um fleiri ætlanir um at byggja ella keypa nýggj skip, men vinnan bíð­ ar eftir um broyting­arupp­ skot­ini verða samtykt. - Eg veit væl, at tað hava verið nakrar markeringar, sum ganga eitt sindur ímóti, men hetta er helst sum tað eigur at vera. Hetta er alt gjørt við atliti til ta semju flokk­arnir hava gjørt í sam­ gongu­skjal­in­um, sigur Jac­ ob Vest­er­gaard. Jacob Vestergaard vísti eisini á, at fer Bretland úr ES, so eur møguleikar fyri ein­um øðrum samstarvi við Bretland. - Tað kann lata upp fyri nýggjum møguleikum hjá okk­ara vinnu, legði hann aft­urat. Jerusalem Orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um eina før­oyska sendistovu í Jer­usa­l­em fekk ikki stóra rúmd á lands­ fund­inum hjá Fólka­flokk­in­ um. Kortini fingu fleiri fund­ arluttakarar sagt, at teir ikki taka undir við út­meld­ ing­unum hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni við uttan­ ríkis­málum. Eitt er at lata sendistovu upp í Ísrael – nakað heilt annað er at gera tað í Jerus­ alem. Eini 100 fólk tóku lut á landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum. ar­beiða millum valini, men so var ikki ta ið seiansta sam­ gonga sat. - Okkara fólk koyrdu á vit bæði einum og øðrum tiltaki og tað gav úrslit. Vil fegin nevna Hans Joensen úr Havn, sum skipaðif yri einum ótali av fundum og tiltøkum við ómeta­liga nógvum lut­tak­ar­ um. Takk fyri tað, segði for­ mað­urin. Samgongusamráðingarnar Um samgongusamráðingarnar eftir at vsalúrslitið var kent, segði Jørgen Niclasem, at tað var ein stórur fyrimunur at Fólka­flokkurin gjørdist størsti flokkur. - Vit vistu væl, at tað var ein vandi fyri, at Sambands­flokk­ ur­in kundi sfara saman við Javn­aðarflokkinum, men av tí, at borgarligu atkvøðurnar vóru so nógvar, so koppaðu sam­ráðingarnar røtta vegin, segði Jørgen Niclasen. Hann segði, at tað stóð nógv á undir samráðingunum og í løtum var tað við at flokkarnir fóru hvør til sín. Tað eydnaðist tó at halda sam­an og Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Mið­flokk­ur­ in skrivaðu undir eitt sam­ gongu­skjal. Upptak Undir valstríðnum gav Fólka­ flokkurin fleiri vallyfti. - Tey ætla vit okkum at halda, men tað verður ikki alt í senn, tí støðan er munandi verri í landsbúskapinum enn vit roknaðu við, segði formað­ ur­in. Hann vísti á, at tað liggja nógvar rokningar og bíða eftir nýggju samgonguni. Rokn­ing­ ar, sum andstøðam eftir hans­ ara vitan ikki visti um. - Hetta verður eitt stórt upp­tak, men tað bindir eisini hesa samgonguna rættuliga nógv. Næstu fýra árini hevur frá­farna landsstýrið og sam­ gonga bundið 1,5 milljardir í íløg­um, segði fólka­floks­for­ mað­urin á landsfundinum. Á fundinum var eisini sagt, at alt tosið um Búskapar­ grunn­in er bert bluff. Landið skal altíð hava 15 pro­sent av BTÚ í gjaldføri. Tað hevur landið framvegis. Tað einasta sum er hent er, at ein part­ur av hesum pengunum nú eru settir inn á aðra konto – altso í Búskapargrunnin – í stað­in fyri at alt er í lands­kass­ an­um. - Í veruleikanum er Búskap­ ar­grunnurin tómir, tí gjaldføri er ikki hægri enn tað hevur verið, segði formaðurin í Fólka­flokkinum. Elsebeth Mercedes Gunnnleygsdóttur. Mynd: Paula Eliasen Jógvan á Lakjuni. Mynd: Paula Eliasen Jóhan Eli Lyngvej Poulsen. Mynd: Paula Eliasen Góður stemningur á floksfundi. Mynd: Paula Eliasen Jacob Vestergaard. Mynd: Paula Eliasen