Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen  Í greiningini um før­ oyska búskapinum, sum Danski Tjóðbankin al­ manna­kunngjørdi hin 13. november, sigur tjóð­bankin, at føroyska arbeiðs­loysið nú er í botni, og hetta kann hava við sær, at búskapurin verður yvirupphitaður. - Í greiningini stendur eisini, at landsstýrið kann økja um støðufestið í bú­skapinum við at føra ein mótgangandi fíggjar­ politikk, eitt nú við einari savnaðari stýring av al­ mennum útreiðslum og íløgum kring alt landið. Í Vinnuhúsinum vísa tey á, at skatta­inn­tøkur­ nar fara ikki at megna at fylgja almennu út­ reiðslunum frameftir, men Tjóðbankin metir, at tað ber til at bøta um hetta við at økja um arbeiðs­útboðið ella við at herða fíggjarpolitikkin. - Hetta eru í veru­ leikanum somu niður­ støður og stórt sæð somu til­mæli, sum Føroya Arbeiðs­gevarafelag kom við í  búskapar-og kon­junkt­ur­frá­greið­ ing síni fyri skjótt hálv­ um ári síðan, siga tey í Vinnuhúsinum. Í frágreiðing síni vísir Føroya Arbeiðs­gevara­ felag á bráðtørvin á arbeiðs­megi, og fyri at loysa hesa avbjóðing mælir felagið til at víðka um atgongdina til arbeiðs­megi. Lagt verður aftrat, at um vit hyggja long­ur fram í tíðina, so mælir Føroya Arbeiðs­gevara­felag til, at land, kom­munur og alt tað almenna annars sam­ skipa alt sítt virksemi, bæði tá ræður um rakstur og íløgur. - Anars ber ikki til at reka fíggjarpolitikk í Før­ oyum, er niður­støð­an hjá Føroya Arbeiðs­gevara­felag. Føroya Arbeiðs­gevara­ felag eisini til, at land og kommunur fara í holt við eina langtíðarnýskipan av føroysku skatta og av­g jaldsskipanunum, har málið er at lækka van­liga lønarskattin, sam­stundis sum fleiri ser­skipanir og frádráttir verða strikaðir, og fleiri brúka og tænastugjøld koma inn í myndina. ­ - Danski Tjóðbankin er samdur við yvirskipaðu niðurstøðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um føroyska búskapin, vilja tey í Vinnuhúsinum vera við í dag Um vikuskiftið var hált kring landið, og soleiðis var eisini í morgun. Tá soleiðis er, er skjótt, at onkur bilførari fer skeivur á vegnum. Hesin bilurin fór skeivur við omankoyringina til Porkeris sunnukvøldið. Vilmund Jacobsen Herfyri boðaðu hjún­ ini, sum eiga og reka kafé’ina á Mølini í Skála­vík frá, at tey ætla sær at byggja 10 stór kømur beint við húsa­ ognina á Mølini. Skála­ víkar kommuna hevur givið byggiloyi, og við í ætlanini er eisini, at hjún­ini fara at keypa nakrar hundrað fer­ metr­ar av lendi frá kom­ mun­uni. Hetta er sambært tí, sum frammi hevur ver­ ið, fyrsta byggistig í ein­ ari størri verkætlan á Møl­ini í Skálavík. Um vikuskiftið kom eisini fram, at trígg­ ir persónar í Skála­vík, Eynar Mart­in Kjær­ bo, bóndi, Mart­in Kúr­ berg, sum er flutt­ur til bygdina, har hann og konan nú byggja sær hús – og borgar­stjór­ in, Linjohn Christian­ sen, hava tik­ið hendur saman um stórt kampingpláss í Skála­ vík. Ætlaða kamping­ pláss­ið er víst á viðheftu mynd. Ræstkjøtveitslan hjá Pensiónistafelagnum í Sjóvar Sókn verður í pensiónistahúsinum sunnudagin 24. november klokkan 16, og her verður borðreitt við góðum ræstum kjøti og súpan. Skálavík fær nú eitt stórt kampingpláss Hálir vegir og kavi ­ Vilmund Jacobsen Veturin er komin og við tí eisini hálir vegir og kavi. Í Sunda kommunu siga tey í dag, at tað eru umsjónarmenninir hjá kommununi, sum hava til uppgávu at salta og grava vegirnar.  - Kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Kommunan eigur tveir bilar sum salta vegirnar og ein samstarvsavtala er gjørd við veitara um graving við maskinu, tá tørvur er á tí. Tað siga tey í Sunda kommunu, sum í dag kunna um kavarudding og salting á sínari heimasíðu – www.sunda.fo Hóast Hotel Skálavík skjótt letur aftur fyri almenninginum, ætla fólk í bygdini, sum framvegis vilja hava ferðafólk til bygdar, ikki at gevast á hendur Vinnuhúsið: Tjóðbankin samdur við Føroya Arbeiðsgevarafelag