mánadagur 18. november 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hummer sum elbilur
Eftir ætlan kemur kendi
amerikanski bensinslúk
urin Hummer sum elbilur
um ikki so langa tíð. Talan
verður um fýrahjólsdrivnar
elbilar.
Søgan hjá Hummer
byrjar í 1984, tá teir vóru
gjørdir sum hernaðarbilar
til amerikanska herin undir
navninum Humvee ella
HMMWV (High Mobility
Multipurpose Wheeled
Vehicle). Teir vóru sera væl
umtóktir sum militerbilar,
tí teir kundu koyra alla
staðni, eisini har tað var
óframkomiligt.
Humvee vórðu serliga
kendir undir Flógvakríg
num í 1991, tá kendi ame
rikanski herleiðarin Nor
man Schwarzkopf koyrdi
í einum Humvee. Eftir at
amerikanararnir vunnu á
Irak, vaks eftirspurning
urin eftir Humvee um all
an heim. Tá varð avgjørt
at gera eina sevila útgávu
av bilinum, ið fekk navnið
Hummer.
Hummer kom í eitt fíggj
arligt ódnarveður í 2008, tá
oljuprísurin hækkaði nógv,
samstundis sum sølan av
bilunum minkaði. Síðan
kom altjóða fíggjarkreppan
og gjørdi so at siga enda á
Hummer, sum allir hava
stórar og orkukrevjandi
motorar. General Motors
steðgaði framleiðsluni av
Hummer í 2010.
Framleiðslan
av
Hummer elbilunum skal
eftir ætlan byrja í 2021.
maggi@sos.fo
38.797 AKFØR Í FØROYUM
38.797 akfør eru skrásett í Føroyum sambært nýggjastu
hagtølunum frá Akstovuni, sum eru frá 1. november í ár.
Talan er um 25.877 persónbilar, 4.254 vøruvognar, 3.423
viðfestisvognar og 1.826 prutl. Flestu akførini eru sum
vera man í Streymoynni, 18.222 eru tey í tali. Næstflest
eru í Eysturoy, har tey eru 8.995. Á triðja plássi kemur
Borðoy við 3.809 og síðani Suðuroy við 3.334. Oyggin við
fæst bilum er Mykines. Har eru skrásett trý akfør.
Kia Ceed fæst í nógvum
ymiskum útgávum. Tann
nýggjasti er XCeed, sum
er ein heilt serlig útgáva
av Kia Ceed, ið teir nevna
CUV, sum stendur fyri
Crossover Utility Vehicle.
Kia XCeed fær sera góð
skotsmál frá evropeiskum
motorjournalistum, sum
ikki ivast í at Kia við hes
um bilinum hevur sera
góð kort á hondum í
hørðu kappingini um ev
ropisku kundarnar.
Kia XCeed hevur lagt
seg á odda, tá tað kemur
til
koyrieginkeikar
og
komfort. Bilurin hevur
flott modernað design,
sum er teknað í Evropa til
evropearar. Hóast XCeed
er ein sportligur bilur við
flottum designi, er hann
eisini praktiskur við góð
um plássi og stórum við
førisrúmi. Hann er 4,4 cm
hægri frá vegnum enn Kia
Ceed hatchback.
Bilurin er rúmligur
við stórum viðførisrúmi.
Allar innbygdar trygd
arskipanir eru standard.
Kia XCeed fæst við ben
sinmotorum við ávikavist
120, 140 og 204 hk og
dieselmotorum við 115 ella
136 hk. Kia gevur 7-ára
garanti upp á allar sínar
bilar.
maggi@sos.fo
Sportsligur Kia XCeed
Tann nýggi elek
triski Mustang
varð sýndur
fram, har hann
argaði Tesla
mest
Eirikur Lindenskov
Ford leggur alt fyri, at ein el
ektrisk útgáva av klassiska
Ford Mustang skal gerast
eitt umskifti fyri bilafram
leiðaran.
Ford Mustang Mach E,
sum sniðið nevnist, var í gjár
sýndur fram í Los Angeles.
Elbilurin er vorðin meira
enn bert eitt nýtt snið hjá
Ford, sum í løtuni stríðist við
eina størri umlegging.
Vónin er, at hann verður
ein fongur fyri felagið, tá tað
kemur til inntøkur og í mun
til umdømið hjá Ford.
Ford hevur boðað frá, at
framleiðarin ætlar at brúka
slakar 80 milliardir krónur
upp á át menna el- og hybrid
bilar fram ímóti 2022.
– Her er ein vøra, sum er
uppstaðin úr okkara nýggja
máta á hugsa uppá, segði Jim
Hacket, stjóri í Ford, tá bilur
in varð vístur fram í gjár.
Tann fyrsti Ford Mustang
kom á marknaðin í 1964.
Bilurin var eitt stórt sats
fyri Ford, men sniðið bar av
øllum vónum.
Málið við bilurin var at
skapa ein sportbil fyri øll, og
tað hepnaðist í stórum stíli
við fleiri milliónum seldum
bilum í sekstiárunum.
Ein líknandi stórseljari
hevði verið kærkomin hjá
Ford í dag, sum hevur stórar
avbjóðingar.
Í oktoer boðaði Ford frá,
at tey lækkaðu vónirnar
fyri 2019 vegna víkjandi sølu
í bæði Kina og í USA.
Fleiri serfrøðingar peik
aðu í tí sambandi á, at um
leggingarnar hjá móðurfel
agnum fyri fleiri milliardir
dollarar kunnu fara at taka
longri tíð enn ætlað.
Við Mach E vónar Ford
at kunna taka dystin ímóti
Tesla, sum hevur hava stóra
eydnu við at selja sportbilar.
Valið av staðnum at fýra
bilin fram var uttan iva ein
roynd at arga kappingar
neytan.
Tí bilurin var vístur fram
í einum floghangari bara ein
spákitúr frá høvuðssætinum
hjá Tesla SapceX í Kalifornia
Júst SpaceX-umhvørvið
hevur ofta verið nýtt til at
vísa fram nýggjar Tesla-bil
ar.
/ritzau/Reuters
Elekstriskur Mustang skal
eggja til økta sølu av Ford
Her sæst nýggi Ford Mustang Each E- sniðið til myndatøku í Michigan síðst í oktober
Mynd: Rebecca Cook/Reuters