mánadagur 18. november 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen skeyt
fimm mál, tá ið Bjerringbro-
Silkeborg í gjár vann fyrra
dystin
av
tveimum
ímóti
sveisiska Pfadi Winterthur í
dystinum um at sleppa við í
bólkaspælið í EHF Cup. Hesin
fyrri dysturin varð spældur í
Sveis, og Bjerringbro-Silkeborg
vann 36-33 eftir at hava verið á
odda 16-15 í hálvleikssteðginum.
Jóhan hevði fimm skotroyndir
og gagnnýtti tær allar. Retur
dysturin verður í Silkeborg
komandi sunnudag kl.17 før
oyska tíð.
Rókur Akralíð var við fimm
málum
millum
eyðsýndu
leikararnar, tá ið liðið hjá
honum og Teis Horn Rasmusen,
HEI Skæring, fríggjakvøldið
tapti 27-24 á heimavølli ímóti
HC Midtjylland. HEI Skæring,
sum annars var á odda 14-12 í
hálvleikssteðginum, liggur á
næstaftasta plássi í næstbestu
donsku deildini við trimum
stigum eftir 10 dystir.
Føroysku kvinnurnar í Vend
syssel Håndbold stevna fram
vegis beint ímóti bestu donsku
deildini. Í gjár bleiv tað til
36-16-stórsigur á Sæby, og
liðskiparin á føroyska lands
liðnum, Pernille Brandenborg,
stóð fyri seks av málunum.
Bjarta O. Johansen spælir eisini
við Vendsyssel, men heldur í
løtuni steðg av tí at hon er við
barn. Vendsyssel er oddalið í
næstbestu deildini, tvey stig
frammanfyri Ringkøbing.
FLOGBÓLTUR
Triðja dystin á rað fóru føroya
meistararnir úr Mjølni (menn)
av vøllinum aftur við 3-0-sigri,
tá ið teir leygardagin vóru á
vitjan hjá SÍ í Sørvági. Settúrs
litini vóru 25-18, 25-20, 25-18. ÍF
er í løtuni tað liðið, sum hevur
lagt seg best fyri í kappingini
um at fylgja Mjølni, og tað
gjørdu teir við einum 3-0-sigri
á Fleyr leygardagin. Har vóru
settúrslitini 25-23, 25-18, 25-22.
Næsti dysturin er longu í kvøld,
tá ið ÍF og SÍ bresta saman á
Kambsdali.
Mjølnir og KÍF hava lagt best
frá landi í meistaradeildini hjá
kvinnum, har tey bæði hava
fult stigatal eftir tveir teir
fyrstu dystirnar. Mjølnir vann
í gjár 3-1 á Drátti heima í Klaks
vík, har settúrslitini vóru 25-23,
25-17, 17-25, 25-18. KÍF vann eisini
sín heimadyst, eisini 3-1, ímóti
TB. Har vóru settúrslitini 25-20,
25-15, 25-27, 28-26. Triðja dystin
vann Fleyr 3-0 á SÍ og hevur
harvið fingið síni fyrstu stig
hetta kappingarárið. Settúrs
litini vóru 25-18, 25-18, 25-14.
FORMIL 1
Tað
var
ein
hendingarrík
kappkoyring
í
ársins
næstsíðsta
Grand
Prix
hetta
kappingarárið,
tá
ið
kappkoyrararnir
í
gjár
kappaðust í Brasil. Menn sum
Valtteri Bottas (Mercedes) og
Ferrari-koyrararnir, Sebastian
Vettel og Charles Leclerc,
ruku allir út eftir óhapp, og
hetta loyvdi øðrum framat
har frammi. Max Verstappen
(Red Bull) vann frammanfyri
óvæntaða tvey-aranum, Pierre
Gasly (Toro Rosso), meðan
Lewis Hamilton, sum longu er
heimsmeistari áðrenn seinastu
GP-kapping í Abu Dhabi 1.
desembur, bleiv nummar trý.
FR. ÍTRÓTT
Annað umfar í vetrarkapping
ini, rennikappingin Kerjar, varð
runnin leygardagin á økinum
hjá Hotel Føroyum og Berg
Hestum við Oyggjarvegin í
Havn. Talan var um ein 9,5 kilo
metrar langan tein, og 120 lut
takarar vóru við. Úrslitini vóru
hesi: Opin bólkur: 1. Eirikur
Hansen 37:28, 2. Rógvi Kárason
38:43, 3. Einar Gregersen 38:48.
Kvinnur: 1. Maria Biskopstø
44:15, 2. Rigmor N. Arge 44:20, 3.
Sara Wallin 44:26.
Meistararnir draga frá
Føroyameistararnir úr Mjølni vísa
styrki frá kappingarbyrjan og hava
higartil vunnið allar sínar dystir 3-0
Meistaradeild, menn
Lið
Dystir
Stig
1. Mjølnir
3
9
2. ÍF
3
4
3. SÍ
3
3
4. Fleyr
3
2
Meistardeild, kvinnur
Lið
Dystir
Stig
1. KÍF
2
6
2. Mjølnir
2
6
3. Dráttur
2
3
4. Fleyr
2
3
5. TB
2
0
6. SÍ
2
0
Savnsmynd