Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SMS-deildin Nú er grundspælið í bæði SMS- og Okkaradeildini komið so at siga í helvt, og tað er eftir eina øgiliga viku fyri spenningin. Í SMS-deildini hittust tey fýra ovastu liðini í vikuni, og tað var Kyndil sum kom best frá øllum. Føroyameistararnir vun­nu á bæði Neistanum og H71. Neistin tapti báðar sín­ ar dystir ímóti H71 og VÍF, meðan H71 vann á vest­manna­ kvinnum. Sostatt var tað Kyndil sum slapp nógv best frá toppvikuni í SMS-deildini, men tað er ikki tað, ið stendur eftir. Tí H71 vann greiðan sigur á VÍF og stevndi eisini ímóti trivaligum sigri á Kyndli, áðrenn altavgerandi støðuna tá ið eitt korter restaði í av dysti­ num ímóti Kyndli. Reyða kortið sum vendi dystinum Tá var H71 á odda við trimum málum. Strikuleikarin hjá Kyndli, Karin S. Midjord, slapp til ein nakað spískan møguleika og hevði bert møguleika at fáa bóltin framvið høvdinum á Anniku Fríðheim Petersen í H71-málinum. Men skotið var óneyvt og traff málverjan í andlitið – hart úr stuttari fjar­ støðu. Málverjin gjørdi eina rørslu sum tóktist at hótta við at tveita bóltin eftir striku­leikara­ num aftur, áðrenn hon setti næsta álopið hjá H71 í gongd. Dómararnir revsaðu hevndar­hóttanini við reyðum og og bláum kortið. Einki er at ivast í, at hetta skakaði H71-liðið, og dysturin vendi eisini á høvdið – og Kyndil vann í evstu løtu. Støðan við reyða kortinum var heilt stóra samrøðuevnið í høllini eftir dystin, og niður­ støðan tóktist at vera, at mál­ verjin gjørdist offur fyri reglu­ gerð, ið ikki hevur rúm fyri kenslum. Einki ilt í støðuni Tí har var einki ilt í støðuni yvir­høvur. Karin S. Midjord hevði ikki hug at skjóta bóltin í andlitið á Anniku F. Peter­ sen, sum heldur ikki hug at tveita bóltin aftur eftir striku­leikaranum. At málverjin verður sintur í slíkum støðum er so vanligt og so skilligt sum til ber. Slíkar støður kunnu í ringasta føri verða lívshættisligar, og tí er ikki løgið at síggja málverjar vísa øði, tá ið teir verjuleysir verða raktir í høvdið. Aloftast verður tað til róp og skolur ímóti skjótandi leikarunum, men Annika F. Petersen var óhepnari enn so. Hvat um bólturin sprakk burtur? Bólturin rakti í andlitið, sprakk í gólvið og beint í hendur­nar aftur. Hetta mundi neyvan taka fleiri enn tvey sekund, og uttan at hugsa kom so hóttandi rørslan við bólti­ num. Tí fær Annika Fríðheim Petersen reyða kortið – tí at bólturin sprakk í hendurnar á henni. Bláa kortið verður bert givið fyri at binda um heilan fingur, og fer neyvan at fáa av­ leiðingar. Dómararnir høvdu neyvan nakað annað í at velja, og so kunnu vit, ið fylgja við SMS- deildini, bert iðra okkum um, at reglu­gerðir, ið ikki taka atlit til kenslur yvirhøvur, skulu spilla ein annars sera góðan dyst – ið Kyndil helst eisini kundi vunnið uttan hesa støðuna. Okkaradeildin: VÍF, Neistin og H71 vunnu stórsigrar Vikan í Okkaradeildini var eisini øgilig. Stórar broytingar hendu á stigatalvuni, har VÍF klatraði upp á næstfremsta plássið, Neistin kom upp á fjórða plássið og H71 styrkti um odda­sessin. H71 hevði ongar trupulleikar av kyndilsmonnum, og Føroya­ meistar­arnir vístu stórspæl frá serliga Peteri Krogh og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. VÍF vísti eisini øgiliga styrki, tá ið tað gjørdist til stórsigur ímóti KÍF, ið lá beint aftanfyri á stiga­ talvuni. Sama skil var á Hálsi í Havn. Neistin hevði trupulleikar við neyv­leikanum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var eing­ in ivi. Neistaálopini brustu ímóti StÍF-málinum við øgi­lig­ ari ferð, og Neistin skor­aði heil­ ar 23 ferðir í seinna hálv­leiki. Sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR REYTT KORT, REYTT KORT, DRAMATIKKUR DRAMATIKKUR OG OG AVSMURNINGAR Í AVSMURNINGAR Í ODDASTRÍÐUNUM ODDASTRÍÐUNUM