Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Leikarin hesa vikuna Leikarin hesa vikuna NEISTA­ VENJARIN: VIT TAKKLA OG SKORA SMS-DEILDIN: TURIÐ ARGE SAMUELSEN OKKARADEILDIN: DÁNJAL RAGNARSSON - Vit brenna ikki, sigur Mads Rydal, venjari hjá Neista­num, tá ið hann verður spurd­ur um avrikið í seinna hálv­leiki. - Í fyrra hálvleiki koma vit til frálíkar møguleikar, men vit brenna, brenna og brenna. Tað gjørdu vit eisini á Skála, so eg var eitt sindur bangin fyri at tað skuldi henda aftur, sigur venjarin, ið viðgongur at hann gav sínum leikarum eina skolu í hálv­leikinum, og tað mundi rigga. Leikararnir settu ferðina enn meira upp í seinna hálv­leiki, og tað var tilvitað. - Vit vistu at StÍF eru eitt sindur smalri, nú tá ið Pætur (Johansen, blm.) er uttan­lands, og tað fór at verða trupult hjá teimum at spæla við somu bakkum allan dystin. So vit høvdu avtalað at vit skuldu renna við teim­um, og so gjarna eisini takkla. Men vit takkla ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, smílist ein fegin Mads Rydal at enda. At Kyndil vinnur odda­dystir­ nar á bæði Neistanum og H71 vísir at Kyndil er á veg aftur á tindin í SMS-deildini. Verjan hevur verið sera góð hjá Kyndli í ár, meðan álopið hevur haltað. Loysnin hevur í fleiri førum verið, at seta Føroya besta vong á vinstra bakk, og tað fór at bragda í viku­ni. Turið Arge Samuelsen spældi so at siga allan dystin ímóti Neistanum á bakkinum, og tað gjørdi hon væl. 12 ferðir setti hon bólt­ arnar í netið, og var bein­ leiðis orsøk til greiða sigurin. Hon var eisini beinleiðis orsøk til sigurin ímóti H71. Støðan var 24-24 við einum 20 sekundum eftir, tá ið hon flutti seg inn ímóti miðjuni, leyp uppfrá úr einum átta metr­um og høgdi sítt sætta mál inn og avgjørdi dystin. - Vit fáa øgiliga skjótt fatur á dystinum, hóast munurin ikki verður so stórur í fyrra hálvleiki, sigur Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari, eftir at VÍF hev­ur vunnið greiðan sigur á KÍF og lagt seg á næstfremsta pláss­ið í Okkaradeildini. - Nicklas Selvig er væl skjót­andi og spælir ein fantast­iskan dyst fyri KÍF, men vit fáa so skapt holið í seinna hálvleiki og koyra dystin heim. VÍF hevur nú ikki tapt síðani ímóti KÍF 29. sep­tem­ ber. Síðani tá komu tveir javn­ leikir, og nú fýra sigrar á rað. - Vit eru í einum góðum stima, ger Hjalmar Klein Olsen eisini greitt, og førir fram, at javnleikirnir og ósig­ ur­in í Kollafirði fyri sjey vik­ um síðani eisini vóru heilt góð avrik av VÍF. - Vit hava verið nøgdir við avrikini í ár, og tað sum nú er betrað er, at tað eru fleiri sum bjóða seg til at skjóta mál. Vengirnir hjá okkum, Jóhan í Garðastovu og Andrias Erik­ sen hava skotið fleiri og fleiri mál í seinastuni, og í dag skora teir ávikavist tíggju og átta mál, greiðir venjarin frá. Nú er VÍF á øðrum plássi, og um tíggju dagar er oddadystur á skránni ímillum VÍF og H71, og venjarin setur favorittleiklutin á mót­støðu­ liðið. - Hoyvíkingar eru kanska eitt stig omanfyri hini, men mit eru í einum góðum stima. Men trupulleikin ímóti hoy­ vík­ingum er, at teir hava so øgi­liga breidd, meðan vit hava spælt nógv við teimum somu. Men nakrir eru komnir aftur­ at, og tað sá heilt gott út í dag, brosar Hjalmar Klein Olsen at enda. Vit vóru vitni til nøkur fram­ úr álopsavrik í vikuni. Fyri VÍF vóru vengirnir framúr, meðan Nicklas Selvig skoraði 13 mál fyri KÍF. Hjá Kyndli skoraði Hjalti Mohr Jacob­sen eisini 13 mál ímóti H71, ið somuleiðis hevði fram­úr avrik frá Peteri Krogh, Eliasi Ellefsen á Skipa­ gøtu og fleiri øðrum. StÍF fekk enn eina ferð eina ør­grynnu av skjótálopum burtur úr millum annað, Ivani Mrdalo, meðan neista­menn fingu enn fleiri burtur úr sínum ungu leikar­um. Julian Kragesteen, Trónd­ur Mikkelsen og Dánjal Ragnarsson vunnu greipu­ na við dreingjum 18 farna kappingarár, og sunnu­ kvøldið tóku teir aftur øgiliga ábyrgd á mansliðnum hjá Neistanum. Dánjal Ragnarsson stjól yvir­skriftirnar hesaferð, og tað við góðari orsøk. 18 ára gamli neistamaðurin sló navnið hjá sær fast sum bakk­ur í fjør, men hevur í sein­astuni spælt meira og meira á vinstra vongi. Ímóti StÍF takkaði hann fyri við 12 mál­um, sum komu bæði av vongi, bakki, skjótalálopum og brotskøstum. Ser­liga sigandi var eitt mál ímóti endanum av dystinum. Ungi Neistamaðurin fær bólt­in heilt niðri í horninum vinstru­megin. Hann finn­ ur ongan at spæla til, so hann tekur sakirnar í egn­ar hendur, driblar inn á miðju­ na og høggur eitt hoppiskot inn. Úrslit í vikuni: Kyndil – H71 26-34, VÍF – KÍF 36- 29, Neistin – StÍF 35-27 Máltindurin Filip Jojic (VÍF) 88 Nicklas Selvig (KÍF) 72 Dánjal Ragnarsson (Neistin) 54 Tróndur Mikkelsen (Neistin) 54 Peter Krogh (H71) 53 Sjúrður Olsen (Neistin) 51 Kaito Nakahodo (Team Klaksvík) 51 Rasmus Søby (Neistin) 49 Hjalti Mohr Jacobsen (Kyndil) 47 Pætur Johansen (StÍF) 43 Úrslit í vikuni: StÍF – Stjørnan 24-27, H71 – VÍF 27-22, Neistin – Kyndil 21-30, Kyndil – H71 25- 24, VÍF – VB 31-21, Neistin StÍF 30-21 Máltindurin Turið Arge Samuelsen (Kyndil) 65 Ingunn Kristina Persson (Neistin) 62 Marita Mortensen (H71) 62 Haruka Gima (StÍF) 57 Súna Krossteig Hansen (Kyndil) 55 Agnas Olsen (VÍF) 52 Tóra Eliasen (Stjørnan) 52 Liljan Müller (VÍF) 50 Mina Lava Sirdal (Stjørnan) 49 Maria Halsdóttir Weyhe (H71) 49 Durita C. Jojic (VÍF) 41 Dajana Komenda (VB) 40 SMS-deildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 10 280 219 61 16 2 Kyndil 9 239 170 69 14 3 Neistin 10 247 219 28 12 4 H71 9 236 210 26 12 5 Stjørnan 9 225 240 -15 8 6 StÍF 10 214 300 -86 4 7 VB 9 190 273 -83 0 Okkaradeildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 8 241 191 50 14 2 VÍF 9 263 240 23 12 3 StÍF 9 253 255 -2 11 4 Neistin 9 243 222 21 10 5 KÍF 9 251 240 11 9 6 Kyndil 8 208 226 -18 4 7 Team Klaksvík 8 179 264 -85 0 HJALMAR: VIT ERU Í EINUM GÓÐUM STIMA