mánadagur 18. november 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTSGALLA 2019 ATKVØÐUR
Gunnar Nielsen
5
Eigur ikki lut í nøkrum av mál
unum. Kann í besta føri verða
meiri heppin í fyrsta málinum,
tá bólturin fer millum beinini
á honum. Hevur ein bjarging
í heimsflokki, og er annars
aftur har, sum vit kenna hann
frá fyrr av. Fær millum annað
nevnan nøkur innlegg.
Odmar Færø
2
Bleiv fleiri ferðir yvirspældur,
tá norðmenn sendu Alexander
Sørloth í bakrúmið. Hevði av
stórar avbjóðingar í avspæli
num, sum tó eisini skyldast
vantandi
spælimøguleikar.
Ein av slakast dystunum hjá
annars stinna miðverjanum.
Atli Gregersen
3
Er væl vardur í miðverjuni
og stemplar væl inn í dyst
in, tá hann upp til fleiri ferðir
brýtur úr verjuni og taklar í
uppspælinum hjá norðmon
num. Er í fleiri førum prísgiv
in, men skal helst leggja meiri
trýst á Alexander Sørloth, tá
hann skorar til 3-0.
Heini Vatnsdal
2
Eigur lut í báðum teimum
fyrstu málunum, har hann ser
liga í tí fyrsta tapur luftdystin
móti Tore Reginiussen. Trívist
heilt víst ikki eins væl á vinstra
miðverjanum, sum á høgra. Var
sjáldan sannførandi við bólti
num, men aftur ivasamt um tað
bara kann skyldast upp á hann.
Gilli Rólantsson
2
Tvøramaðurin tolir ov illa mót
gang og byrjar at hanga við
høvdinum. Tað sást í hesum
dystinum, eftir at Norra kemur
á odda 2-0. Verður trýtur hart
hvørja ferð hann fekk bóltin, og
kláraði ikki at finna eina loysn
– men tað er kanska eisini upp
til viðspælararnar at bjóða seg
fram. Kom til eitt líkinda skot,
men tað var tað.
Brandur Hendriksson
5
Klárt besti útispælari hjá før
oyska liðnum. Er kanska eisini
tann einasti, sum veruliga
fær ágóðan av spæliháttinum
hjá Lars Olsen, har vit skulu
spæla bóltin upp, heldur enn at
sparka. Kláraði í onkrum føri at
sleppa leysur frá fýra norskum
spælarum. Spælir við yvirskoti,
men tað er saknur í Halli Hans
son, tí kilometarnir og ágrýtini
í pressinum manglar, tá hann
ikki er undir liðini á skálvík
inginum.
Ári Mohr Jónsson
2
Vann
plássið
frá
Viljormi
Davidsen, men tók ikki av
hesaferð. Hevði trupult við at
standa rætt í verjustøðu og
norðmenn komu oftani ígjøgn
um í hansara síðu. Hevði tað
eisini torført í uppspælinum,
har hann bleiv trýstur væl at
norsku spælarunum. Manglar
eisini eitt sindur av dirvi í
álopspartinum, men tað kemur
so hvørt hann kemur fyri seg
eftir langtíðarskaðan.
Sølvi Vatnhamar
2
(Út 78.min)
Nú er tíðini komin til at royna
Sølva Vatnhamar á einum
trý-mans
miðvølli.
Hann
arbeiður sum ein hestur á
kantinum, men vantandi bólt
spælið hjá okkum ger, at hann
sjálvdan er partur av nøkrum
framrættaðum spæli. Hann
rennur ikki frá nøkrum bakki
upp á ferð, og snildu renn
ingarnar, tá vit hava bóltin á
teirra hálvu er vekk – einamest
tí vit hava ikki bóltin.
Jóannes Bjartalíð
2
(Út 71.min)
Tú ert ongantíð betri enn tín
seinasti dystur, sigur eitt orða
tak. Klaksvíkingur er tvær
ferðir kosin til dagsins spælara
á landsliðnum og bleiv ársins
spælari í ár, men tað sást tíverri
ikki aftur á vøllinum hesa
ferð. Hann hevði tað trupult
vinstru, har hann var fyri tað
mesta í verjustøðu. Er vanliga
tann, sum lumpar hinar, men
hesaferð bleiv hann lumpaður
av Joshua King. Hinar dyst
irnar hevur hann hótt málið,
men hesa ferð var ikki nær við.
Jóan S. Edmundsson
2
(Út 71.min)
Endaði sum miðvallari megin
partin av dystinum. Helst tí
hann einki fekk at arbeiða
við, og hugurin at renna og
elta mótstøðuna tykist mink
aður nakað seinastu lands
dystirnar.
Fekk
í
onkrum
førum vent spælinum, men
misti eisini bóltin til 4-0 málið.
Hann spælir á hægri stigi enn
nakrantíð, men tað sæst ikki
aftur á landsliðnum. Kanska er
tíðin komin at seta hann á mið
vøllin, so vit kunnu halda upp
á bóltin, og síggja hvar tað ber
okkum?
Klæmint A. Olsen
2
(Inn 71.min)
Áleyparin fekk heldur ikki
nógv at arbeiða við í álopinum.
Hann er altíð góður fyri at
stríðast, men hetta var ein
vónleysur dystur at koma inn
í. Hann fekk einki innlegg ella
nakran líkinda bólt at spæla
við.
Árni Frederiksberg
2
(Inn 71.min)
Tóktist vilja vísa seg fram
fyrstu løtuna, og var nakað á
bóltinum, men tað bleiv ongan
tíð til nakað vandamikið. Hevur
eisini brúk fyri, at tað hendir
okkurt frammanfyri honum,
men tað gjørdi tað sjálvdan.
SPÆLARA
SPÆLARA
METINGARNAR
METINGARNAR