Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kaj L. í Bartalsstovu 2.5 (Inn 78.min) Tað gongur ein góð løta, áðrenn gøtumaðurin fær fatur á bóltinum á fyrsta sinni, men so tryllar hann eisini eitt sind­ur. Eina góð dribbling við eftir­fylgj­andi síðuskifti, og eina tunell, sum ikki førdi til so nógv annað enn eitt smíl hjá teimum, sum halda at tað er skeg. Lars Olsen 2 Hetta var als ikki gott nokk og landsliðsvenjarin sær ikki út til at finna ein loysn upp á lekan, sum at kalla hvønn dyst kostar okkum fýra. Samstundis er føroyska liðið tannleyst í álops­støðu. Fleiri røddir halda at Jákup B. Andreasen skuldi út­tikin, so at fleiri møguleikar eru á miðjuni. Norra hevði heilt týðiliga lisið upp á og trýsti føroyska lið­ið. Hóast tað, so broyta vit einki í mátanum vit spæla uppá, og tað kostar málið til 4-0. Lars Olsen megnaði ikki at fáa liðið at raka røttu tendr­ing­ ina. Tað kostaði dýrt longu aftaná átta minuttir. Síðani verður einki broytt, uttan at vit í seinsta partinum av dystinum broyta mann fyri mann. Ein loysn er at brúkar tríggjar á miðjuni og hava tveir áleypara, har annar er meiri ein álopskendur mið­vallari. Hetta gera fleiri av teim­um lítlu feløgunum, tá tey renna seg í risar sum Man­chester City, Liverpool og FC Barcelona. Hartil mál Sølvi Vatn­hamar inn á miðjuna, held­ur enn at Brandur og Rógvi skulu dystast við upp til fýra mót­støðu­ spælar­ar. Hetta var ikki gott upp á nakran máta FÓTBÓLTSGALLA 2019 ATKVØÐUR Liðskiparin var vónbrotin, tá hann kom í Mixed Zone eftir dystin. Hann ásannar at tvey tey fyrstu málini tóku luftina úr føroyska liðnum. -Tað tekur nógva orku frá lið­num, men tú hevur eisini fokus á at tað skal ikki blíva meira, sum móti Svøríki, tá tað er 4-0 eftir tjúgu minutt­ ir. Alíkavæl blíva vit við at spæla, men eg veit ikki ordi­ liga hvat vit ætla okkum. Vit hava rímiliga nógvar av­lever­ingar á liðnum, men vit koma ongantíð úr trýsti­ num. Vit koma heldur ikki í rútmu­na av at skjóta bóltin út, ella fram. Tí bleiv tað til eitt langt álop hjá Norra, sigur Atli Gregersen og legg­ ur afturat: -Vit mugu hyggja inneftir. Hatta var ein “off-day”, so tað baskar. Vit hótta ikki teirra mál. Oftandi tá vit koma til ein málkjans og so halda vit at vit eru við, men tað klára vit heldur ikki í dag, sigur lið­skiparin. Miðverjin viðgongur at fyri­reik­ingarnar og tíðs­ punk­ið á árinum ikki er tað besta, men heldur ikki tað er høvðusorsøkin til tapið. -Tað er ikki optimalt, at vit ikki hava spælt, men hinvegin sleppur tú av snuddir og beinini eru frísk. Eg haldi meiri tað er tann skelkurin við fáa beinanvegin. Eg eri samdur í at vit ikki orka nógv væl, men eg haldi ikki at vit doygg­ja upp á kondisión. Eg haldi meiri tað er mentalt, at vit svíkja, sigur liðskiparin, sum kendi seg eitt sindur læstan í spælinum. - Eg føldi oftani, at tá bólt­ urin var farin í aðra síðuna, so kom hann ikki innaftur, tí teir fáa lukka av. Tær ferðirnar við megna at skifta síðu, spæla vit okkum eisini úr pressinum. Vit skuldu havt dyrkað meiri at skift við longum sendingum, tí teir róku okkum í rætt og lukkaðu okkum inni, sig­ur Atli, ið spældi sum tann mitt­ ast av trimum mið­verju­m. Atli Gregersen skal nú spæla sín seinasta landsdyst fyri Føroyar. Hann vónar at tað gongur betri hesaferð. -Vit hava tíverri verið í hesi støðuni fyrr. Vit skulu spæla tveir dystir og tá hevur tann eini verið vána­ ligur, so nú mugu vit tryggja okkum at hin verður góður. Vit spæla móti Svøríki, sum er víðari til EM, men hetta kann blíva aldarinnar skelk­ ur, um vit vinna. Nú mugu vit fylla depotini og drekka nokk av vatni. Tað er ikki bara tað at Lars Olsen gevst nú, men hetta hendir ov oftani. Nú mugu vit reisa okkum. Tað er sjáldan tú minn­ist tann næstseinasta dystin tú spældi, so lat okk­um hopa at tað verður betri móti Svøríki, sigur Atli Gregersen at enda. - Eg veit ikki hvat eg skal siga um dystin. Tað er klassamunur. Vit eru langt aftanfyri, undir okkara støði og fáa ikki nakað sum helst at rigga. Vit skapa ongar málmøguleikar og tað er simpulthen ikki gott nokk. -Hatta var ein keiðilig byrjan. 2-0 aftaná átta minuttir. Tá snýr tað seg bara um, at tað ikki skal blíva ordiliga ljótt. Vit hava einki at bjóða offens­ivt og tað blívur bara for nemt hjá norðmonnum. Vit eru ótrúliga skuffaðir, men vit kunnu velja at taka synd í okkum sjálvum, ella reisa okkum, sigur málverjin. Málverjin sigur eisini sína hugs­an um fyrireikingarnar og orsøkina til tapið. -Tað eru fleiri sum ikki hava spælt í eina tíð, og kanska eru vit ikki klárir til hetta støði av fótbólti. Eg ivist hvussu nógvir hava havt pulsin so høgt uppi sein­asta mánaðin, sum hann var í dystinum. Tá tú spælir landsliðsfótbólt og tú ikki er har, sum tú skal vera, so verður tú revsaður bein­an­ vegin. Tað tóktist til tíðir øgl­iga lætt at spæla í gjøgn­ um hjá okkum, tað er nakað vit alvorliga mugu hyggja uppá. Tað er ringt at skapa mál­møguleikar hesum støði­ num, men vit skulu helst kunna lukka økini í verju­ støðu. Tað verður ikki lættari móti Svøríki mánadagn, so vit mugu reisa okkum verða klár­ir, sigur Gunnar Nielsen. Atli Gregersen: Gilli Rólantsson: Gunnar Nielsen: Norra-Føroyar Mál: 4-0 Skot: 17-2 Skot á mál: 6-1 Hornaspørk: 11-2 Rangstøður: 0-0 Bóltfordeiling: 63%-37% Rættar avleveringar: 89%-82% Avleveringar: 692-418 Rættar avleveringar: 615-341 Gjørd fríspørk: 15-9 Gul kort: 0-2 Ryeð kort: 0-0