mánadagur 18. november 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Ullevaal, Oslo
-Tað er til tíðir pínligt at vera
á vøllinum í dag. Vit hvørki
dugdu ella tordu at spæla bólt,
og tað var simpulthen pínligt.
Hetta er ikki gott nokk, sigur
Jóan Símun Edmundsson við
Portal.fo í samrøðu eftir dystin.
Fyrstu
spælararnir
eru
komnir úr skiftirúminum. Tað
eru nakrir vónbrotnir spælar
ar og ein vónbrotin landsliðs
venjari, ið tosar við fjølmiðlar
nar. Lars Olsen er ein royndur
maður í fakinum. Hann veit
væl, at liðið hevur spælt illa
og at avrikið er vánaligt, men
hann dugur at orða seg, soleiðis
at ongin fær mein av hansara
útsøgnum.
Hann vísur á avbjóðingarnar
við at fleiri spælarar ikki eru í
dystarvenjing, at menn síggja
troyttir út longu tíðliga í seinna
hálvleiki og at føroyska liðið
skapar ov fáar møguleikar,
men heldur eisini at talan er
um stórar persónligar villur, ið
føra til málini hjá Norra. Jóan
Símun Edmundsson leggur tó
ikki fingarnar í millum.
-Fyrireikingarnar hava ver
ið elendigar. Vit kunnu ikki
vænta, við at venja tríggjar
ferðir um vikuna í eina mánað,
at vit kunnu spæla upp í móti
hesum. Og so venja á einum
vánaligum
graslíkisvølli
í
tríggjar dagar, og vænta at vit
kunnu hava eina venjing á grasi
her og spæla móti hesum her.
Vit skulu ikki brúka tað sum
umberingar og vit eru betri,
men hetta kann ongin vera be
kentur, sigur Jóan Símun Ed
mundsson við Portal.fo.
Lars Olsen viðgongur
avbjóðingar
- Fyrireikingarnar hava ikki
verið tær bestu, og tað vita vit
um hetta mundið á árinum. Tað
eru fleiri orsøkir. Spælararnir
hjá okkum í Íslandi hava ikki
spælt í eina mánað, meðan før
oyska kappingin endaði síðst í
oktober. Tá vit so skulu spæla
ein dyst mitt í november, har
spælararnir ikki eru vanir við
at renna runt við einum pulsi
upp á tvey hundrað, so kann
tað hava eina ávirkan, sigur
Lars Olsen og leggur afturat:
- Vit hava verið úti fyri
hesum fleiri ferðir. Hesa ferð
spæla við í norðurlondum, har
grasvøllirnir ikki eru góður
um hetta mundið á árinum.
Tað legst so afturat støðuni
við vantandi dystarvenjing.
Fleiri spælarar hava ikki spælt,
meðan aðrir ikki fáa fasta
spælitíð í feløgunum, sigur før
oyski landsliðsvenjarin.
Tað hevur eisini verið funnist
at
venjingarumstøðunum
í
Keypmannahavn,
har
vant
bleiv á Sundby Idrætspark. Ser
liga annar vøllurin var vánalig
ur.
-Og so eru tað vøllirnir.
Er tað betri
at
venja
á
einum ósløttum
grasvølli
ella
einum
sløttum,
men
vánaligum
graslíkisvølli?
Bæði
í
Danmark og Svøríki, og
helst eisini í Norra, sleppur tú
heldur ikki á grasvøllirnar eftir
1. november, sigur Lars Olsen,
sum ikki góðtekur hetta sum
eina umbering.
-Tað er avrikið á vøllinum,
sum er avgerandi fyri at vit tapa
dystin 4-0. Fyrireikingarnar
eiga sjálvandi ein lítlan part
av orsøkini, men vit skulu ikki
billa okkum inn, at tað eru
nakrar venjingar á graslíki
ella at onkrar kappingar eru
endaðar, at vit tapa. Orsøkin
er eitt ov vánaligt avrik frá
okkum øllum, sum ger at vit
tapa. Um tú hyggur eftir dysti
num umaftur, so sært tú eisini
at vit gera nakrar villur, sum
vit hava gjørt gjøgnum alla
undankappingina. Hetta er væl
fjórði ella fimti ferð, at vit lata
fýra mál ígjøgnum, sigur Lars
Olsen.
Lars irriteraður av málunum
Landsliðsvenjarin viðgongur at
ætlanin ikki helt hesaferð.
-Tað er ringt at siga, um vit
skuldu havt spælt upp á ein
annan máta. Valið av spælarum
kanst tú altíð kjakast um, tá tú
tapur 4-0, tí tá hava spælararnir
ikki
avrikað
tað
vit hava vónað
og
væntað
av
teimum. Tað kann
eisini verða eg og
Jóannes
Jakobsen,
sum ikki hava givið
røttu vegleiðingarnar. Tað
kunnu vera fleiri orsøkir. Tað
irriterar meg, at vit lata hasi
fýra málini inn og tað irriterar
meg eisini, at vit ikki fáa skapt
ein málmøguleika, sigur Lars
Olsen og leggur afturat:
-Har kunnu vit í dag
hyggja afturá og siga,
at
vit
skuldu
helst
havt spælt við nøkrum
fleiri
sendingum
og
skumpa fram. Men eg
veit ikki um tað hevði
hjálpt, tí Norra hevur
tveir miðverjar, sum eru
tveir metrar til hæddar.
Helst høvdu teir vunnið
teir flestu av bóltunum.
Vit gjørdu tað, sum vit hildi
var best á degnum, men tað
vísti seg at verða ein vánaligt
hugskot, sigur Lars Olsen at
enda.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Norra-Føroyar 4-0:
KURT MØRKØRE LETUR ILLA AT NORSKUM MIÐLUM
Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, Kurt Mørkøre, sum er
búðsitandi í Norra, er ikki nøgdur við dekningin hjá norskum
fjølmiðlum av føroyska liðnum. – Eitt tað løgnasta eg havi hoyrt frá
NRK Radio. Spyrja hví Føroyar tíma at spæla, tá teir altíð tapa? Hvat
hevur Norra vunnið seinastu fimm árini, spyr Kurt Mørkøre á Facebook.
Síðani vísur hann á munin á íbúgvarum millum Føroyar og Norra.
Øll eru á einum máli um, at avrikið móti Norra er undir
alt lágmark. Jóan Símun Edmundsson brúkar orð sum
pínligt og finst at fyrireikingunum, meðan Lars Olsen
heldur at tað eru bara umberingar, ið taka ábyrgdina
frá avrikinum, sum er tað týdningarmesta
VÁNALIGAR FYRIREIKINGAR
VÁNALIGAR FYRIREIKINGAR
OG MANGLANDI ORKA
OG MANGLANDI ORKA –
–
ELLA BARA UMBERINGAR?
ELLA BARA UMBERINGAR?