Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vit hvørki dugdu ella tordu at spæla fótbólt í dag, og tað var simpelthen pínligt at vera á vøllinum í dag. - Jóan Símun Edmundsson við portal.fo eftir 4-0-tapið fyri Noregi Eg kom, sá og sigraði. (...) Farið nú aftur og hyggið at baseball. - Zlatan Ibrahimovic á twitter tá ið hann takkaði fyri seg í LA Galaxy Vikan ið fór Vikan, ið fór við ítróttinum... ÍF ger innrás hjá grannunum í Víkingi og skrivar undir tvey ára sáttmála við serbiska vongleikaran, Filip Djordjevic. Sebastian Pingel skiftir úr HB og aftur til B36, sum hann á fyrsta sinni kom til Føroya til í 2016. Føroyar tapa 4-0 fyri Noregi á Ullevaal í Oslo í næstseinasta dystinum í hesari EM- undankappingini. Føroysku U19- dreingirnir í fótbólti halda leingi Danmark á pínubonkinum í EM- dysti, men enda við at tapa 2-0. Við átta máls sigri á KÍF lyftir VÍF seg heilt upp á 2. pláss í Okkaradeildini hjá monnum í hondbólti. Kvinnurnar hjá Kyndli vinna við einum máli á H71 og eru nú nummar tvey í tøttum oddastríði í SMS-deildini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Phil Freere Føddur: 23 Yrki: Flogbóltur (Mjølnir) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. 2015 2. Avstralia 3. Esbjerg 4. Skála 5. Alex Troleis 6. Áki Egilsnes og Allan Norðberg 7. FC Roskilde 8. Teitur Joensen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvat ár bleiv Atli Gregersen liðskipari á føroyska landsliðnum? 2 Úr hvørjum landi er leikandi Mjølnir-venjarin, Phil Freere? 3 Hvørjum donskum felagi er Lars Olsen venjari hjá? 4 Í hvørjari bygd spælir StÍF sínar heimadystir? 5 Hvør varð kosin ársins dómari í føroyskum mansfótbólti 2019? 6 Hvussu eita teir báðir føroyingarnir, sum spæla hondbólt við íslendska KA? 7 Hvørjum donskum felagi spældi Finnur Justinussen seinast við? 8 Hvussu eitur KÍF-leikarin á myndini? Ert tú nøgdur við byrjanina upp á kappingarárið? - Menninir eru byrjaðir við trimum sigrum á rað, sum er sera gott, tó at vit ikki hava spælt upp til okkara besta. Eg kann ikki klaga, men eg kann heldur ikki siga at eg eri heilt nøgdur enn. Vit hava nógv eftir. Hvat hava tit arbeitt við fram ímóti hesum árinum? - Fyrireikingarnar byrjaðu í juni. Vit løgdu dent á bóltkontrol og at skilja flogbólt, men liðið og eg fara altíð at arbeiða við teimum persónligu dygdunum og at gera munin á okkara sterkasta og veikasta minni. Hvat er munurin á liðnum í ár og í fjør? - Stóri munurin er at vit hava nøkur nýggj andlit á liðnum. Vit hava ein nýggjan leikara og nakrar yngri, sum hava tikið eitt fet upp. Samanborið við í fjør, so haldi eg at vit hava tikið okkum nógv fram og fingið eitt meira breitt lið, sum tekur trýstið av teimum startandi seks spælarunum. Tit síggja stinnir út aftur í ár, hvønn metir tú vera tykkara størsta kappingarneyta? - Øll hini liðini hava møguleikar at vinna á okkum hetta kappingarárið, men eg vænti heilt klárt, at dystirnar, sum vit tapa, fer at vera tí at vit ikki hava avrikað nóg væl heldur enn at hinir hava verið betri enn vit. Men teir kunnu royna at vísa, at eg fari skeivur. Hvussu dámar tær her í Føroyum? - Eg njóti at vera í hesum landinum. Tingini koyra í egnari ferð, sum kann hava bæði fyrimunir og vansar við sær. Tað er ikki nakað keðiligt við tí, men tað tekur tíð at venja seg við tað. Ongland fær heiðurliga móttøku til EM-undankappingardyst í Kosovo, har heimaáskoðararnir takka Onglandi fyri hernaðarligan stuðul Myndin hesa vikuna