Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tað hevur verið eitt sindur rokaligt rundanum føroyska manslandsliðið í fótbólti, sum í hesum døgum spælir tveir teir seinastu dystirnar í hesi EM- undankappingini. Luftin er farin úr ballónini og landsdysturin móti Norra staðfesti bara, at nú má broyting koma í. Í kvøld stendur Lars Olsen á odda fyri føroyska landsliðnum fyri seinastu ferð. Tað eru næstan tveir mánaðir síðani, at hann boðaði frá at hann ikki heldur fram. Tað gav kanska eitt “kick” til dystirnar móti Rumenia og Malta á Tórsvølli, men spurningurin er um vit ikki skuldu havt sagt takk fyri tá. Lars Olsen hevur fingið nýtt starv sum venjari hjá Esbjerg, og er farin víðari í síni yrkisleið. Hann leggur líka nógv fyri til hesar landsdystirnar, sum til allar aðrar, men tað tykist púra greitt at luftin er farin úr ballónin hjá spælarum. Avrikið móti Norra var, sum spælararnir eisini viðganga, alt ov vánaligt. Nú er a vóna, at æran hjá spælarunum ger, at teir reisa seg móti Svøríki, sum longu hevur vunnið seg víðari til EM. Janne Anderson, landsliðsvenjari, sigur at teir stilla upp við einum eykaliði. Vónandi ætla okkara spælarar ikki at verða statistar í einum glantrileiki hjá svenskarum, ið takla hetta nærmast sum ein venjingardyst. Fótbóltssambandið leitar í løtuni eftir einum landsliðsvenjara. Tað er boðað frá, at tað helst eisini verða broytingar í venjaratoyminum, har tað skal leggjast afturat. Tað er mín stóra vón, at FSF setir ein landsliðsvenjara, sum kann seta sín dám á alt føroyskt landsliðsvirksemi. Og at talan er um ein venjara, sum altíð trýr upp á at vit kunnu vinna. Tað merkir eisini, at krøv verða sett til fyrireikingarnar. Bæði til FSF og ikki minst til spælararnar. Vit vinna ongan dyst, um vit ikki yvirprestera. Hetta verður eisini seinasti landsdysturin hjá Atla Gregersen. Hann heldur fram at spæla í Víkingi, so vit koma at síggja nógv til hann í Føroyum, men mín stóra vón er at hann hevur prógvað fyri føroyskum spælarum, at tú mást ikki geva upp! trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge – Friends Arena, Svøríki Tað var eftir landsdystin móti Norra, at Jóan Símun Edmundsson var bersøgin í samrøðu við Portal. fo og kallaði fyrireikingarnar fyri elend­igar, og segði at tað var til tíð­ ir pínligt at vera á vøllium. -Tað vóru nokk onkur ting, sum eg segði, ið vóru betri ósøgd. Tú er vónbrotin eftir dystin, kenslurnar sita uttaná og vit hava gjørt eitt vána­ligt avrik. So kemur ein reka­ tión, og tað ger kanska eyka ilt, tí tað er eitt annað norðurland. Tað er Norra og eg havi spælt har, og tú vilt so gjarna gera tað gott og vísa Føroyum frá okkara bestu síðu, sigur Jóan Símun, ið eisini hevur tosað við landsliðsvenjaranum um hendingina. -Eg havi tosað við Lars um tað. Vit sleppa ikki á gras fyrr enn dagin áðrenn dyst, men soleiðis er tað nú eina ferð. Vit læra nógv tí sum spælarar og kanska eisini FSF lærir, sigur toftamaðurin. Hann vísur eisini á, at sum lítil tjóð er tað týdningarmikið at leita eftir øllum fyrimunum, fyri at kun­ na fáa eitt úrslit. -Sum ein lítil tjóð vita vit, at vit eru upp ímóti yvirmaktini so at siga hvørja ferð. Tí snýr tað seg um at gera alt, alt, alt tað, sum vit kunnu, fyri at fáa so góðar fyri­reik­ingar sum gjørligt, so vit hava so góðar treytir, fyri at kunna avrika so væl sum vit kunnu. Tað skuldi ikki brúkast sum umbering, tí vit avrika so langt frá tí sum vit kunnu, óansæð fyrireikingar. Tað var ikki gott nokk, sigur Jóan Símun bersøgin. Lars Olsen ásannar avbjóðingar Lars Olsen, landsliðsvenjari, ásann­ ar at tað er avbjóðingar við fyri­ reik­ingunum, men heldur ikki at tað kann brúkast sum umbering. - Fyrireikingarnar hava ikki verið tær bestu, og tað vita vit um hetta mundið á árinum. Tað eru fleiri orsøkir, men tað er avrikið á vøllinum, sum er av­gerandi fyri at vit tapa dystin 4-0. Fyri­reik­ing­ arnar eiga sjálvandi ein lítlan part av orsøkini, men vit skulu ikki billa okkum inn, at tað eru nakrar venj­ingar á graslíki ella at onkrar kapp­ingar eru endaðar, at vit tapa. Orsøkin er eitt ov vánaligt avrik frá okkum øllum, sum ger at vit tapa, sigur Lars Olsen. Við Kringvarpið sigur lands­ liðs­venjarin, at útsøgnin hjá Jóan Símuni Edmundsson ikki fáa ítróttar­ligar avleiðingar. trondur@sosialurin.fo JÓAN SÍMUN: OKKURT VAR BETRI ÓSAGT Eitt seinasta hál Tað sigur Jóan Símun Edmundsson, sum tó stendur við partar av kritikkinum. Lars Olsen ásannar avbjóðingar og hevur tosað við Jóan Símun og landsliðshópin Kritikkur av fyrireikingunum: