Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen – Vit hava longu nú nøkur tíðarskeið komandi summ­ar, har bæði okkara nýggja Hotel Brandan og okkara gamla Hotel Hafnia, eru fult bókað, sigur Pætur Trónd Thom­ sen, stjóri á Hotel Bran­ dan og Hotel Hafnia. Arbeitt verður í fullari ferð við at fáa nýggja hotellið í Havn, sum fer at hava 124 kømur, liðugt, og stjórin letur væl at. – Vit lata upp 1. mai komandi ár. Alt hevur gingið væl við byggingini, og vit eru frammanfyri tíðar­ætlanina, sigur Pætur Trónd Thomsen. Hilton Garden Inn Byggingin av hinum nýggja hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn við 130 hotellkømrum gong­ur eisini við fullari ferð, og stjórin, Martin Restorff, letur væl at. – Vit eru sera spent, og tað gongur væl við bygg­ingini. Vit eru ikki byrjað at taka bíleggingar frá einstaklingum enn, men vit hava fing­ið fyri­ spurningar ísam­bandi við fleiri stór­ar ráð­stevnur og ítróttar­tiltøk, og okkurt tíðarskeið komandi summar er hotellið longu fult bókað, sigur Martin Restorff. Ásett er tó ikki enn, hvønn dag Hilton Garden Inn letur upp. – Her arbeiða 67 mans í løtuni, tað gongur skjótt framá, og vit halda tíðarætlanina. Eg hevði ynskt at sagt, nær vit lata upp, men vit eru partur av Hilton ketuni, og tá eru tað ikki vit, ið áseta, nær vit lata upp. Tað eru teir, ið áseta dagin, og tí mugu vit bíða nakað enn, áðrenn upp­ latingardagurin verður kunngjørdur, sigur stjórin. Hann hevur áður nevnt í útvarpinum, at hotell­ið letur upp í mai kom­andi ár. – Sum sagt, eg veit tað ikki. Hilton setur nógvar treytir, og ikki fyrr enn teir siga gott fyri øllum, verður ásett, nær hotellið letur upp, sigur Martin Restorff. Hotel Føroyar Eisini Hotel Føroyar víðk­ ar um, og komandi ár fær hotellið 71 nýggj kømur, so at hotellið fer at hava 200 kømur tilsamans. – Summarið 2020 sær sum heild gott úr fyri Hotel Føroyar. Vit hava um­leið 2200 fleiri nætur bókaðar longu nú í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vit koma eisini at hava fleiri kømur at selja kom­ andi ár við út­bygg­ingini, so vit síggja ljóst upp á summarið 2020, sigur Jóhanna Rasmussen, sølu­stjóri hjá Gist og Vist. Hon vísir á, at tað longu eru tíðarskeið kom­ andi summar, ið eru fult bókað. Enn eru tó nøkur tøk kømur. Hon sigur, at hetta eisini er galdandi fyri Hotel Tórshavn og Hotel Vágar. Hotel Føroyar hevur bygt út seinnu árini árini. Fyrst frá 106 til 129 hotellkømur. Og komandi ár við 71 nýggj­um kømru­m, tá ið út­bygg­ ing­in vestanfyri verður liðug, og hotellið fær 200 køm­ur tilsamans. – Vit fara at taka tey nýggju kømrini í nýtslu so við og við komandi ár. Eftir ætlan verða tey fyrstu tikin í nýtslu í mai mánaði komandi ár, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist. Men Hotel Føroyar steðgar ikki har. Í 2021 er ætlanin at byggja Hotel Føroyar út við 28 kømrum afturat. Síðani verður farið í gongd við at um- og útbyggja Hotel Tórs­havn í miðbýnum. Ætlandi verður tann verk­ætlanin liðug í 2023, og tá fer Hotel Tórshavn at hava 122 kømur. Við øllum útbygg­ing­ unum fara Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn sostatt at hava 350 hotellkømur tilsamans. Stórar ráðstevnur Vit føroyingar kunnu vænta, at væl fleiri fleiri ferða­fólk fara at koma til Føroya komandi ár. Og vit kunnu eisini vænta, at tað verður ein nýggjur bólkur av ferðandi, ið koma higar, nevniliga ráð­stevnuluttakarar. Øll tey stóru hotellini siga nevniliga, at tey hava fleiri fyrispurningar og bíleggingar til stórar ráð­ stevnur. – Vit hava nógvar fyri­ spurningar um størri ráð­stevnur. Tær seta mun­andi størri krøv enn tað, vit áður hava kunnu nøktað á Hotel Hafnia. Nú hava vit eitt stórt hotell við ráðstevnuhøli og nógvum øðrum hent­ leikum. Tí kunnu vit nú hýsa fleiri tílíkum til­tøkum, sigur Pætur Trónd Thomsen. Eisini kappingarneytin Hilton Garden Inn siga seg hava fingið fleiri fyri­ spurningar um stórar ráð­stevnur. – Vit fara at hava eitt ráðstevnuhøli á hotellinum, har 280 fólk kunnu sita. Vit hava eisini fleiri minni ráð­stevnuhøli. Tað er stórur eftirspurningur eftir hesum. Vit hava 130 kømur, men ráð­ stevn­urnar kunnu vera munandi størri, og tí mugu hotellini í Før­ oyum samstarva fyri at fáa pláss fyri øllum gest­ unum. So ístaðin fyri at siga nei til onkra stóra ráðstevnu, so mugu vit ístaðin siga ja, at vit hava 600 hotellkømur í Havn, sigur Martin Restorff. Ítróttarkappingar og onnur stór tiltøk Á Hotel Føroyum hava tey fingið fleiri bíleggingar til ráðstevnur, men eisini til ítróttarkappingar og onnur tiltøk. Og tey fegn­ ast um, at hetta er uttan­ fyri háárstíð. – Januar til apríl 2020 sær eitt sindur betri út, um vit samanbera við, hvussu støðan sá út somu tíð í fjør. Tað skyldast í stóran mun, at ítróttar­feløg eru røsk at INNRÁS AV FERÐAFÓLKI KOMANDI ÁR Við tveimum nýggjum hotellum og yvir 300 nýggjum hotellkømrum, fara munandi fleiri ferðafólk at koma til Føroyar komandi summar. Nýggju hotellini, Hotel Brandan og Hilton Garden Inn eins og Hotel Føroyar hava longu nú fleiri tíðarskeið komandi summar, har hotellini eru fult bókað Martin Restorff, stjóri á nýggja hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn, sum letur upp komandi summar Mynd: Álvur Haraldsen