týsdagur 19. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
TÍÐINDI
Talið av ferðandi veks
ur á hvørjum ári. Hag
tølini frá Flogvøllinum
í Vágum hava í fleiri ár
víst ein vøkstur. Av
hesum eigur Atlantic
Airways sín part.
– Vit hava upplivað
ein vøkstur á umleið 10
prosent í ár. Vit vóna,
at
vøksturin
eisini
verður
10
prosent
næsta ár, sigur Jóhan
na á Bergi.
Hon gleðist um, at
vit komandi ár fáa væl
yvir 300 hotellkømur
afturat í Føroyum.
– Avmarkaða nøgdin
av
hotellkømrum
hevur verið ein tann
størsti fløskuhálsurin
í ferðavinnuni seinnu
árini. Tað fer at vera
munandi betri kom
andi summar, tá ið
øll hesi hotellkømrini
koma afturat. Hetta
gevur eisini munandi
fleiri møguleikar, tá ið
talan er um vinnuna
og ráðstevnur, sigur
stjórin í Atlantic Air
ways.
Hóast hon væntar
ein vøkstur komandi
ár, so sæst tað ikki
aftur enn í bílegging
unum hjá Atlantic Air
ways.
– Fólk bíleggja ikki
altíð so tíðliga, so vit
vita ikki enn, hvussu
talið av ferðandi verð
ur, sigur stjórin.
Sær gott út
hjá Norrönu
Vøkstur hevur eisini
verið í talinum á teim
um, ið ferðast sjóvegis
til Føroya við Norrönu.
–
Bíleggingarnar
fyri 2019 síggja, eins og
undanfarnu ár, gott út.
Tað hevur verið vøkst
ur í frá apríl til oktober
bæði millum Føroyar
og Danmark og mill
um Danmark og Ís
lands. Avbjóðingin er
at leingja háárstíðina,
soleiðis at vit fáa fleiri
ferðafólk umborð um
veturin. Hesum hava
vit arbeitt áhaldandi
vit seinastu árini, og
nú sær út til, at bæði
mars
og
november
síggja rímiligir út. Í
løtuni sær gott út fyri
2020, men enn er ov
tíðliga at siga nakað
endaligt, um hvussu
árið fer at hilnast. Vit
hava tó góðar vónir,
sigur Henny á Líknar
gøtu, sølu- og mark
naðarstjóri á Smyril
Line.
Hon fegnast eisini
um, at vit nú fáa fleiri
hotellkømur í Føroy
um.
– Ábendingar eru
um, at áhugin fyri
Føroyum er vaksandi
og
fleiri
ferðafólk,
ferðasmiðir og aðrir
fyriskiparar av bæði
ráðstevnum
og
frítíðarferðum hygg
ja hendavegin. Vit á
Smyril Line gleða okk
um til eina spennandi
framtíð
í
føroysku
ferðavinnuni,
sigur
Henny á Líknargøtu.
Atlantic
Airways
vónar 10
prosent
vøkstur
Atlantic Airways hevur havt
umleið 10 prosent vøkstur í
ár, og Jóhanna á Bergi, stjóri,
vónar sama vøkstur komandi ár
leggja altjóða kappingar
í Føroyum hesa tíðina.
Stórt rós til teirra, ið skipa
fyri. Talan er bæði um
fótbóltsdystir, flogbólts
kapping,
dartkapping,
svimjikapping og bridge-
kapping, sigur Jóhanna
Rasmussen.
Hon heldur, at orsøkin
til
vøksturin,
millum
annað skyldast arbeiði
num hjá Visit Faroe Is
lands.
–
Tað
tykist,
sum
arbeiði hjá Visit Faroe
Islands at marknaðarføra
Føroyar sum fundar- og
ráðstevnu land, er byrjað
at geva úrslit. Fleiri og
fleiri fundargestir koma
til
Føroya
og
størri
ráðstevnur
koma
til
landið. Vit royna so vítt
møguligt at fáa hesi at
leggja seg uttanfyri há
árstíð, sigur Jóhanna Ras
mussen.
Avbjóðingin er
vetrarmánaðirnir
Ført er fram fleiri ferðir,
at ein av stóru avbjóð
ingunum í ferðavinnuni,
er at fáa hotellkømrini
bíløgd vetrarmánaðirnar,
tá ið tey annars næstan
hava staðið tóm. Hóast
langt er eftir á mál, so
eru tekin um, at fleiri
ferðafólk koma henda
vegin uttanfyri háárstíð.
– Vit hava havt eitt
gott ár á Hotel Hafnia
í ár. Vit hava havt fleiri
ferðafólk, og tíðarskeiðið
við ferðafólki hevur verið
longri. Vit hava til dømis
havt nógv fleiri ferðafólk
í mai og í oktober. Men
eisini nú í november og í
mars vóru fleiri ferðafólk.
Avbjóðingin er tó vetrar
mánaðirnir, sigur Pætur
Trónd Thomsen.
Hotel Føroyar letur
væl at í bíleggingunum
til várið 2020, men bílegg
ingarnar komandi heyst
og vetur síggja ikki eins
lovandi út.
– Komandi heyst og
vetur sær ikki so jaligt út
sum nú er, tí vit eru langt
frá at hava eins nógvar
bíleggingar,
um
vit
samanbera við somu tíð
í fjør. Um hetta er vegna
vaksandi kappingina á
gistingarhúsøkinum ella
um gestirnir bara eru
seinir á veg at bíleggja
– ja, tað er ilt at gita um,
sigur Jóhanna Rasmus
sen, sølustjóri hjá Gist og
Vist.
Tað gongur skjótt framá við byggingini av Hotel Brandan í Havn. Hotellið letur upp 1. mai komandi ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og á nýggja Hotel Brandan
Mynd: Álvur Haraldsen
Hotel Føroyar byggir út vestureftir, og komandi summar
vera 200 hotellkømur á Hotel Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen