Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Annika Kunoy Im Níggju børn í aldrinum 12-16 ár hava seinastu tíðina arbeitt við at gera eina yvirlýsing og orðað eitt tilmæli um, hvus­ su tey, sum børn, vilja verða hoyrd. Somu­leið­ is hava bólkar av børn­ um í sama aldri í hinum Norðurlondum sitið og arbeitt við tí sama. Enda­málið er at koma við tilmæli um, hvussu tryggjað verður, at øll børn og ung kenna síni rættindi, og at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum. Til­mæli, sum tey orða verður sent til The United Nations Children's Fund (UNICEF) 25. november. Tey gera hetta, tí 16. januar 2020 skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har børn og ung úr øllum Norður­londum fara at luttaka. Ráðstevnan verður hildin, tí Barna­rættinda­ sátt­málin hjá Sameindu Tjóð­unum (ST) fyllir 30 ár. Evnið fyri ráðstevnuni er grein 12 í Barnarættinda­ sátt­málanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum við­koma teimum. Tað er UNICEF, ið hevur tikið stig til hesa verk­ætlanina, ið kallast Nordic Children’s summit í sam­band við, at Barna­ rættinda­sáttmálin verður 30 ár, og tað harvið mark­ erar eitt serstakt ár fyri børn í øllum heiminum. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur, at tey níggju før­ oysku børnini eru ymsa staðni frá í landinum. Tey hava av eintingum sent umsókn inn til luttaka í arbeiðsbólkinum, sum nú orðar tilmælið, og tí merkist væl, at tey eru hugsavnaði og vísa stór­ an áhuga. - Orðaskiftið er ógvus­ ligt, og tey seta fleiri góðar og djúpar spurningar, sum vit ikki altíð fáa svarað. Vit, sum arbeiða hjá Barnabata hava eisini lært nógv av kjakinum og spurningunum, ið tey hava sett, sigur hann. Kenna ov lítið til síni rættindi Mikukvøldið 20. novem­ ber, á altjóða barna­ rættinda­degnum verður ein saman­dráttur av til­ mæli­num lagdur fram í Perluni á Tórsgøtu í Tórs­ havn og uttan at avdúka ov nógv, sigur Djóni Eides­gaard, at børnini millum annað eru ónøgd um, at tey læra ov lítið um síni rættindi í skúlanum. - Eitt sum tey fílast á er, at tey læra ov lítið um barnarættindi, og tað sum tey læra, læra tey ov seint. Tey koma fram á nakað í bókmentum, men í høvuðsheitum er tað í lærugreinini sam­felags­ frøði, at evnið verður tik­ ið upp, og ta læru­grein­ ina fáa tey ikki fyrr enn í síðsta enda av fólka­skúla­ tíð­ini, sigur hann. - Børnini mugu kenna síni rættindi fyri at halda uppá tey, leggur hann afturat. - Hóast Norðurlond eru heimsins bestu lond hjá børnum at vaksa upp í, so eru framvegis fleiri samfelagssligar av­bjóð­ ingar. Millum annað at tað manglar kunnleiki hjá børnum til egin rættindi, sigur Djóni Eidesgaard. Tíðirnar broyttar síðani sáttmálin varð settur í gildi Barnárini hjá børnum í dag eru ikki, sum tey vóru hjá børnum, tá sátt­málin varð settur í gildi. Børn í dag skulu taka støðu til altjóða rák, talgilda heimin, býargerð, veður­ lags-broytingar, fólka til- og fráflyting, og ann­að. Vit hava nýggjar væntan­ ir til børnini, sum eisini dagliga møta nýggjum av­ bjóðingum. Hóast hetta, so merkist, at tey stig­víst ganga saman og gera vart við síni rættindi, greið­ir Djóni Eidesgaard frá. Enn er málið ikki nátt - Sum tann mest íverksetti ST sáttmáli, hevur Barna­ rættindasáttmálin skapt eina mest sum al­heims semju um at stuðla rættindunum hjá børn­ um. Seinastu 30 ár­ini hevur hesin sátt­málin verið við til at skapa eina slóðbrótandi fram­ gongd  fyri børn í Norður­ londum og kring heimin. Men enn eru avbjóðingar, og nógv børn hava ikki nóg góða atgongd til síni rætt­indi, her íroknað rættin at kunna taka lut og hava ávirkan, skrivar Barna­bati á heimasíðu síni. - Níggju føroysk børn í aldrinum 12-16 ár hava seinastu tíðina arbeitt við at gera eina yvirlýsing og orðað eitt tilmæli um, hvussu tey, sum børn, vilja verða hoyrd. Endamálið er at koma við tilmæli um, hvussu tryggjað verður, at øll børn og ung kenna síni rættindi FØROYSK FØROYSK BØRN BØRN GERA GERA EISINI SÍNA EISINI SÍNA ÁVIRKAN ÁVIRKAN GALDANDI GALDANDI Eitt sum børnini fílast á er, at tey læra ov lítið um barnarættindi, og tað sum tey læra, læra tey ov seint. Tey koma fram á nakað í bók­mentum, men í høvuðs­heitum er tað í læru­ grein­ini samfelags­frøði, at evnið verður tikið upp, og ta læru­grein­ina fáa tey fyrr enn í síðsta enda av fólka­skúla­tíðini Bólkurin av føroysku børnunum hittist at orða tilmæli, ið skal sendast UNICEF