týsdagur 19. november 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
TÍÐINDI
FAKTA
Í 1992 tók Løgtingið undir við at seta
Barnarættindasáttmálan hjá ST í gildi fyri
Føroyar. Barnarættindasáttmálin ásetingur
grundleggjandi rættindi barnanna, tað eru
borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og
mentunarlig rættindi.
Barnarættindasáttmálin er ikki at meta
sum ein lóg, ið lond kunnu dømast eftir, men
er hinvegin reglur, ið limalondini hava bundið
seg til at fylgja. Og í tann mun hesar reglur
ikki verða fylgdar, kunnu londini verða fyri
ábreiðslum frá ST.
Fimta hvørt ár skulu Føroyar lata
frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir
á barnarættindaøkinum. Hetta er ein liður
í skyldunum sambært Barnarættinda
sáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar
eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini.
(Kelda: amr.fo)
FAKTA
Grein 12 í Barnarættindasáttmálanum:
Sáttmálalondini skulu tryggja einum barni,
ið er ført fyri at hava egin sjónarmið, rættin
til frítt at geva hesi sjónarmið til kennar í
øllum viðurskiftum, ið hava við barnið at
gera; sjónarmiðum barnsins skulu veitast
ta tyngd, ið er hóskandi í mun til aldur tess
og búning. Við hesum fyri eyga skal barnið
serliga fáa høvi at geva sjónarmið síni til
kennar, antin beinleiðis ella gjøgnum umboð
ella gjøgnum hóskandi stovnar í samsvari við
tær mannagongdir, ið eru ásettar í nationalari
lóggávu, tá mál, ið viðvíkja barninum, verða
viðgjørd av dømandi myndugleika ella
fyrisitingarligum myndugleika.
FAKTA
Í 2017 tók Nordisk Ministerråd for Social-
og Helsepolitik (MR-S) avgerð um at fremja
stratetiska lýsing av norðurlendska
samstarvinum á sosialøkinum. Lýsingin
varð framd av fyrrverandi sosial- og
fíggjarmálaðharra Íslands, Árni Páll
Árnason. Í frágreiðingini, ið nevndist
«Viden som virker í praksis» eru 14
uppskot til, hvussu norðurlendska
samstarvið á sosialøkinum kann styrkjast
og harímillum eisini barnsins rættindi.
FAKTA
Tað eru 54 greinar í barnarættinda
sáttmálanum og 41 av teimum snúgva
seg um rættindi. Restin av greinunum
handla um, hvussu lond skulu arbeiða við
barnarættindasáttmálanum. Greinarnar
2, 3, 6 og 12 eru nevndar høvuðsmálini í
sáttmálanum.
- Norðurlond skulu
verða
besta
staðið
í
heiminum hjá børnum,
men tað eru enn børn,
ið ikki trívast, og børn
ið kenna einsemi og føla
seg uttanfyri. Tí hevur
Det
Nordiske
Børne
forum til endamáls at
gera hesi ítøkilig tilmæl
ini grundaði í grein 12 í
Barnarættindasáttmála
num: Rætturin at siga
sína hugsan, sigur Djóni
Eidesgaard.
Somuleiðis
greiðir
hann frá, at í Danmark
kenna bert 23 prosent av
børnum til Barnarætt
indasáttmálan.
Kenna
børnini ikki rættindini,
tey hava, so verða tey
heldur ikki vird.
- Tí skulu børnini hava
ávirkan á tey rættindi,
sum hava við tey at gera.
Við eini verkætlan sum
hesi, har børnini luttaka
í
avgerðartilgongdini,
verður kunnleikin um
Orðaskiftið er
ógvusligt, og tey seta
fleiri góðar og djúpar
spurningar, sum vit
ikki altíð fáa svarað.
Vit, sum arbeiða hjá
Barnabata hava eisini
lært nógv av kjakinum
og spurningunum, ið
tey hava sett
Børnini
mugu kenna
síni rættindi
fyri at halda
uppá tey
barnarættindi øktur, sig
ur hann.
Bólkurin av føroyskum
børnum og ungum fer úr
Føroyum tann 15. januar
2020 og heim aftur tann
17. januar 2020. Tann
16. januar 2020 leggja
bólkarnir tilmælini fram
á ráðstevnuni í Keyp
mannahavn, og tá verða
tey
handað
teimum
Norðurlendsku
lands
stýrisfólkunum í hvørjum
einstøkum landi, íroknað
Føroyum, Grønlandi og
Álandi.
Eisini
verður
hetta handa øðrum við
komandi myndugleikum
í norðurlondum umframt
kommunum.
Djóni
Eidesgaard
greiðir frá, at tá komandi
ár Barnabati verður 40 ár,
er ætlanin at hittast aftur
í Føroyum og arbeiða
víðari við verkætlanini,
gera tilmælini serføroysk
og
handa
føroyskum
landsstýrisfólki og um
boð frá føroysku kom
mununum tey.