týsdagur 19. november 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Á hvørjum ári fáa 14.000
danir í arbeiðsførum aldri
staðfest krabbamein, og
tey flestu halda fram at
arbeiða, tá viðgerðin er
liðug. Tó upplivir triði
hvør sjúklingur, at tað
hevur verið avbjóðandi
hjá arbeiðsgevarum at
handfara
eina
sjúku
gongd.
Hetta hevur eisini ført
til, at Dansk Industri og
Kræftens
Bekæmpelse
hava tikið seg saman
um eitt átak, ið hevur til
endamáls
at
fyrireika
leiðarar betur til hesa
uppgávu og avbjóðing.
Vantandi amboð
Kræftens
Bekæmpelse
hevur spurt fyrrverandi
og
núverandi
krabba
meinssjúklingar
um
viðurskiftini við arbeiðs
gevaran
undir
sjúku
gongdini.
Tríggir av fýra sjúk
lingum hava upplivað
avbjóðingar, tá tey komu
aftur til arbeiðis, eitt nú
við seinárinum og við at
røkja sínar skyldur.
Við
øðrum
orðum
vanta leiðarum amboð
til at taka sær av avbjóð
ingunum, ið eisini fara
at gerast fleiri, sum árini
ganga. Fleiri og fleiri fara
at yvirliva krabbamein,
samstundis
sum
pensjónsaldurin hækkar.
Ein meting vísir nevni
liga, at út við 20.000 danir
í arbeiðsførum aldri fara
at fáa krabbamein í 2025,
og hetta er ein vøkstur í
mun til í dag á 6000 fólk
um árið.
Fólk vilja arbeiða
Krabbameinssjúklingar
vilja gjarna varðveita sítt
tilknýti til arbeiðsplássið
undir sjúkugongdini, men
samstundis hevur hin
sjúki nógv at hugsa um
í samband við sjúku og
viðgerð.
Tí er arbeiðsgevarin
eisini ógvuliga týdningar
mikil fyri sjúklingin, og
arbeiðsgevarin
eigur
at tryggja, at greiðar
rammur og tryggleiki eru
við atliti til arbeiðsupp
gávur, starvsfelagar og
arbeiðsplássið í síni heild.
Bæði Dansk Industri
og Kræftens Bekæmpelse
halda, at tørvur er á, at
arbeiðsgevarin
verður
betur ílatin til avbjóð
ingarnar, ið stinga seg
upp, tá fólk gerast sjúk
av krabbameini.
Hetta
uppliva
tey
eisini í leiðsluni í Dansk
Industri,
sum
hevur
11.000 limafyritøkur. Tað
hendir nevniliga javnan,
at limafyritøkur venda
sær til leiðsluna í megin
felagnum í samband við, at
arbeiðsfólk eru vorðin rakt
av eitt nú krabbameini.
Fleiri fyrispurningar
- Tað er ógvuliga trupult,
tá starvsfelagi verður
raktur av krabbameini,
tí tað eru so mong, sum
verða rakt. Øll vita, at
hetta
serliga
gongur
út yvir familjuna, men
hetta rakar so sanniliga
eisini arbeiðsplássið, har
bæði hin sjúki, starvs
felagar og leiðsla koma í
einari truplari støðu. Tí
fáa vit eisini fleiri fyri
spurningar frá okkara
limafyritøkum,
sum
spyrja um ráð, hvussu tey
skulu loysa avbjóðingina.
Tað sigur varastjórin
í Dansk Industri, Kinga
Szabo Christensen, sum
sjálv hevur verið í hesi
avbjóðandi leiðslustøðu.
Ein
spurnarkanning,
sum
Kræftens
Be
kæmpelse hevur gjørt
millum ábyrgdarleiðarar
í fyritøkum, vísir, at 60
prosent ikki hava ein
politikk í fyritøkuni fyri
álvarsamar sjúkur – ella,
tey ikki vóru greið yvir,
um arbeiðsplássið hevði
ein slíkan politikk.
Spurnarkanningin
vísir eisini, at hin størri
helmingurin av leiðar
unum sakna eina hollari
vitan um sálarligar reak
tiónir í samband við
krabbamein,
eins
og
leiðararnir sakna ráð til
at snakka við sjúkuraktar
starvsfelagar um sjúku
og arbeiðsuppgávur.
Eitt nýtt átak
Eitt nýtt átak er nú reist
á føtur sum kann hjálpa
leiðarum
at
veita
tí
krabbameinsrakta starvs
felaganum
so
góðan
stuðul sum gjørligt.
- Vit eru soleiðis komin
við
heimasíðuni
tag
håndom.dk – við góð
um
ráðum,
ymiskum
reiðskapum og viðmæl
um, sum eru lagaði til
ein strævnan arbeiðsdag
hjá einum leiðara, sigur
Pernille Slebsager, deildar
leiðari í tí, sum rópt verður
Patient- & Pårørendestøtte
hjá Kræftens Bekæmpelse.
Hon vísir á, at góðu
ráðini í átakinum kunnu
verða ein hjálp hjá tí
k r a b b a m e i n s s j ú k a ,
starvsfeløgum og leiðar
um í fyritøkunum.
Varastjórin
í
Dansk
Industri,
Kinga
Szabo
Christensen,
sigur,
at
øll verða ávirkaði, tá ein
starvsfelagi verður álvars
liga sjúkur, og ofta rakar
hetta eisini fólk, sum tú
ikki hevði roknað við.
- Tí ræður um hjá
einum leiðara at hava
”antennurnar”
úti
og
verða til reiðar at veita
stuðul, eins og øll á
arbeiðsplássinum mugu
eggjast til at vísa opin
leika og forstáilsi, leggur
hon aftrat.
Nøkur góð ráð
Kræftens
Bekæmpelse
og Dansk Industri hava
arbeitt tætt saman við at
skipa og leggja átakið -
taghåndom.dk - til rættis.
- Tey seks góðu ráðini
í átakinum kunnu vera
ein hjálp hjá tí krabba
meinsrakta,
starvs
feløgum og leiðarum í
fyritøkuni, sigur vara
stjórin í Dansk Industri,
Kinga Szabo Christensen.
Kelda: www.cancer.dk
TÁ STARVSFELAGI VERÐUR
SJÚKUR AV KRABBAMEINI
Bæði Dansk Industri og Kræftens
Bekæmpelse halda, at tørvur
er á, at arbeiðsgevarar verður
betur bjálvaðir til avbjóðingar, ið
stinga seg upp, tá starvsfelagar
gerast sjúkir av krabbameini
- Øll verða ávirkaði, tá ein starvsfelagi verður álvarsliga sjúkur, og ofta rakar hetta eisini fólk, sum tú ikki hevði roknað við, sigur varastjórin í Dansk Industri, Kinga Szabo Christensen