týsdagur 19. november 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
Fakligur stjóri
til Gigni
Ert tú heilsufrøðingur og ynskir
tú at ávirka og menna fakliga
virksemið hjá Gigni, so er starvið
sum fakligur stjóri í Gigni ein
áhugaverdur møguleiki.
Um Gigni
Gigni er skipað bygnaðarliga undir
Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari
játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu
tænastuna.
Gigni virkar sambært løgtingslóg
um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir
fyri børn og ung”, og umsitur
heilsufrøðiliga tænastu til m.a.
barnafamiljur, skúlabørn, skúlar,
barnaverndartænastur og stovnar
fyri børn og ung.
Um starvið
Fakligi stjórin fyri Gigni hevur
fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu
tænastuni, og skal í tøttum
samstarvi við stjóran á Heilsutrygd
raðfesta fakliga arbeiðið.
Fakligi stjórin fyri Gigni fær
ábyrgdina av:
•
Fakligu leiðsluni og menningini
av Gigni
•
Starvsfólkaviðurskiftum hjá
heilsufrøðingunum sum
starvast í Gigni
Í høvuðsheitum skal fakligi stjórin í
Gigni røkja hesar uppgávur:
Umsita løgtingslóg um fyribyrgjandi
heilsuskipanir fyri børn og ung
•
Tryggja, at Gigni fylgir ásettu
lóg og kunngerð
•
Menna og viðlíkahalda
heilsufakliga virksemið
•
Skipa heilsufrøðiliga virksemið
•
Gera viðmerkingar til ætlaðar
lógarbroytingar og kunngerðir
innan fólkaheilsu til børn og
ung
•
Raðfesta heilsufakliga
virksemið innan fíggjarligu
karmarnar
•
Taka lut í viðkomandi
arbeiðsbólkum og nevndum
•
Luttaka á viðkomandi
norðurlendskum og altjóða
fundum
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava
lokið prógv sum heilsufrøðingur.
Umráðandi er, at tann, ið verður
settur, hevur evni at seta í verk
fyriskipanir og hevur nútíðar
leiðslueginleikar, innlit og vitan
um tær treytir, ið eru galdandi í eini
almennari fyrisiting.
Av tí, at starvið ber í sær
víttfevnt samstarv, verður dentur
lagdur á at finna ein persón
við góðum samstarvsevnum,
sum er álitisvekjandi og vísur
myndugleika.
Nýggi fakligi stjórin má duga at
arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina
góða tænastu, og at miðla vitan til
starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.
Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett undir
Heilsutrygd, við beinleiðis tilvísing
til stjóran.
Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, og flokkað
sum leiðari 5 (stig 11) sambært
hesum sáttmálanum.
Starvið verður sett frá 1. januar
2020, ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til Egil á Bø, stjóra
á Heilsutrygd, tlf. 794002, ella
teldupost eab@heilsutrygd.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti
av CV, prógvi og yrkisbrævi
(autorisatión), viðmælum o.ø., skal
sendast til:
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
710 Klaksvík
ella við telduposti á heilsutrygd@
heilsutrygd.fo
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í
hendi í seinasta lagi mikudagin 27.
november 2019, kl. 12:00.
(endurlýsing)
BÚNAÐARGRUNNURIN
R. C. Effersøesgøta 4
Postrúm 50
110 Tórshavn
STJÓRI TIL
BÚNAÐARGRUNNIN
Í sambandi við at verandi stjórin í Búnaðargrunninum hevur sagt
seg úr starvi, verður søkt eftir stjóra at byrja skjótast til ber.
Um Búnaðargrunnin
Endamálið við Búnaðargrunninum er at veita fígging til menning
av føroyskum landbúnaði og fíggja kostnaðin av at reka
jarðarumsitingina. Harumframt umsitur grunnurin fígging av
festikontu og felags festipulju.
Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av
landsstýrisfólkinum í Umhvørvis- og Vinnumálum valdum stýri
við 5 limum.
Meiri fæst at vita um Búnaðargrunnin á www.bg.fo
Starvið
Stjórin hevur dagligu leiðsluna av Búnaðargrunninum um hendi
við tilvísing til stýrið, og skal tryggja eina dygdargóða, dagliga
fyrisiting av grunninum.
Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga samskiftinum við lántakarar,
almennar myndugleikar og onnur viðskiftafólk og skal koma við
tilráðingum til stýrið í sambandi við lántøkur, umleggingar av
lánum, fígging av festikontum og felags festipulju og í sambandi
við umsóknir um saneringar.
Stjórin hevur somuleiðis ábyrgdina av ognarumsitingini hjá
grunninum undir teimum fyritreytum, sum stýrið setur.
Løn
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin
•
hevur royndir innan fíggjarviðurskifti, roknskap, leiðslu og
fyrisiting
•
hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar
•
hevur innlit í føroyskan landbúnað og
landbúnaðarviðurskiftir
Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast
til SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f, Staravegur 17,
Postsmoga 3258, 110 Tórshavn, att. Beinta Jensen, skrivari, ella
umvegis teldupost til bj@spekt.fo
Umsóknarfreistin er 15. januar 2020.
Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til til Símun
Gullaksen, stýrisformann, á telefon 217055.
Allar upplýsingar og umsóknin verða viðgjørd í trúnaði.