týsdagur 19. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Friends Arena, Solna
-Tað stóðu seks mans og
bíðaðu eftir mær, tá vi fóru til
hálvleiks. Eg bleiv eitt sindur
kløkkur. Teir eru óðir um at
støðu í fyrra hálvleiki, har ein
av teirra sparkar út eftir mær,
og renni eftir honum einar
tvær ferðir og takli hann. Tað
vóru teir ikki blíðir um, sigur
Brandur Hendriksson.
Brandur
er
ein
stórur
fótbóltsspælari, men tað er
nokk ikki neyðugt við heili seks
svenskum landsliðsspælarum,
fyri at fáa ein boðskap til
skálvíkingin.
Janne Anderson, svenski
landsliðsvenjarin, og vanligi
liðskiparin, Andreas Granqvist,
koma í millum.
- Granqvist kom í millum.
Hann hevur roynt hetta fyrr,
men har vóru seks mans, sum
vóru svakir. Landsliðsvenjarin
kom eisini í millum og segði
“This is football” (Hetta er
fótbóltur). Soleiðis er fótbóltur,
tú fer í taklingar vil gera alt
fyri at vinna. Tað var einki
ónt í nøkrum, sigur Brandur
Hendriksson,
sum
eisini
endaði í svenskum miðlum fyri
hendingina.
Tað
áhugaverda
við
hendingin er, at hon vísur
at føroyska liðið megnaði at
traðka á tærnar á svenska
liðnum. Bæði í fótbóltstýdningi
og helst eisini bókstaviliga.
Endiliga Sølvi á miðjuni
Lars
Olsen
gjørdi
tvær
broytingar til seinasta dystin
hjá honum. Tað stendur eisini
í mat við nógv av hinum
landsliðsumførunum,
har
hann næstan hvørja ferð hevur
gjørt millum tvey ella tríggjar
broytingar.
Odmar Færø bleiv skaddur
í
dystinum
móti
Norra.
Inn kom Klæmint A. Olsen
og síðani bleiv flutt runt,
soleiðis at Rógvi Baldvinsson
endaði í miðverjuni og Sølvi
Vatnhamar loksins kom inn á
sentrala miðvøllin. Jóan Símun
Edmundsson bleiv fluttur á
høgra vong og Klæmint A.
Olsen byrjaði sum áleypari.
Svenski
landsliðsvenjarin
boðaði
frá
seks
til
11
broytingum frá liðnum, sum
vann Svøríki til EM við 2-0
sigri á Rumenia. Tað endaði
við, at hann gjørdi heilar tíggju
boytingar.
Gókend byrjan
Tað merkist væl á Freinds
Arena,
at
Svøríki
longu
hevur vunnið seg víðari. Teir
leggja ikki so nógv fyri fyrstu
minuttirnar,
men
hava
tó
bóltin meginpartin av tíðini.
Vit hava ringt við at koma til
álopsstøður, men tað er glottar
at síggja í spælinum.
Tað
sæst
eisini
frá
byrjan, at okkara hava røttu
tendringina.
Millum
annað
liggur
Sebastian
Andrsson
eftirá, eftir samanstoyt við
Viljorm Davidsen. Jóan Símun
Edmundsson, sum er eitt sindur
umstríddur eftir kritikkin av
fyrireikingunum,
meldaði eisini í
tvídystunum.
Størsta kjansin
í
dystinum
fær
føroyska
liðið
miðskeiðis
í
fyrra
hálvleiki, tá Brandur
Hendriksson leggur eitt
framúr innlegg til Viljorm
Davidsen, ið kemur rennandi
við fullari ferð. Hann fær fótin
á boltin tætt undir málinum,
men málverjin bjargar.
Fáar minuttir seinni kemur
revsingin. Eftir at hava ruddað
væl vekk í fleiri førum í
verjustøðu, so enda vit við at
standa á hælinum, tá høgri
bakkurin, Marcus Danielson,
leggur
innfyri.
Sebastian
Andersson rennur framum
Rógva Baldvinsson og stútar
bóltin í málið.
Síðani byrjar rokið millum
Brand og Mattias Svanberg,
sum úrslitar í gulum korti til
svenskaran. Tá farið verður til
hálvleiks er avrikið góðkent, og
tað staðfestur øði hjá svensku
spælarunum eisini.
Vit taka ikki av
Í seinna hálvleiki fáa vit
aftur ein gyltan møguleika at
koma á máltalvuna, tá Gilli
Rólantsson
kemur
ímillum
eina afturlegging til málverjan.
Tvøramaðurin
fær
prikað
bóltin, áðrenn málverjin fær
fatur á honum, men inni í
brotsteiginum
tveitur
ein
svenskur
verjuspælari
seg
og fær takla. Annar stóri
møguleikin í dystinum, men
vit taka ikki av.
At marginalar og tilvildin
ikki er á okkara síðu í løtuni,
sæst í 2-0 málinum. Fyrr
umtalaði Mattias Svanberg seg
við at síggja til vandaleysum
skoti,
men
bólturin
rakar
Rógva Baldvinsson og snýtur
Gunnar Nielsen í málinum.
Løtu seinni skorar innskifti
John Guidetti, tá hann rennur
millum Atla Gregersen og
Sølva Vatnhamar, og stútar eitt
framúr hornaspark í málið.
3-0 og vit kenna søguna
aftur. Í mun til dystin í Norra,
kunnu vit í minsta lagi kalla
avrikið fyri heiðurligt.
Brandur dagsins spælari
Tær
nýtist
ikki
nógv
fótbóltsskil, fyri at síggja at
Brandur Hendriksson spældi
ein góðan dyst. Hann kom
eisini til eina góða skotstøðu,
men málverjin bjargaði. Hann
heldur eisini, at tað kendist væl
at spæla hendan dystin.
-Eg havi verið á rættari kós
í eina tíð nú og føli at eg havi
yvirskot. Tað fyllir bara ikki
so nógv hjá
mær nú, tí vit
hava tapt 3-0, men tað er gott at
fáa kredit fyri tað tú ger. Tí eg
havi arbeitt ótrúliga hart fyri
at koma afturíaftur, eftir ein
trupult tíðarskeið við skaðum,
sigur Brandur Hendriksson.
Hann hevur tvey ár eftir av
sáttmálanum við íslendska FH,
men felagið er í fíggjarligum
trupulleikum. Hartil hevur
Brandur eina vón um at spæla
á hægri stigi.
- Eg kann siga, at tað verður
arbeitt við eini loysn. Eg vil
fegin royna okkurt annað, tí
eg haldi at eg havi okkurt at
bjóða úti í verðini. Eg fór til
Íslands fyri at fáa nakrar dystir
í beinini. Nú havi eg spælt
næstan 60 dystir og eri klárur
til at taka næsta stigið, sigur
Brandur Hendriksson.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Svøríki-Føroyar 3-0:
ATLI GREGERSEN: BITTURT
Tað er bitturt at standa eftir við 0-3, tí avrikið er
nógv betri enn seinast. Málini vit geva burtur eru mál,
sum eitt føroyskt landslið ikki má geva. Skora vit upp
á kjansin hjá Viljormi, so verður tað ein heilt annar
dystur. Avrikið var í ordan, men úrslitið var ikki ókey,
sigur Atli Gregersen, sum gevst eftir 59 landsdystir.
Brandur Hendriksson Olsen var millum bestu
spælararnar á vøllinum, tá Lars Olsen og Atli Gregersen
takkaðu fyri seg á føroyska landsliðnum. Svøríki
vann 3-0 við B-liðnum, men tað kundi verið øðrvísi
BRANDUR UNDIRHELT Á
BRANDUR UNDIRHELT Á
FRIENDS ARENA
FRIENDS ARENA – MUNDI
– MUNDI
FINGIÐ BANK Í HÁLVLEIKINUM
FINGIÐ BANK Í HÁLVLEIKINUM