Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134 Vit tosaði eisini um, at tað skal ikki alt verða so pent. Vit mugu eisini inn at gera vart við okkum. Tað var ein balada í hálvleikinum, men onkuntíð skulu inn at vísa at vit eru til. Vit verja væl, geva nøkur býtt mál vekk og skorar ov fá mál, tað hevur verið søgan hesa undankappingina, sigur Atli Gregersen -Eg hugsaði kanska ikki so nógv um farvæl-gávuna, men heldur um at vit skulu reisa okkum eftir avrikið í Oslo. Tað gjødu vit ein stóran part av dystinum, sjálvt um vit tapa 3-0. Tað sær ikki so pent út, men avrikið hesaferð er betri. -Vit gera framvegis hesar býttu villurnar, sum verða revsaðar. Í dag gera vit kanska fimm ella seks av teimum. Gott nokk fáa teir bara trý mál, men Gunnar Nielsen hevur nakrar góðar bjargingar. Samstundis haldi eg, at vit í dag skapa nakað. Vit skulu skora tvey mál í dag, men tá vit ikki ger tað og samstundis geva lættar kjansir burtur, so klárar sjálvt eitt eykalið hjá Svøríki at vinna. - V i t k u n n u t a k a b æ ð i i n n ­ l e g g s ­ m á l ­i n i . Vit standa bara og hyggja, meðan teir renna fram­um okkum. Vot høvdu tos­að um, at vit skulu søkja bóltin og skalla vekk. Eg fari ikki ein peika á hvør hevur skyldina. Spælararnir gera tað ikki við vilja. Vit mugu eisini minnast til, at sjálvt um hetta er eykaliðið hjá Svøríki, so spæla teir í londum sum Onglandi og Italia. Tað gongur also skjótari enn okkara spælarar eru vanir við. Eisini tað, sum spæla í Danmark, Íslandi og Norra. -Hetta var sjálvandi serligt, tí nøkur av fólkunum her hava verið við allan vegin. Tá hugsi eg bæði um spælarar, men eisini tey rundanum liðið. Tað er eisini eitt sindur løgið at hava taktikkfund fyri seinastu ferð. Átta ár í fótbólti er ein long tíð. Tá eg byrjaði í starvinum helt eg tað var lítið hugaligt at vera í Føroyum, nú dámar mær tað avbera væl og eg fari at fylgja landsliðnum í framtíðini, sigur Lars Olsen at enda. EM 2020 Undankapping SVØRÍKI 1 3 FØROYAR 0 0 18. NOVEMBER 2019, FRIENDS ARENA, SOLNA - SVØRÍKI 6 5 7 8.5 5 6 4 6 6 4 6 GUNNAR NIELSEN SØLVI VATNHAMAR BRANDUR HENDRIKSSON KLÆMINT A. OLSEN ATLI GREGERSEN JÓANNES BJARTALÍÐ HEINI VATNSDAL JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON RÓGVI BALDVINSSON VILJORMUR DAVIDSEN Kaj Leo í Bartalsstovu (46.min) Patrik Johannesen (74.min) Árni Frederiksberg (89.min) 6 5 Svøríki - Føroyar 3-0 (1-0) 1-0: Sebastian Andersson 28. 2-0: Mattias Svanberg 72. 3-0: John Guidetti 80. Dómari: Matej Jug Føroyar: Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson, - Gilli Rólantsson Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson (Árni Frederiksberg, 88.), Klæmint A. Olsen (Patrik Johannesen, 74.),Jóannes Bjartalíð (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.) Lars Olsen iðrar seg um farvæl-gávuna GILLI RÓLANTSSON