Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 6 Sosialurin Bókajól Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 28 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk. Mállæra, ið lýsir samtíðarføroyskt. Útgávan fæst bæði sum pappírsbók og sum sBók. Føroysk mállæra 1 viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst, at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi. Í bókini verður hugt at samansetingum og avleiðslum, og hetta er fyrsta ferðin, at hesi evnini eru so neyvt lýst í føroyskum. Komið verður inn á øll tey ymisku atfestini, sum eru í føroyskum, og eisini verður víst, hvussu nuanserað føroyskt orðmyndan er. Eisini verða tær bendingar, sum eru í samtíðarføroyska málinum viðgjørdar. Bókin kostar 248,- og fæst í bókahandlunum kring landið. FØROYSK MÁLLÆRA 1 KYN, ORЭ MYNDAN OG BENDING: Grafix 504251 SNØGG ÁRBÓK GREINAR MINNILIGT FÓTBÓLTSÁR Fótbóltsárbókin hjá Miðlahúsinum tekur saman um fótbóltsárið við greinum, hagtølum, greiningum og myndum – eisini av øllum føroyameistarum og steypavinnarum 2 019 var eitt sera lívligt og hendingaríkt fótbóltsár. Í mansfótbólti var tað sermerkt, at KÍ eftir 20 ára turk aftur vann FM heitið. KÍ vann eisini kvinnudeildina aftur, eftir at EBS/Skála hevði vunnið tvey ár á rað. HB gjørdi bart í steypakappingunum hjá monnum og kvinnum og vann báðar kappingarnar. Hetta og nógv annað verður umrøtt í árligu fótbóltsbókini hjá Miðlahúsinum, sum nú er útkomin. »Føroyskur Fótbóltur 2019« er 224 síður til støddar, og bókin tekur saman um fót­bólts­ árið 2019. Í bókini ber til at lesa alt um Betri-deildina hjá monnum, mett verður um avrikini hjá øllum liðunum, og skrivað verður um profilar og stjørnuskot á liðunum. Betri-deildin hjá kvinnum verður eisini um­rødd, og avrikið hjá meistaraliðnum greinað. Í bókini kann eisini lesast um øll lands­ liðini hjá FSF, um europeisku dyst­irn­ar hjá feløgunum, um útisetar, um steypa­ kapp­ingarnar hjá monnum og kvinnum og mangt annað. Í bókini eru eisini myndir av øll­um lið­un­ um, sum hava vunnið føroya­meist­araheiti og steypakappingar í ár. »Føroyskur Fótbóltur 2019« fæst til keyps kring landið. 20 FØROYSKUR 19 FØROYSKUR FÓTBÓLT VÆLKOMIN Á BÓKADAGAR - Bókadagar eru hugnaligir dagar, sum vit rættiliga síggja fram til. Her er stórt fokus á føroyskar bøkur og útgávur – við einum ísletti av norðurlendskum, sigur Inger Smærup Sørensen, samskipari N orðurlandahúsið verður enn einaferð karm­ur um Bókadagar, og í ár verður stóra til­takið í døgunum, 22.-24. november, sum er viku­skiftið komandi. Tað er Inger Smærup Sørensen, sum samskipar tiltakið, ið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini. Bókadagar er eitt stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Inger Smærup Sørensen sigur, at til­takið er ætlað bæði viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norð­ur­ londum, og tiltakið er eisini ætlað tíðinda­ fólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa, sum hon tekur til. - Bókadagar eru hugnaligir dagar, sum vit rættiliga síggja fram til. Her er stórt fokus á føroyskar bøkur og útgávur – við einum ísletti av norðurlendskum. Hon sigur, at nakrir rithøvundar úr okkara grannalondum eisini eru við á bókadøgum, men her eru fleiri útlendskar bøkur enn høv­ und­ar. Tey, sum vilja vita meira um bóka­dag­ar, kunnu fara á heimasíðuna hjá Norð­ur­landa­ hús­inum - www.nlh.fo - har neyv kunning er um ymisku tiltøkini. VILMUND@SOSIALURIN.FO